Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 40 37 eru bara ikki komnir hartil, at vit kunnu taka eina endaliga avgerð beint nú. Tað má koma eitt sindur seinni, sigur forsetin í Fótbóltssambandinum. Steypafinalu í desembur Her í Føroyum hevur eisini verið arbeitt við ymiskum loysnum. Ongin landsdystur verður fyrr enn í fyrsta lagi í heyst. Í løtuni er loysnin at spæla næstan út í eitt fram til 5. desembur, tá steypa­finalan verður. Tað verður gjørt pláss fyri, at eitt felag verður rakt av korona­ smittuni, so liðið endar í sóttar­ haldi, men annars verður spælt næstan út í eitt. Tað verður ein lítið steðgur í summar, men annars verður spælt í bæði juni og juli. Her skal eisini verða pláss fyri Europa League og Champions League, sum vænt­ andi verða nakað seinni í ár enn van­ligt. Síðani verður kappingin um Løg­manssteypið í novembur og desembur. Hetta millum annað fyri at tey feløgini, sum ikki koma víðari kunnu fara í vetrarferiu, men eisini um korona­smittan skuldi gjørt eitt ordans hál, so er møguleiki at strika Løgmanssteypið 2020. Vil heilt illa til er tað eisini ein møgu­leiki at spæla 18 umfør, heldur enn tey 27. Reglugerðin sigur, at eru trígg­ir spælarar í sóttarhaldi, so verður dysturin avlýstur. Fyri­bils verða dystirnir uttan áskoðar­ar og tað fylgja fleiri leið­beiningar við. Øll sum eru á og rundanum vøllin skulu skrá­ setast. Spælararnir skulu skifta heima og taka ikki í hondina á hvørjum øðrum undan byrjan. Rógvi Baldvinsson – maðurin aftanfyri avtaluna við norska TV2 Norska TV2 hevur keypt rætt­ indini til 12 tey fyrstu um­førini í Betri deildini hjá monnum í 2020. Maðurin aftanfyri avtaluna er føroyski landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson. Tað var hann, sum setti hol á samskiftið, ið endaði við føroyskum fótbólti í norskum sjónvarpi. -Eg ringdi til stjóran í Tele­ varpinum, Edvard í Skorini Joen­sen, fyri áleið trimum vik­ um síðani. Eg spurdi hvussu tað var við rættindunum til at vísa føroyskan fótbólt, og um eg kundi selja tey víðari, fortelur Rógvi Baldvinsson í samrøðu við In.fo. Síðani ringdi hann til Vegard Jan­sen Hagen, sum stendur á odda fyri ítróttinum á norska TV2. Her lat Rógvi Baldvinsson honum hugskotið um at vísa føroyska fótbólt, og samstundis gera eitt nú kappingar við Dreyma­liðnum og odds til vedd­ ingar­fyritøkurnar, sum hungra eftir ítrótti. -Tað er eisini fótbóltur í londum sum Hvítarusslandi, men hann var við upp á tað, tí næstan ongin er smittaður við korona í Føroyum og tað er trygt. Eisini eru nakrir profilar í føroysku kappingini, sum kunnu gera tað áhugavert at fylgja við, sig­ur Rógvi Baldvinsson. Her nevnir hann spælarar sum Atla Gregersen, Adrian Justinus­sen, Jóannes Bjartalíð. Eisini heldur hann fyri at KÍ er áhuga­vert, tí teir hava ein norskan áleypara í Ole Erik Midt­skogen, meðan B36 hevur eitt spennandi lið við spælarum sum Meinhardi E. Olsen og Sonna Ragnar Nattestad, sum báðir hava spælt í Norra. Rógvi verður í studio Hann verður partur av toymi­ num hjá TV2. Enn er ikki heilt greitt hvønn leiklut Rógvi Baldvinsson fær, men helst verður hann partur av toymi­ num, sum situr í studio. -Tað er ætlanin at eg skal verða partur av toyminum, men beint nú vita vit ikki hvussu tað verður. Eg vænti at eg verið í studio, meðan teir hava frásøgufólk til at siga frá dystunum, sigur Rógvi Bald­ vinsson. Norsku frásøgufólkini koma at sita í studio í Bergen, har TV2 hevur sítt høvðusstudio. Ein av or­søkunum er koronasmittan og til­mælið um at sita í sóttarhaldi í tvær vikur, tá tú kemur til land­ ið. Dystirnir verða vístir á TV2 Sport og TV2 Sumo. Føroyski lands­liðsspælarin hevur eisini fingið til uppgávu at gera før­ oyskan fótbólt spennandi fyri norska hyggjaran. -Í løtuni eru vit í holt við at gera upptøkur við Atla Greger­ sen, sum er ein fantastisk týpa, ið eisini kann skapa áhuga við síni persónligheit. Vit gera eisini upptøkur við eitt nú Adrian Justinussen, sum er spennandi spælari at fylgja. Seinni fara vit at gera meira við feløgini sjálvi, sigur Rógvi Baldvinsson. Norska TV2 fer leygardagin at vísa dystirnar HB-EB/Streym klokk­an 15, KÍ-B36 klokkan 17 og AB-Víkingur klokkan 19. -Eg havi hoyrt frá onkrum felagi í Føroyum, har fólk ringja úr Norra og spyrja um tú kanst keypa spælaratroyggjur hjá felagnum. Onkur annar ætlaði at gera ein fjepparabólk, so tað er áhugi og tað er positivt, sigur Rógvi Baldvinsson. - TV2 er góðir til at gera pro­ filar. Vit skulu skapa nakrar pro­ filar í føroyskum fótbólti, sum fólk kunnu kenna seg aftur í. Før­oyskur fótbóltur er fínur fót­bóltur. Tað besta er at vit mark­narføra Føroyar, og kanska hjálpur hetta onkum spælarum at sleppa víðari, sigur Rógvi Bald­vinsson, sum hevur havt úr at gera seinastu dagarnar. -Eg havi mítt vanliga arbeiði í út­varpinum her, umframt at eg spæli fótbólt, so tú kanst siga at eg havi havt úr at gera, sigur Rógvi Baldvinsson. TV2 hevur sum mál at vísa tríggjar dystir fyri hvørt um­ far. Rógvi Baldvinsson hevur verið ein stórur partur av at fáa samskipað dystirnar. Hann hevur havt samskiftið við før­ oysku venjararnar og fel­øg­ini, nú dystarskráin skal tillagast norska TV2. -TV2 ynskir at vísa tríggjar dystir í hvørjum umfari. Eg havi verið í samband við næstan allar venjararnar og flestu av for­ monnunum. Tey hava øll verið góð at tosa og samstarva við, sigur Rógvi Baldvinsson. Hann nevnir eisini, at sam­ starvið við Edvard í Skorini Joen­sen, Televarpið, Vegard Jan­ sen Hagen, TV2 Norra og Hans Erik Danielsen úr føroyska Fót­ bóltssambandinum, hevur verið avgerandi fyri at alt er komið upp á pláss. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Í sambandi við at fótbólturin byrjar aftur, hevur FSF gjørt hesi tilmæli til feløgini í sambandi við skipan av venjing og dystum hjá bestu deildunum deildum: • Um man er sjúkur, er man heima og møtir ikki til venjing. Um man ivast, er man eisini heima. • Sjúkutekin: Fepur, ilt í hálsinum, hosti, trongd • Skiftingarrúm og styrkirúm eru stongd – leikarar skifta heima áðrenn og aftaná venjing. • Er felagsfundur áðrenn ella aftaná venjing, eiga bólkar á max. 10 persónar at sita saman við í minsta lagi 2 metrar frástøðu millum hvønn leikara. Mælt verður til at skipa videofundir um gjørligt. • Leikari hevur sín egna drekkidunk við til venjing. • Allur leikarahópurin kann møta til venjing. • Bólturin kann verða ein smittukelda, og skal vaskast áðrenn og aftaná venjing. • Vestar og venjingarútgerð skal í mestan mun handfarast av sama persóni, og útgerðin skal vaskast áðrenn og eftir venjing. • Allir leikarar og venjarar/hjálparfólk skulu vaska/ spritta hendur áðrenn og aftaná venjing. Í samband við dyst: • Um man er sjúkur er man heima og møtir ikki til dyst. Um man ivast, er man eisini heima. • Sjúkutekin: Fepur, ilt í hálsinum, hosti, trongd. • Skiftingarrúm eru tøk – har møguligt, eru í mesta lagi 10 leikarar í hvørjum skiftingarrúmi, teir somu leikararnir áðrenn og eftir dyst. Í hálvleikinum er loyvt at hava allan hópin í sama rúmi. • - Um skiftingarrúm verður nýtt til fleiri ymisk lið sama dag, skal rúmið vaskast/ sprittast í millum dystirnar. • Er felagsfundur áðrenn dyst, er loyvt at samla allan hópin í stórum høli, í minsta lagi 2 metrar ímillum hvønn leikara. • Leikari hevur sín egna drekkidunk við til dyst. • Bólturin kann verða ein smittukelda, og skal vaskast áðrenn og aftaná dyst • Vestar og venjingarútgerð skal í mestan mun handfarast av sama persóni, og útgerðin skal vaskast áðrenn og eftir dyst. • Leikarar heilsast ikki við lógvataki áðrenn og aftaná dyst • Allir leikarar, venjarar/hjálparfólk, dómarar og bóltdreingir/gentur skulu vaska/ spritta hendur áðrenn og aftaná dyst • Heimafelag hevur ábyrgd av at nóg mikið av spritti er í skiftingarrúmunum • Allar fjølmiðlasamrøður við leikarar skulu gerast uttandura • Dystir í nevndu deildum skulu spælast uttan áskoðarar • Heimafelag skal tryggjað, at eingin áskoðari er á ítróttarøkinum, ið er økið, sum vanliga verður kravt atgongumerki til. Tey fólk, sum hava atgongd til dystir, eru: • Í mesta lagi 18 leikarar x 2 • 8-10 venjarar og leiðarar x 2 • 4 dómarar og 1 eygleiðari • umleið 15-20 hjálparfólk • Í mesta lagi 6 bóltdreingir/gentur • Fólk, sum hava arbeiðisuppgávur (landsliðsvenjarar, fjølmiðlar v.m.)