hósdagur 14. mai 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
7
ÁRNI GREGERSEN
F
øroyar hava verið eitt
samfelag við lítlari ferð
á síðani fyrstu korona
tiltøkini vóru sett í verk
12.mars.
Men nú er ferð sett á aftur
og hósdagin boðaði løgmaður
frá, at flieri av tiltøkunum, sum
hava verið í gildi seinastu tveir
mánaðirnar, verða nú linkað.
100 fólk kunnu nú savnast
í staðin fyri 50 og avstandurin
millum vanlig fólk noyðist ikki
at vera meira enn ein metur
móti tveimum metrum, sum tað
hevur verið higartil.
Um hví avstandurin nú kann
vera tað hálva, segði landslækn
in, at tað vísir seg, at tað gevur
betri verju móti smittuni við
reinføri enn frástøðan. Tað vil
siga, at tað ber til at sita nærri í
skúlum og annars og serliga tá ið
fólk sita rygg móti ryggi.
Her sum serligar umstøður
gera sedg galdandi – til dømis á
ellisheimum og annað – verður
framvegis mælt til, at tveir
metra frástøða verður hildin.
Øll sleppa nú aftur í skúla
og lørmaður segði, at tað eru
skúlarnir sjálvir, sum avgera
nær tað verður.
Áskoðarar til kappingar
At 100 fólk sleppa at savnast í
bólkum er ein partur av linkaðu
krøvunum, men nú fer eisini at
verða møguligt at fara til ítrótt
arkappingar.
Løgmsaður sigur, at fólk bæði
kunnu huyggja at kappróðri og
fótbólt, bert skulu feløgini skipa
so fyri, at tey ikki eru meira enn
100 saman.
-Vit halda tað hevur stóran
týdning, at samfelagið verður
normaliserað so nógv sum
møguligt, serliga nú ongin
smitta er í landinum. Av tí ay
tí at landamørkini eru so nógv
afturlatin enn, haldda vit hetta
vit gera nú, vera ráðiligt, sigur
løgmaður.
ÁRNI GREGERSEN
N
ógv tiltøk eru linkað,
men matstovur og
skeinkistøð sleppa
framvegis ikki at
hava opið longri enn til klokkan
22.
Festivalar vera ongir í mei
og juni og framvegis skulu fólk,
sum koma til Føroyar í 14 daga
sóttarhald.
-Eg haldi tað er fínt at til
mælini eru linkað, men má stað
festa, at vit framvegis eru rakt á
øllum økjum, har ongin linking
er, sigur Jóhannes Jensen, stjóri
í Gist og Vist.
Hann sigur, at fyri matstovur
nar gevur tað ikki meining at lata
aftur klokkan 22, tí tá ber ikki til
at selja borðini tvær ferðir eitt
kvøld – til dømis klokkan 19 og
klokkan 21.
-Tá ið klokkan er 22 hava tey
illa nokk fingið høvuðsrættin.
Og skal ein bert selja borðini
eina ferð hvørt kvøld, so hongur
tað ikki fíggjarliga saman, sigur
hann.
Gist og Vist selur eisini
nógvan mat á festivalunum og
fyritøkan hevur fleiri gisting
arhús.
-Jú longri tíð vit hava hesi
tilmælini, jú størri er neyðugt
at gera hjálparpakkan til
ferðavinnuna sum heild, sigur
Jóhannes Jensen.
Rakt á øllum frontum
Hóast tilmælini eru linkað nógv, so eru matstovur og gistingarhús
framvegis hart rakt av tilmælunum í sambandi við korona
Jóhannes Jensen, stjóri Gist og Vist
Nú kunnu 100 fólk hittast
-og øll sleppa í skúla aftur
Nýggju tilmælini gera
gerandisdagin meira
vanligan, men enn sleppa
ferðafólk ikki til Føroyar
Frástøða: Almenna tilmæli um
frástøðu verður broytt úr tveim
um metrum niður í ein. Sostatt
skalt tú halda frástøðu á minst
ein metur í almenna rúminum.
Kortini skulu vit halda frástøðu á
tveir metrar, har serlig atlit mugu
takast. Tað er til dømis, har fólk
í vandabólki eru, og har fólk eru
serliga í serliga stórum vanda fyri
dropasmittu – tað er til dømis, har
sangur, róp og ítróttur eru.
Fleiri fólk kunnu savnast:
Hetta verður nú broytt til 100
fólk. Tað vil siga, at vit kunnu í
mesta lagi savnast 100 – sjálvandi
við frástøðu.
Skúlar og útbúgvingar:
Á skúlaøkinum fara allir flokk
arnir aftur í skúla. Tað vil siga,
at í fólkaskúlanum fara eisini 6.
flokkur, 7. flokkur, 8. flokkur og
10. flokkur aftur í skúla skjótast
tilber. Somuleiðis kunnu Fróð
skaparsetrið, Vinnuháskúlin og
háskúlar fara aftur í skúla sum
vant.
Áskoðarar til ítróttartiltøk:
Kappróður, fótbóltsdystir og
onnur ítróttatiltøk kunnu nú
avgreiðast við áskoðarum. Men
hetta skal gerast undir skipaðum
viðurskiftum, so smittuvandin er
so lítil sum tilber.
Dansi- og skeinkistøð:
Hildið verður fast um tilmælið um,
at dansi- og skeinkistøð lata aftur
kl. 22:00
Bygdaleiðir:
Bygdaleiðir hjá Strandfaraskipum
Landsins fara nú at koyra eftir
vanligu ferðaætlanini og uttan
bílegging. Nakrar avmarkingar
vera kortini. 22 ferðafólk kunnu
koyra við stórum bussunum,
10 kunnu koyra við teimum
miðalstóru bussunum, og fimm
fólk kunnu koyra við teimum lítlu
bussunum.
Festivalar og størri
mentanartiltøk:
Hildið verður fast um, at
eingir festivalar ella størri
mentanartiltøk verða hildin
áðrenn 30 juni. Ætlanin er at
eftirmeta støðuna og koma við
nýggjari fráboðan seinast í mai.
Ferðafólk til landið :Áheitanin
um, at ferðafólk ikki eiga koma
til landið fram til 30.juni, stendur
við. Eisini verður hildið fast við
tilmælið um, at fólk, ið ferðast
til Føroya, skulu í sóttarhald í 14
dagar.
HER ERU TILMÆLINI:
Bárður Nielsen, løgmaður