Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020 SOSIALURIN 41 6 PERSÓNSØGA: Gunnvá Gaard – Hesir nýggju tilburirnir av korona í býarpartinum har eg búgvi hava ávirkað frálæruna, sum eg hevði ætlanir um at hava í joga. Eg havi nýtt ein Face­book bólk at lýsa við, og eg hevði 12 fólk, sum skuldu koma til venjing, men seks av teim­ um avlýstu vegna korona. Eg veit ikki ordiliga, um eg kann halda áfram við at hava undir­ vísingina, ella um eg má avlýsa, sigur Gunnvá Gaard. – Annars siti eg eisini nakrar tímar hvønn dag og studeri koreanskt, men hóast koreanska málið er lætt at læra at lesa, so er tað torført at skilja. Eg havi tó fleiri vinfólk í Korea nú, tá eg havi vitjað nakrar ferðir, sigur hon. – Fyrstu ferð eg var í Korea, búði eg á einum gistingarhúsi. Tey starvsfólkini, sum arbeiddu har tá vóru ómetaliga hjálpsom, tá mamma mín ynskti samband við meg. Vit eru blivin væl og eru nógv saman, tá eg vitji í Korea. Býarparturin eg eri í er tó tann mest internationali býar­parturin í Korea, og hóast tað ikki gangar málførleikanum á sama hátt, havi eg valt hetta, so eg kann trívast, sigur hon u­m­ hugsin. Røturnar eru í Føroyum Spurd um valið at fara til Korea í eitt ár og læra seg koreanskt, so hon fær samskift við koreansku familju sína eisini er ein leitan aft­ur til upprunarøturnar í Korea, sigur Gunnvá avgjørd, at held­ur hon ikki, at tað er. – Røturnar hjá mær eru í Før­oy­um heima hjá mammu og babba í Víkunum í Klaksvík, sigur hon og leggur aftrat, at hon kennir ikki koreansku familju­na líka væl, tí hon ikki hevur kunnað samskift við tey. – Fólk tosa ofta um hetta tóm­ rúmið, sum ættleidd børn hava. Eg haldi, at tað eru nøkur, sum føla hetta tómrúmið og tosa um tað, men tað eru onnur, sum ikki kenna tað. Eg føli ikki hetta tóm­rúmið, tí eg seti røturnar í sam­band við tað kenda. Og tað kenda er ikki í Korea. Tað er í Før­oyum, sigur hon. – Heldur kennist hetta, sum nýggir kenningar, sum eg havi tað gott saman við. Men, tað hevur fylt ómetaliga nógv í lívi­ num hjá mammu míni, at hon gav meg frá sær, og tað hevur nógv at siga fyri tey, at eg læri meg koreanskt, tá tey ikki duga nakað annað mál, sigur Gunnvá Gaard framhaldandi. Hon veit enn ikki, hvussu leingi steðgurin verður í Korea –So leingi, sum eg trívist, so veri eg her. Eg taki tað eitt sind­ ur, sum tað kemur, sigur hon til endans. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Tá tú ferðast nógv, kennist heimurin lítil, og tað er lætt at fara avstað. Størsta orsøkin til, at eg valdi at fara var, at eg hevði hug til at taka eitt øðrvísi ár at menna meg í. Valið fall á Suðurkorea, tí her havi eg familju, sum eg illa fái samskift við vegna væntandi málførleikar Hetta er fjórðu ferð Gunnvá vitjar í Korea Her er Gunnvá avmyndað saman við mammu, systur og mostur síni Gunnvá hevur sett eitt ár av at læra seg koreanskt, so hon fær samskift við familju sína har