Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 40 38 TRÓNDUR ARGE T að eru eftirhondini sjey mánaðir síðani, at KÍ vann FM við sigri á B36 í seinasta umfarinum av landskappingini í fjør. Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð, er einki nýtt lið í deildini, tí ongin uppflytari var í 1.deild. Tað merkir at bæði ÍF og EB/ Streymur, sum endaðu undir niður­flytingarstrikuni, er við aftur í ár. Allir dystirnir í 1. umfari verða leygar­dagin. teir fyrstu dystirnir byrja klokkan 15, meðan seinasti dysturin byrjar klokkan 21 á Argjum. 1. umfar bjóðar upp á eina endurtøku av FM-finaluni í fjør og eina uppgerð millum feløg, sum endaðu í botn-fimm. Tað er dysturin á Skála millum Skála og ÍF. Hinir tríggir dystirnir eru millum topp-fimm og botn- fimm feløg. NSÍ fær vitjan av TB, HB tekur móti EB/Streymi og Víkingur er á Argjum. NSÍ-TB Dómari: Kári J. á Høvdanum LEYGARDAGIN KLOKKAN 15 Tað eru nakrar broytingar við Løkin í ár. Guðjón Þórðarson er útskiftur við svenska Glenn Ståhl, sum eisini var venjari hjá Suðringum í 2017. Norski miðvallarin, Peder Ner­sveen, sum spældi allar 27 dystirnar á miðvøllinum í fjør, er farin av landinum. Eisini eru spælarar sum Einar Tróndar­ gjógv og Øssur Dalbúð (HB) eru ikki við, meðan Pól Johannus Justinussen fyribils er givin. Tað er ein møguleiki fyri at hann spælir í seinnu hálvu. Tilgongdin telur spælarar sum Rógvi E. Nielsen (EB/ Streym­ur) og Jákup Jakobsen (Skála). Teir hava spælt í eini trý­mansverju saman við Jóhan Troest Davidsen. Karstin Han­ sen og Haraldur Højgaard eru komnir úr Skála og Alfred San­ koh kom úr svenskum fótbólti, men hann er longur farin aftur eftir nøkur vánalig avrik í venj­ ingardystunum. Jóhan Troest Davidsen hevur leikbann í fyrsta dystinum, men tað er ivasamt um Oddur Højgaard fær avloyst í verjuni, tí hann er hevur trupulleikar við fótinum. Gestirnir eru eisini í broyttari út­gávu við nýggjum venjara. Talan er um týskaran Michael L. Winter, sum hevur roynir úr donskum fótbólti, har hann hevur fingið fýra spælara til trongis­vágs at spæla. 19 ára gomlu Rasmus Kawiecky Møller og Sebastian Benjamin Kron­er, 25 ára gamli málverjin, Fre­derik Mehder og 24 ára gamli áleyp­ arin Mads Raben, sum er komin úr Dalum. Nakað av frágongd er eisini. Milos Budakovic er farin til ÍF, meðan Luc Michael Jeggo, Ivan Ivanovic og Veljko Vukovic eru farnir av landinum aftur. Har­til er lokali miðvejrin, Teitur Olsen, heldur ikki við komandi kapp­ ingarár. NSÍ er væl fyri og vann millum annað 9-1 á AB í venjingardysti á Argjum fríggjakvøldið. Tað er tor­ført at meta um styrkina hjá TB, tí so nógvar broytingar eru á liðnum, men higartil verður sagt at talan er um eitt styrkt TB-lið, sum trívist væl undir leiðsluni av Michael L. Winter. NSÍ er favorittur. SOSIALURIN TIPPAR: 3-1 HB-EB/Streymur (Beinleiðis á FM1) Dómari: Eiler Rasmussen LEYGARDAGIN KLOKKAN 15 Vertirnir úr HB taptu eft­ir brots­ sparkskapping í stór­steypa­ dystinum móti KÍ tíðliga í mars. Teir tóktust tá mangla tað sein­ asta í spælinum. Við Adriani Justinus­sen vil HB altíð verða stór­favorittur í einum slíkum dysti, og tað prógvaði hann eisini í seinasta venjingardystinum, sum var leygardagin móti Vík­ ingi, tá hann skoraði úr áleið 50 metrum. Jens Berthel Askou er nýggj­ ur venjari og við sær hev­ ur hann fyrrverandi týska yrkisspælaran Kevin Schind­ ler sum hjálparvenjara. Úr Dan­mark eru komnir Delphin Tshiembe, Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch og føroyski U21-landsliðsspælarin, Teit Jacobsen, ið er givin í Sønder­ jyske. Hann er ein av fimm spæl­arum, sum ikki verða við. Jógvan Rói Davidsen, Jákup L. Thom­sen, Tróndur Jensen og Hørð­ur Askham eru allir skddir. Heri H. Mohr komin heim aft­ ur úr AB, Heðin Hansen er komin úr Víkingi, Øssur M. Dalbúð úr NSÍ og Jákup Højgaard komin úr júst EB/Streymi, ið er mót­ støðuliðið leygardagin. Á pappírinum kann hetta blíva eitt langt kappingarár fyri sunda­lagsmenn. Spælarar sum Rógvi E. Nielsen, Hans Pauli Samuelsen, Arnar Dam, Svein Knút Magnussen, Steffan Á. Løkin og Ragnar Samuelsen eru ikki við í ár. Tað gekk eisini rúm tíð, áðrenn Jákup Martin Joen­ sen játtaði at halda fram sum venjari. Síðani hava boðini verið betri. Hjalti K. Djurhuus og Símun Sól­ heim eru komnir úr HB, Magnus Heinason og Fannhard Skoradal er komin úr Víkingi, Bjarni Petersen er leigaður úr B36 og Bjarki Zachariasen er komin úr donsk­um fótbólti. Venjingardystirnir vísa greitt, at HB ætlar at leggja høgt trýst í sínum spæli, við tí fyri eyga at vinna bóltin langt frammi á hálvu­ni hjá mótstøðuliðnum. Tey eru ikki mong, sum vænta nógv av EB/Streymi, men leygar­ dagin spældu teir ein fínan dyst móti B36 í Gundadali. SOSIALURIN TIPPAR: 2-0 Skála-ÍF Dómari: Rúni Gaardbo LEYGARDAGIN KLOKKAN 16 Tað sá einki út hjá Skála við kappingarenda. Ari Olsen og Jákup Johansen fóru við venjara­num, Eyðuni Klakstein, til Víking. Jákup Jakobsen er farin til grannarnar úr NSÍ sam­ an við Karstini Hansen, sum var útleigaður til Skála, og Haraldi Højgaard. Janus S. Samuelsen er farin til AB. Nú er tó betri tíðir. Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Teit­ur Reinert Joensen og Pætur Dam Jacobsen hava longt, meðan tiltongdin telur Bárð á Reyna­trøð og Hjalta Strømsten úr Víkingi og Jóhan Waag Høgne­sen úr KÍ. Tað er komið nýtt lív í ÍF, sum bara fekk seks stig farna Betri deildin 1. umfar: Leygardagin klokkan 15 verður landskappingin í føroyskum mansfótbólti endiliga skotin í gongd. Tað verður uttan áskoðarar og uttan lógvatak. Korona hevur sett síni spor á heimin, men sum fyrsta landið í Evropa, so fer fótbólturin í Føroyum í gongd aftur Ikki við: Pedro Taracon Anton (loyvi ikki upp á pláss), Filip í Liða (1-2 mánaðir, ryggurin), Jákup Pauli Breckmann (leikbann) Ivasamir: Jón Krosslá Poulsen (ryggurin) Ikki við: Sebastian Pingel (knæið, ógreitt hvussu leingi) Ivasamir: Hugin Samuelsen (vøddaskaði), Brian Jakobsen (lærkrikin) Ikki við: Bjarki Zachariassen (lærkrikin), Fannard Skoradal (lærkrikin) Ikki við: Tróndur Jensen (krossband, langtíðarskaddur), Hørður Askham (krossband, langtíðarskaddur), Jákup L. Thomsen (knæið, óvist), Teit Jacosen (skurðviðgjørdur í knænum, 4-6 mánaðir), Jógvan Rói Davidsen (brotið rivjabein, 3-4 vikur) Skaddur: Óli Eyðsteinsson Poulsen (knæið) Ivasamir: Jákup B. Andreasen (lærkrikin) og Børge Petersen (vøddaskaði) LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR KÍ FÓTBÓLTUR UTTAN FÓTBÓLTUR UTTAN ÁSKOÐARAR ÁSKOÐARAR OG OG LÓGVATAK LÓGVATAK