Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020 SOSIALURIN 41 4 ANNIKA KUNOY IM T á 38 ára gamla klaks­ víks­dáman Gunnvá Gaard var um tvey ára aldur, varð hon ætt­ leidd úr Suðurkorea til Klaks­ víkar. Og í 2015 - 31 ár eftir, at hon kom til Føroya - vitjaði hon fyrstu ferð aftur í Korea og fekk sam­band aftur við biologisku mammu sína, hálvsystkini og aðrar familjulimir. Nú er hon so aftur í Suðurkorea á fjórða sinni, og hesu ferð er ætlanin at steðga nakað longri og læra seg koreanska málið. Gunnvá Gaard hevur magnar ævintýraferðir í skjáttini. Millum annað hevur hon fyrr verið á málskúla bæði í Onglandi og í Spania og verið í Suðuramerika og lært seg at dansa sala. Hon hevur altíð hevur dámt væl at ferðast og hon hevur vitjað og búð í nógvum ymiskum londum og mentanum. Hon greiðir frá, at henni longdist eftir eini broyting í gerandisdegi sínum heima í Føroyum, og hon valdi tí at biðja um farloyvi frá starvi sínum í eitt ár. Tað fekk hon. Nú vildi hon royna okkurt øðrvísi. – Eg var í Korea í oktober í fjør, og tá birtist tankin um at flyta til Korea í eitt longri tíðar­ skeið, tí eg trívist ordiliga væl her. Í desember mánaða bað eg um farloyvi, og so fór eg at søkja inn a ymiskar koreanskar mál­ skúlar og at søkja um lestrar­ stuðul, sigur Gunnvá Gaard um avgerðina at fara aftur til røtur­nar í Korea og læra seg koreanska málið. – Tá tú ert í einum nýggjum landi og dugur eitt sindur av máli­num, letur tað dyrnar upp til ein nýggjan heim, har tú kanst læra um mentanina á ein heilt øðrvísi hátt, enn tá tú bert tosar enskt, sigur Gunnvá Gaard. – Tá tú ferðast nógv, kennist heim­urin lítil, og tað er lætt at fara avstað. Størsta orsøkin til, at eg valdi at fara var, at eg hevði hug til at taka eitt øðr­ vísi ár at menna meg í. Valið fall á Suðurkorea, tí her havi eg familju, sum eg illa fái sam­skift við vegna væntandi mál­før­ leikar, sigur hon síðani. Samskifti við koreansku familjuna – Tá eg fekk farloyvið, hugsaði eg, at eg vildi nýta árið til per­són­ liga menning, og tað er upplagt at læra eitt nýtt mál. Ein onnur orsøk til avgerðina at fara til Korea var, at so at siga eingin av familju­limunum hjá mær í Korea tosar enskt. Tá eg samskifti við tey á netinum, nýta vit mest emojis, og tá vit eru saman, brúka vit hendurnar til at gera tekin og peika. Eg tími ordiliga væl at læra meg koreanskt, so eg betri fái samskift við familjuna, sig­ur Gunnvá Gaard. Júst hetta við samskiftinum hevur ginið striltið hesi árini, Gunnvá hevur havt samband við familju sína í Korea. Hon greiðir frá, at tey hava roynt við Google Translate, men koreanska málið er samansett á ein øðrvísi hátt enn tey germansku málini, og ofta eru misskiljinar, tá umsett verður. – Verður setningurin ov lang­ ur, so riggar ikki. Tað verða tí ofta bara til einstøk orð. Og vit hava als ikki samskift um hugsanir og meiningar, sigur hon. Gunnvá Gaard fekk játtað PERSÓNSØGA: Gunnvá Gaard – Ein ævintýraferð ella ein ferð aftur til nakað djypri. Kanska bæði. Kanska eitt sindur av hvørjum, nú 38 ára gamla Gunnvá Gaard úr Klaksvík hevur sett eitt ár av í kalendarinum til at læra seg koreanskt í Korea, haðani hon varð ættleidd sum næstan tvey ára gomul AFTUR TIL AFTUR TIL KOREA KOREA AT AT LÆRA SEG LÆRA SEG KOREANSKT KOREANSKT Gunnvá og mamman fingu samband við hvørja aðra fyri fimm árum síðani