Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 40 39 kapp­ingarár. Frágongdin telur Dávid Langgaard, Petur Mein­ hard Magnussen (FC Hoy­vík) og Holgar Durhuus, meðan spælarar sum Høgni Zacharias­ sen, Alex dos Santos, Sverri Ellings­gaard og Frank Poulsen eru givnir. Nýggir í hópinum eru Milos Budakovic úr TB, Filip Djord­ jevic úr Víkingi, Jens Joensen úr næstbesta liðnum hjá KÍ, Sjúrð­ur Pauli Nielsen er leigaður úr NSÍ og nýggjur áleypar úr Serbia er Uros Stojanov. Sein­asti trumfurin var at fáa Hák­un Edmundsson til felagið. Hann hevur verið illa raktur av skaðum, men nú er hann tøkur og spælir á verjukenda mið­ vølli­num hjá ÍF. Hetta er ein torførur dystur at meta um, tí bæði liðini eru í broyttari útgávu. Skála hevur mist og ÍF hevur fingið tilgongd, so lættast er at siga at tey møtast á miðjuni. SOSIALURIN TIPPAR 1-1 KÍ-B36 (Beinleiðis á FM1) Dómari: Alex Troleis LEYGARDAGIN KLOKKAN 17 KÍ vann Stórsteypadystin í mars mánaði og harvið Stór­steypið fyri fyrstu ferð í søguni hjá felagnum. Tað hava verið nakað av útskiftingum í hópinum. Lykla­spælarar sum Simen Sand­mæl og Semir Hadzibulic eru farin av landinum saman við Torbjørn Grytten, Magnus Stam­nes­trø og Darius Lewis. Tilgongdin telur Alessio Hyseni, sum kemur úr AC Hor­ sens í Superliguni í Danmark, Sebastian Avanzini og tríggjar spæl­arar úr HamKam. Odmar Færø, Ole Erik Midtskogen og Abubakar Ibrahim Aliyu. Síðstnevndi hevur ikki fingið loyvini upp á pláss enn, meðan sam­starvið við Sebastian Avan­ zini er endað. Hann fekk ikki familjulívið at hanga saman við at vera í Føroyum. Hjá B36 er ein profilur í Lukaszi Cieslewicz farin til Víking, meðan Jónas Tór Næs og Hans Jørgensen eru givnir. Hannes Agnarsson og Gilli Samuel­sen verða ikki partur av hópinu í fyrru hálvu. Leingi sá út til, at tilgongdin skuldi telja Sebastian Pingel, ið er komin aftur úr HB, eyka­ mál­verjan Mattias Lamhauge (HB) og Ragnar Samuelsen, sum hevur verið útleigaður til EB/ Streym. Men stutt undan at flyt­ingar­ vindeygað lat aftur kunngjørdi B36 tvey stór nøvn í føroyskum fótbólti. Sonna Ragnar Natte­ stad og Meinhard E. Olsen. Tveir spælarar, sum gera at B36 ikki kann roknast sum annað enn ein favorittur saman við KÍ. KÍ prógvaði til stór­steypa­ dystin, at liðið er væl samaspælt og hevur fleiri streingir at spæla uppá. B36 hevur verið á eini góðari leið í uppstartinum. Við Sonna Ragnar í miðverjuni hevur B36 vápnini til at av­monterað framrættaðu spælar­ar­nar hjá KÍ. Hetta er eitt satt brak at byrja kappingarárið við. Tað eru tekin um, at KÍ hevur munin. Teir hava fleiri spælarar, sum kunnu skjóta mál og skapa avgerandi støðurnar. Eitt nú hevur nýggi áleyp­arin, Ole Erik Midtskogen, víst góðar dygdir. Tað lættasta er at tippa ein javn­leik. Tað kunnu bæði liðini liva við og einki verður avgjørt í fyrsta umfari. SOSIALURIN TIPPAR 1-1 AB-Víkingur (Beinleiðis á FM1) Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen LEYGARDAGIN KLOKKAN 19 Tað er nógvar brytingar á Argj­ um. Nýggj nevnd er komin til og samstundis endaði samstarvið við venjaran, Sorin Anghel. Nýggj­ur venjari er Símun Samuel­sen, sum skal standa á odda fyri liðnum saman við Tonny Brimsvík. Vekk eru spælar­ar sum Heri H. Mohr (HB), Eli S. Christiansson (Dk), Mikkjal Hentze (givin), Jobin Drangatsein (givin), Leivur H. Joensen (Dk) og Bárður Olsen (1. deild B36). Størsti sakn­urin verður nokk í danska mál­verjanum, Tobias Larsen, og U21-landsliðsspælaranum Lukas Giessing, sum báðir komu til í summar. Teir vóru munurin í fleiri av dystunum, sum AB vann eftir summarsteðgin. Lukas Giessing hevur skift til danska AB Gladsaxe. Tilgongdin telur ungu mál­ verj­arnar, Silas Eyðsteinsson og Bjarta V. Mørk og roynda áleyp­ aran, Adeshina Lawal (Vík­ingur). Eisini er spanskt íslett við Pedro Taracon Anton, sum er komin úr B68, men hann kann ikki spæla á besta liðnum, tí hann tað eru avbjóðingar við loyvinum. Janus S. Samuelsen er komin úr Skála, men hevur ikki verið so nógv á vøllinum í venjingardystunum, meðan Dávid Langgaard, sum er komin úr ÍF, longur er givin. Tað eru nýggjar tíðir í Vík­ ingi. Eyðun Klakstein er nýgg­ ur venjari og við sær av Skála hevur hann Ara Olsen og Jákup Johansen. Úr B36 er komin Lukasz Cieslewicz, sum hevur arbeitt saman við Eyðuni Klak­ stein í B36. Eisini er Finnur Justinussen er komin heim aftur at skjóta mál fyri Víking. Vekk eru spælarar sum Hanus Jacobsen og Dion B. Splidt, Heðin Hansen (HB), Filip Djord­jevic (ÍF), Adeshina Lawal (AB) og Bárður á Reynatrøð (út­ leig­aður til Skála). AB hevur avbjóðingar í verju­ partinum, meðan Víkingur hev­ ur allar mans tøkar. Tað er ein favoritt leiklutur til gestirnar, sum tó skulu spælast saman. SOSIALURIN TIPPAR 1-3 TRONDUR@SOSIALURIN.FO Betri deildin menn 1. umfar: LEYGARDAGIN 6. MAI: NSÍ-TB (15.00) HB-EB/STREYMUR (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 SKÁLA-ÍF (16.00) KÍ-B36 (17.00) BEINLEIÐIS Á FM1 AB-VÍKINGUR (19.00) BEINLEIÐIS Á FM1 Jákup Ósá vann 2019 Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. Í fjør vann Jákup Ósá við einum stigi. Tipping: Tipping 1. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: NSÍ-TB 1 HB-EB/STREYMUR 1 SKÁLA-ÍF X KÍ-B36 2 AB-VÍKINGUR 2 JÁKUP ÓSÁ: NSÍ-TB 1 HB-EB/STREYMUR 1 SKÁLA-ÍF 2 KÍ-B36 X AB-VÍKINGUR 2 TRÓNDUR ARGE: NSÍ-TB 1 HB-EB/STREYMUR 1 SKÁLA-ÍF 2 KÍ-B36 X AB-VÍKINGUR 2 STIGATALVAN ENDALIGT 2019: 1. JÁKUP ÓSÁ 88 STIG 2. LEIVUR FREDERIKSEN 87 STIG 3. TRÓNDUR ARGE 87 STIG Allir tøkir Ikki við: Johan Troest Davidsen (leikbann, 1 dyst) Ivasamur: Oddur Højgaard (fótskaði) Ikki við: Edvin Jakobsen (knæið, 2-3 mánaðir), Aksel B. Danielsen (knæið, nakrar vikur) Ivasamir: Teitur R. Joensen og Karl Martin Jakobsen. Ikki við: Eirikur M. Ellendersen (knæskaði, 2 vikur), Bartal Gram (andlitskaði, 8 vikur) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Allir tøkir TB ÍF