Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020 SOSIALURIN 41 5 lestrar­stuðul til tvey málskeið á tveim­um universitetum. Hon hevði ein fyrimun, tá hon søkti um lestrarstuðulin, av tí at hon er ættleidd úr Korea. Fyrsta skeiðið var á Sogang University í Seoul, og hetta skeiðið átti at byrja í vár, men varð vegna korona útsett til seinni í summar, og nú er óvist, um skeiðið verður hildið á vanligan hátt, ella um tað verður á netinum. Seinna skeiðið verður í heyst á Ewha Univeristy. Gjørdist jogalærari í bíðitíðini Tá skúlin útsetti byrjunardagin, valdi Gunnvá at fáa sum best burtur­úr bíðitíðini, nú hon hevði tikið farloyvi. Hon byrjaði tí fríárið á Indinesisku oynni Bali, sum er vælumtókt ferðamál, har hon tók eitt skeið sum joga­ lærari. – Hetta var fyrstu ferð, eg vitjaði í Bali, og tað var ein ser­ støk uppliving. Har ætli eg mær heilt víst at vitja aftur, sigur hon spent. – Tá eg var í Bali, fekk eg teldu­postar og sms boð frá donsku uttanríkistænastuni um, at nú mátti eg koma heim, tí nú var síðsta útkall, og nú var støðan um at verða hættislig. Um hetta mundi stóð illa til í Evropa, men støðan var við at gerast nógv betri í Korea, sigur hon frá. – Eg umhugsaði tá at fara heim aftur til Føroyar, tí eg kundi ikki byrja á universitetinum í Seoul. Eg fór at missa ov nógv av undirvísingini, tí eg skuldi í sóttar­ hald í tvær vikur, tá eg var kom­in inn í landið. Av tí at út­lit­ ini í Korea vóru góð tá, valdi at fara til Korea. Eg eri her nú, og eg veit ikki, hvussu komandi tíðin fer at verða, tí tað er tengt at, hvussu koronafarsøttin fer at ávirka, sigur Gunnvá Gaard, sum nú er í Korea og bíðar eftir at avgerð verður tikin um fyrsta mál­skeiðið, sum hon skal á. Hon kom inn í landið 2. apríl og fór síðani í sóttarhald í tvær vikur. 19 apríl byrjaði Suður­ korea at lata upp aftur. Síðani sóttarhaldið hjá Gunn­ vá var av, hevur hon verið í Seoul og bíðað eftir nærri kunning um skúlabyrjan. Hon nýtir dagarnar til at læra seg koreanskt heima, og so hevur hon eisini gangnýtt nýggja heitið sum jogalærari. Hon hevur nevniliga undivíst í joga á húsatekjuni, har hon býr Í Suðurkorea er várið í fullum blóma, hitin liggur um 20-25 stig. Meðan vit tosa í telefon er Gunnvá á veg út á gøturnar í millióna­býnum Seoul at fáa sær ein bita at eta. Bilarnir hoyrast floyta í bakgrundini, og hon heilsar upp á onkran, sum hon óivað kennir í stórbýnum, sum hon nú vitjar fyri fjórðu ferð. Meðan vit tosa, kemur hon til mat­stovuna, men nú er lukkað vegna korona. – Her var opið í síðstu viku, sig­ur hon so. – Tá eg kom til Korea, var ferð komin á landið aftur, tí tamarhald var á koronasmittuni. Men í síðstu viku var okkurt til­ feldi í Itaewon býarpartinum í Seoul, har eg búgvi. Júst nú eru gøturnar rættiliga tómar í júst hesum býarpartinum, tí myndug­leikarnir hava viðmælt, at fólk ikki fara for nógv út her júst nú, og eisini hava myndug­ leikarnir givið øllum møguleika til at verða testaði fyri korona, sigur hon. Fólk tosa ofta um hetta tómrúmið, sum ættleidd børn hava. Eg haldi, at tað eru nøkur, sum føla hetta tómrúmið og tosa um tað, men tað eru onnur, sum ikki kenna tað. Eg føli ikki hetta tómrúmið, tí eg seti røturnar í samband við tað kenda. Og tað kenda er ikki í Korea. Tað er í Føroyum Gunnvá hevur tvey hálvsystkin í Korea. Her er hon saman við systur síni Gunnvá hevur dagligar jogatímar á húsatekjuni, har hon býr