mikudagur 6. mai 2020síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 7. MAI 2020
SOSIALURIN 40
33
kvinnan í Tjóðveldi, Sirið
Stenberg, siga, at tær halda,
at hetta málsøkið eigur at
verð yvirtikið til Føroyar, og
tað fer Tjóðveldi at leggja
uppskot fyri Løgtingið um
eftir ólavsøku.
– Hetta økið skal vera á før
oyskum hondum, tí so hava vit
tað undir okkara egnu ábyrgd,
og kunnu gera nakað við tað,
siga tær báðar.
– Tað vit ikki umsita sjalvi,
hava vit hug at gloyma, tað er
hetta besta dømið um, leggja
tær afturat.
Tað er Bjarni Kárason Peter
sen, tingmaður fyri Framsókn,
samdur í, og annars heldur
hann, at tað er kærkomið, at
uppskot um hetta verður lagt
fyri Løgtingið, tí umstøðurnar
eru ikki nøktandi.
sleppa at hava samand við onnur
fyri at minka um vandan fyri at
ávirka kanningararbeiðið.
Tí er ofta neyðugt at seta tey í
isolatión og í Føroyum er støðan
tann, at lutfalsliga verða nógv
fleiri sett í isolatión í Føroyum enn
í Danmark.
– Tað er so tyngjandi fyri tey, at
nógv av teimum tola tað yvirhøvur
ikki, sigur Christian Andreasen.
Hann minnir somuleiðis á, at
Løgtingið hevur eisini samtykt
eina nýggja rættargangslóg, og
í henni eru strangar treytir fyri,
nær fólk kunnu isolerast. – Tí er tað
ikki nøktandi, at hølisviðurskiftini
skulu vera orsøkin til at vit isolera
fólk meiri enn neyðugt, so tað má
broytast, ongantíð ov skjótt, sigur
Christian Andreansen.
Hann sigur, at vánaligu um
støðurnar bera eisini í sær, at tey,
sum hava fingið dóm, og sita í
fongsli í Mjørkadali, mugu í stóran
mun laga seg til somu treytir, sum
tey, sum eru í varðhaldinum, og eru
meiri isolerað enn tey áttu at verið.
– Sostatt eru tey, sum sita í
fongslinum, frælsisskerd nógv
meiri enn rímiligt er, tí tað verður
ein revsing afturat oman á revs
ingina, tey eru dømd til, sigur
Christian Andreasen.
Hann sigur, at tað líkist ongum,
soleiðis sum umstøðurnar hjá
føroyskum fangum eru, og tí heldur
hann, at Landsstýrið skal seta tað
sum eitt beinleiðis krav til danskar
myndugleikar, at teir byggja
eitt nýtt fongsul, sum er bygt til
endamálið.
Tað er ikki neyðugt, at tað er
so stórt, men kravið skal vera, at
fongsul og varðhald eru fyri seg við
ongum sambandi ímillum.
Tað fer at forða fyri, at fleiri
verða sett í isolatión enn avgjørt
neyðugt. Og tað fer eisini at bøta
munandi um umstøðurnar at
brynja tey, sum eru dømd at sita
í fongsli til eitt lív í frælsi, kanska
við at lata tey taka eina útbúgving
ímeðan tey sita.
Eingin dansur á rósum
Christian
Andreasen
vísir
eisini á, at føroyingar, sum eru
dømdir at sita drúgva tíð í fongsli,
noyðast til Danmarkar at sita í ein
um donskum fongsli.
– Har sita teir undir ófatiliga
vánaligum umstøðum. Tey sum
halda, at tað er ein dansur í rósum,
at sita í einum donskum fongsli,
skulu sanniliga trúgva umaftur, tí
tað er so hart, at nógvir fangar tola
tað ikki.
Hesir føroysku fangarnir, sum
verða sendir til Danmarkar at sita,
eru garantera ikki betri menniskjur,
tá ið tey koma aftur til Føroya, sigur
Christian Andreasen.
Hann sigur, at sum sakførari veit
hann fleiri dømi um, at lívsleiðin
hjá fólki verður púra oyðiløgd av
at tey hava sitið í einum fongsli í
Danmark.
– Tað er ikki eitt at stað, vit
kunnu senda føroyskar fangar og tí
eiga vit at krevja av dønum, at teir
halda sínar skyldu og byggja eitt
nýtt fongsul í Føroyum, sigur hann.
Støðin í Mjørkadali er ikki bygd til at vera fongsul og tí skulu vit krevja
av donsku stjórnini, at hon ger sína skyldu og byggir eitt ordiligt fongsul í
Føroyum, sigur Christian Andreasen, løgtingsmaður og sakførari
Eisini Amnesty International í
Føroyum, hevur átalað støðuna hjá
føroyskum fangum.
Tey vísa á, at seinastu árini er
talið á varðhaldsfangum, sum verða
isoleraðir í Danmark, fallið yvir 90
prosent.
Tey vísa á, at sostatt vórðu bara
17 varðhaldsfangar í Danmark
isoleraðir í 2017, men eitt yvirlit hjá
Løgtinginum vísir, at sama árið vóru
16 varðhaldsfangar isoleraðir í Føroy
um, hóast talið á fangum, eyðvitað, er
nógvar ferðir minni her hjá okkum
enn tað er í Danmark.
Hendan talvan vísir, hvussu nógv
eru varðhaldsfongslað í Føroyum, og
hvussu nógv hava sitið í isolatión.
Tað er aloftast í rúsevnamálum, at
fólk verða isolerað í Føroyum.
Líka nógv sum
í Danmark
Aðalfundurin 2020
Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum
verður
leygardagin tann 23. mai kl. 13 í Smæruni,
J. H. Schrøtersgøta 7
Skráin er sambært lógini:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing formansins.
3. Leggja fram roknskap til góðkenningar.
4. Uppskot um lógarbroytingar.
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
6. Ásetan av limagjøldum
7. Velja skrásettan grannskoðara.
8. Ymiskt.
Tá freistin fyri uppstilling til nevndarval var úti
tann 15. desember 2019, vóru tvey valevni
uppstillaði.
Tey eru verandi nevndarlimirnir John Højsted,
Hoyvík og Jóhan Mørkøre, Leirvík.
Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum,
kunnu greiða atkvøðu á skrivstovu felagsins
Grønlandsvegur 58.
Uppskot til nevndarlimir kunnu eisini skjótast upp
á aðalfundinum.
Gevið gætur!
Fundurin verður skipaður samsvarandi almennu
tilmælunum í samband við Koronasmittuna við
atliti til frástøðu, hondreinføri o. a.
Av somu orsøk verður ikki borðreitt við mati,
men til ber at fáa vatn í fløskum.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Daniu Jacobinu
Johonnu Joensen,
Hóvabrekka 3, 160 Argir,
fødd tann 23. desember
1953, deyð tann 23.
november 2019, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Fríðu Patursson,
Frúutrøð 4, postboks 6, 110
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
430/2019, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 29. apríl 2020.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Kristianna Christiansen,
Hoyvíksvegur 58, 100
Tórshavn, fødd tann 10.
desember 1930, deyðtann 8.
apríl 2020, og fyrr deyða
hjúnarfelaga Kaj
Christiansen, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Birita Samuelsen,
SÓKN Advokatar, J. H.
Schrøtersgøta 7, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
104/2020, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 29. april 2020.