hósdagur 14. mai 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
8
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Huawei: Føroya Tele er Føroya Landsstýri
Sjúrður Skaale
fólkatingsmaður
Sjúrður Skaale
Føroya Tele skuldi langt síðani
havt gjørt av, hvør veitari skal
seta upp 5G-netið í Føroyum.
Men tá tað kom amerikansku
sendistovuni fyri oyra, at tað
kundi gerast Huawei, byrjaði eitt
stríð millum USA og Kina, har
Føroyar vóru miðdepilin. Hetta
gjørdi, at avgerðin bleiv útsett - og
ikki er tikin enn.
Sendikvinnan hjá USA í Dan
mark fór alment út fleiri ferðir og
ávaraði í bombastiskum vending
um Føroyar móti at velja kin
esiska veitaran, og kinesiski
sendimaðurin kom til Føroya á
ein fund, sum orsakað av eini
tendraðari mikrofon gjørdist
heimskendur.
Tað er ikki ofta, at Føroyar ger
ast miðdepil í einum politiskum
stríði millum stórveldini.
Tað heilt serstaka var kortini,
at landsstýrið onga meining hevði
um málið.
Sambært USA er avgerðin um,
hvør televeitari skal veljast, trygd
arpolitikkur á hægsta stigi. Eisini
í øðrum londum er politisk støða
tikin til spurningin. Men sam
bært landsstýrinum er ikki talan
um eitt politiskt mál yvirhøvur.
Danska stjórnin, sum hevur
evstu ábyrgd av ríkisins trygdar
politikki, hevur higartil eisini
noktað so mikið sum at hava eina
meining um málið.
Hetta hevur rætt og slætt verið
udanstøkking, og eg havi sum
fólkatingsmaður fleiri ferðir kriti
serað tað. Eisini alment í danskari
pressu.
Sannleikin er, at stjórnin hev
ur tikið atlitið til danska handilin
við Kina fram um sína trygdar
politisku ábyrgd. Hvør orsøkin til
landsstýrisins passivitet er, kann
ein bara gita um. Men boðini til
Føroya Tele frá bæði donskum og
føroyskum myndugleikum hava
verið, at avgerðin um 5G-netið
eina og aleina skuldi byggja á
vinnulig atlit.
Inntil seint í gjárkvøldið. Tá
gjørdi forsætisráðharrin endiliga
greitt, at 5G er partur av trygdar
politikkinum, og at ein lóg er á
veg, sum skal tryggja, at veitarar
av 5G eru álítandi, og ikki arbeiða
ímóti ríkisins áhugamálum.
Adressan er púra greið: Hua
wei. Og av tí at lógin snýr seg um
trygdarpolitikk, fer hon at fevna
um alt ríkið.
Polar Silk Road
Tað átti ikki at tikið so langa tíð at
koma fram til hesa niðurstøðuna.
Ein og hvør, sum bara hevur fylgt
eitt lítið sindur við farnu árini,
veit, at telesamskifti ikki bara
snýr seg um forrætning.
Hóast lógin ikki er sett í gildi
enn, og vit tí formliga framvegis
kunnu velja Huawei, eiga vit at
fylgja endamálinum við lógini.
Í fjør kom út bókin Permanent
Record eftir Edward Snowden.
Hon vísir, hvussu amerikanska
fregnartænastan savnaði heilt
ófatiliga nógvar upplýsingar um
fólk - júst tí hon hevði atgongd til
teirra telesamskifti. Og tað er
púra logiskt, at tann, sum veit so
nógv um hvønn einstakan borg
ara, fær eitt øgiligt vald.
Huawei noktar kategoriskt at
felagið fer at lata upplýsingar um
teirra kundar til kinesisku stjórn
ina. Tað letur seg heldur ikki gera
tekniskt, verður sagt.
Vit vita kortini, at tað eru tøtt
bond millum Huawei og leiðsluna
í Beijing, og fyritøkan hevur eisini
fingið veldugar upphæddir í óbei
nleiðis stuðli frá kinesisku stjórn
ini. Hetta er m.a. gjørt við ser
støkum
skattatreytum
fyri
Huawei.
Vit vita, at tað, sum ikki ber til
tekniskt í dag, kann bera til í
morgin.
Vit vita, at velja vit Huawei, so
verða vit, so ella so, tættari knýtt
at Kina - hóast eingin njósning
verður.
Vit vita, at Kina er eitt land,
sum als ikki virðir mannarættind
ini - og samstundis eitt land, sum
vil hava fótin fastan í okkara
parti av heiminum. Fyri tveimum
árum síðani varð stóra strategiin
The Polar Silk Road fráboðað.
Endamálið er, at Kina skal vera
við til at menna arktiska økið, og
knýta londini í norðurhøvum at
sær.
Tí er hetta ikki bara ein spurn
ingur um forrætning.
Vit mugu spyrja okkum sjálv,
um vit vilja verða tættari knýtt at
Kina. Vit mugu spyrja, hvat fyri
avleiðingar tað fær í framtíðini, tá
trygdarpolitiski týdningurin av
okkara øki fer at økjast, um vit
nýta Huawei. Vit mugu spyrja
hvat fyri avleiðingar tað fær fyri
okkara samstarv við USA og
okkara grannalond. Vit mugu
spyrja, hvussu tað fer at ávirka
møguleikarnar hjá Føroya Tele at
veita tænastur til skip og
oljupallar.
Gott alternativ
Skrivingin hjá amerikanska send
iharranum hevur fingið nógv at
halda, at hetta er eitt val millum
USA og Kina. Og so verður víst á,
at USA sanniliga eisini njósnast -
sum avdúkingarnar hjá Snowden
so væl vísa.
Men valið stendur ikki millum
hesi bæði stórveldi. USA er als
ikki við í kappingini um 5G - men
vit eru so heppin, at vit hava eitt
kappingarført, norðurlendskt
alternativ. Svenska fyritøkan
Ericsson bjóðar eisini fram
5G-net, og hevur longu gjørt einar
80 avtalur um at seta upp slíkan
útbúnað.
Orsøkin er ikki bara, at hon er
kappingarfør í kvaliteti og prísi.
Orsøkin er eisini, at mong lond
ikki vilja knýta seg ov tætt at
Kina við teirri óvissu, sum fylgir
við tí. Í staðin vilja londini tryggja
sær, at tey eisini í framtíðini hava
tamarhald
á
hesum
púra
avgerandi øki.
Hetta var millum orsøkirnar
til, at norðurlendski íløgubankin,
sum norðurlendsku stjórnirnar
eiga, í fjør gav Ericsson eitt milli
ardalán til gransking og menning.
Ericsson er ein av trimum fyri
tøkum, sum Føroya Tele hevur
tingast við. Og nú kann ikki ganga
long tíð, til avgerðin skal takast.
Vónandi er Ericsson - sum
manga aðrastaðni - best og bílig
ast.
Men um ikki, so má mann
vóna, at leiðsla og nevnd á Føroya
Tele seta teir spurningar, sum eg
nevni omanfyri. Teir eru polit
iskir, og fella sostatt uttan fyri
tað, sum hesi fólk eru sett at svara
uppá.
Men landsstýrið, hvørs upp
gáva er at taka støðu til hetta,
hevur higartil noktað at gera tað.
Nú hevur danska stjórnin boð
að frá, at málið verður tikið í
trygdarpolitiskum álvara, og at
ein lóg er á veg. Men hon verður
neyvan samtykt áðrenn Føroya
Tele hevur tikið sína avgerð.
Tí liggur bólturin í Klingruni í
Hoyvík. Føroya Tele er endað
sum Føroya Landsstýri í hesum
týðandi máli.
Vónandi kenna tey sína
ábyrgd, og taka onnur atlit enn
bara stuttskygda forrætning.
Stór áhugamál hava verið frammi í kjakinum, hvønn veitara Føroya Tele skal velja sær
Løgmaður segði við Sosialin 2. desember í fjør, at landsstýrið ikki blandar
seg í, hvønn veitara Føroya Tele velur sær
Avgerðin um 5G-netið snýr seg um álit. Líta vit meira á Huawei ella Ericsson? Kina ella Svøríki? Nú
hevur Mette Frederiksen endiliga meldað út - men Føroya Tele eigur avgerðina