mikudagur 6. mai 2020síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 7. MAI 2020
SOSIALURIN 40
36
TRÓNDUR ARGE
S
osialurin var klárur
fríggjadagin 6. mars. Í
Vikuskifti-Sosialinum
var upptakt til 1. umfar,
sum skuldi verða sunnudagin
8. mars. Spurningurin var bara
um tað skuldi verða við áskoðar
um, ella ikki. Síðani steðgaði alt
landið, saman við meginparti
num av heiminum, upp í eina
mánað, áðrenn gongd kom aftur
á samfelagið og ítróttin. Øll hava
tó ikki tikið somu avgerð.
Hondbóltssambandið og
Flogbóltssambandið
hava
endað sínar kappingar, með
an Róðrarsambandið enn er í
tvístøðu um hvussu kappróð
urin verður avgreiddur í ár. Úti
í heimi blivu Olympisku leikir
nir eisini útsettir í eitt ár. Teir
skuldu verða í Tokyo við før
oyskari luttøku av Sverra Sand
berg Nielsen.
Tað hevur eisini verið mikið
samskiftið í fótbóltsheiminum.
EM 2020 endaspælið er flutt til
2021, meðan landskappingarnar í
Belgia, Hollandi og nú Fraklandi
eru endaðar. Í Hollandi bleiv
einki meistaralið funnið, meðan
Paris Saint Germain er kosið til
meistara í Fraklandi.
UEFA, evropesiska fótbólts
samgongan, hevur lagt stóran
dent á at fáa landskappingarnar
avgreiddar. Í Premier League
mangla níggju umfør og tað
standa nógvir pengar upp á
spæl. Liverpool er á gáttini at
blíva meistari fyri fyrstu ferð
í 30 ár, og vilja ikki geva tann
møguleikan vekk. Hvussu skalt
tú fyrihalda teg til Champions
League luttøkuna, um tú endar
kappingina nú? Franska felagið
Lyon hevur boðað frá sakarmáli,
nú teir standa eftir við ongum,
tí kappingin er endað.
Fleiri av víst á, at tað er órætt
víst at flyta lið niður. Í Hollandi
verður ongin niðurflytari, men
tað halda tey lítið um í felagnum
Cambuur, sum er 11 stig fremst
í næstbestu deildini, men ikki
sleppur upp. Og soleiðis halda
avbjóðingarnar fram.
UEFA hevur eisini nógvar
pengar upp á spæl og vil hava
avgreitt Champions League
kappingina. Her er ein avbjóð
ing, at mynduleikarnir hava
forbjóðað fótbólti fram til í
septembur, men bæði Paris
Saint Germain og Lyon eru enn
við í kappingini. PSG hevur
boðað frá, at felagið er sinnað at
spæla sínar heimadystir í einum
øðrum landi.
Stuðulin frá UEFA
er ikki ein stuðul
Síðst í apríl boðaði UEFA frá, at
øll limalondini fingu útgoldið
32 milliónir krónur í part. Hetta
er smápengar fyri tey stóru
londini, men fyri føroyska Fót
bóltssambandið er hetta ein risa
upphædd. Tað fekk eisini kjakið
í gongd um hvat pengarnir
skuldu brúkast til, men forsetin
í Fótbóltssambandinum var
skjótur at rætta tíðindini um,
at hetta var ein koronastuðul,
tí talan er í veruleikanum um
pengar, sum í stóran mun eru
longu játtaðir til eitt nú Tórsvøll.
- Hetta er pengar, sum vit
hava roknað við, so hetta eru
ikki nýggir pengar, tíverri. Tað,
sum UEFA hevur gjørt her, er at
frígeva likvitet og hevur slept
bindinginum, sum vanliga fylgja
við. Men orsaka av at vit longu
hava játtað pengarnar til Tórs
vøll, so kunnu vit ikki deila peng
arnar út til nakað annað, sigur
Christian F. Andreasen, forseti í
Fótbóltssambandinum.
Hann sigur, at flestu av peng
unum er játtaðir til eitt nú Tórs
vøll og raksur av eitt nú dómara
og venjaravirksemi, sum verður
fíggjað gjøgnum UEFA.
- Vit fáa pengar frá UEFA
deils til rakstur. Tað eru nakrar
treytir, sum fylgja við. Eitt nú
at vit eru partur av dómara- og
venjarafelagsskapinum, so vit
fáa pengar til at rinda fyri tey
endamálini. So fáa vit pengar
til íløgur. Tað er áleið átta
milliónir krónur um árið. Teir
pengarnar hava vit játtað til
Tórsvøll. Tað vil siga, at tað er
ikki nakað nýtt í hesum her. Tað
eru ongir eyka pengar í hesum,
men vit fáa teir bara útgoldnar
fyrr. Í hesum sambandi hevur
tíðindaflutningurin verið eitt
sindur misvísandi haldi eg, sigur
Christian F. Andreasen við FM1.
Fyrimunir
at fáa
útgjaldið
Hóast talan er um
pengar, sum eru
játtaðir til íløgur
og rakstur, er tað
ein fyrimunur fyri
Fótbóltssambandið,
at pengarnar koma
nú.
- Ja, tað er ein
fyrimunur. Tað ger
okkara samlaðu mynd
betri og vit kenna okkara
støðu. Tað at vit kunnu brúka
pengarnar sum vit vilja, gevur
okkum eisini eina ávísa fríheit.
Tí vit vóru eisini eitt sindur í
íva um, hvussu tað fór at blíva
við HatTrick-pengunum, og um
UEFA var so hart rakt at tað fór
at ávirka HatTrick-pengarnar.
Tað ger tað tíbetur ikki í hesum
umfarinum. Hetta eru góð
tíðindi, men tað eru tíverri ongir
nýggir pengar, sigur Christian F.
Andreasen.
Hann leggur tó dent á, at
tað verður arbeitt við at finna
eina loysn, so feløgini kunnu
fáa hjálp. Millum annað hevur
arbeitt verið við at fáa útgoldið
HatTrick-pengarnar fyri 2021.
- Vit hava roynt at fingið
UEFA at gjalda úr HatTrick
grunninum fyri komandi
útgjald eisini, men tað fingu
vit avslag uppá. Tað ætlaðu vit
at fáa ígjøgnum fyri at hjálpa
feløgunum, men tað hava vit
ikki fingið í gjøgnum enn. Vit
arbeiða við at finna útav hvørjir
møguleikar eru. Vit eru í dialogi
við UEFA og tað arbeiði er sum
so ikki liðugt, sigur Christian F.
Andreasen og leggur afturat:
- Vit vita ikki hvussu okkara
egna støða verður av hesum. Vit
kenna ikki avleiðingarnar av
framtíðarinntøkunum orsaka
av koronakreppuni. Korona
hevur eisini havt sína ávirkan
á inntøkurnar hjá UEFA, tí EM-
endaspælið er útsett í eitt ár
og Champions League finalan
er útsett, so tað stendur nógv
upp á spæl. Tað ger eisini, at
vit fáa ikki disponerað pengar
til feløgini beint nú. Vit halda
fram at arbeiða við tí og hava
kunnað feløgini um tað. Vit
Ongantíð hevur áhugin verið størri fyri føroyskum liðfótbólti, enn tá
landskappingin endiliga byrjar leygardagin. Norska TV2 hevur keypt
rættindini til 12 tey fyrstu umførini og føroyska landskappingin
er tann fyrsta í Evropa, sum byrjar aftur eftir koronasteðgin
ØLL EYGU
ØLL EYGU
VEND MÓTI
VEND MÓTI
FØROYSKUM
FØROYSKUM
FÓTBÓLTI
FÓTBÓLTI