Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020 SOSIALURIN 41 9 ÁKI BERTHOLDSEN – Vit hava eina týðiliga ábending um, at tað miðvísa arbeiðið, sum er gjørt seinastu nógvu árini, ber frukt. Tað sigur Lovisa Petersen Gler­foss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslu­trygd. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur havt ársfund í eini skerdari útgávu, tí nú korona-kreppan er yvir okkum, bar ikki til at halda fund, sum vanligt, við nógvum fólki og gestarøðarum. Í hesum sambandi staðfestir stjórin í ársfrágreiðingini til fundin, at í 2018 doyði eingin í ferðslu­vanlukku í Føroyum og hetta er fyrstu ferð í eina hálva øld, ella heilt síðani 1967, at tað er hent. Árið í fjør gekk ikki heilt líka væl, tí í fjør kravdi ferðslan í Før­ oyum eitt mannalív. Men annars staðfestir Lovisa Petersen Glerfoss, at sum heild er talið á álvarsligum ferðslu­ vanlukkum nógv lægri, enn tað var í teimum syrgiligu sjeyti og áttatiárunum, tá tað var vanligt, at fleiri fólk lótu lív í ferðsluni um árið, og ofta var talan um blaðung fólk. – Hesa gongdina kunnu vit bara at fegnast um og tað er ein týðilig ábending um, at tað mið­vísa arbeiðið, sum er gjørt sein­astu nógvu árini, ber frukt, sigur hon. Hon sigur, at ein herd lóggáva, eitt betri eftirlit, umframt betri og tryggari vegir og tryggari bil­ ar, eru høvuðsørsøkir til tað. Men ikki minst eigur tann áhaldandi upplýsingin um vand­ ar­nar í ferðsluni ein stóran heið­ ur fyri, at gongdin hevur verið, sum hon er, leggur hon afturat. Kunnu samanberast við onnur lond Stjórin í Ráðnum fyri Ferðslu­ trygd sigur kortini, at enn er nakað eftir á mál, áðrenn ferðslu­trygdin í Føroyum kann saman­berast við støðuna í hinum norðanlondunum, sum vit samanbera okkum við. Serliga manglar nakað í, áðr­ enn vit kunnu samanbera okk­ um við støðuna í Noregi, sum er tað av Norðurlondum, sum hev­ ur bestu ferðslutrygdina. Av tí at Føroyar eru smáar og okkara hagtøl eisini eru smá av tí sama, skal lítið til, áðrenn vit fáa stór sveiggj í tølunum. Tí verða tølini í Føroyum givin upp sum miðaltøl í einum fimm ára skeiði. Men hagtølini vísa, at hyggja vit at, hvussu nógv mannalív, ferðsl­an í Føroym krevur, kunnu vit samanbera støðuna við støðuna í øðrum norðanlondum. Tá vit samanbera okkum við hini norðurlondini, verður hugt eftir, hvussu nógv fólk lata lív í ferðsluni fyri hvørji 100.000 fólk. Hesi seinastu árini hevur støðan í Føroyum verið tann ring­asta í øllum norðurlondum, men nú kunnu vit samanbera støðuna her við støðuna í hinum norð­urlondini. Tølini vísa nevniliga, at í fjør doyði 1,9 føroyingur í ferðsluvanlukku fyri hvørji 100.000 fólk, og tað er besta úrs­ litið av øllum norðurlondum. Men sum tað sæst í talvuni, sveiggja tølini í Føroyum nógv, tí viðurskiftini eru so smá. Og verður miðaltalið tikið fyri eitt fimm ára skeið, eru 2,7 før­oy­ ingar deyðir í ferðsluni um árið. Tað er tann prikkuta linjan og tað er betri enn í Danmark og í Finn­landi, men verri enn støðan er í Noregi, Svøríki og í Íslandi. Í Danmark og í Svøríki er støð­an ringast, tí har doyggja meiri enn fýra fólk í ferðsluni um árið fyri hvørji 100.000 fólk. ÁKI BERTHOLDSEN Í fjør fekk løgreglan boð um 35 ferðsluóhapp, har fólk høvdu fingið skaða. Tað upplýsir Lovisa Petersen Gler­foss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslu­trygd, nú tey hava havt árs­fund. Hon sigur, at hetta er eitt vet fleiri enn fyri 2018, tá talið á ferðsluóhappum við fólkaska var 30. Í 2018 var rúsdrekka, rús­evni ella heiligvágur uppi í tveimum óhappum. Men av teimum 35 óhappunum í fjør, var rúsdrekka, rúsevni, ella heilivágur, uppi í fýra av óhapp­unum. Hesi seinastu tíggju árini hevur talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða ligið støðugt ímillum 30 og 35. Fyri tíggju árum síðani var promillumarkið lækkað úr 0,5 niður í 0,2 og sam­ stundis var skipanin við klipp­ um í koyrikortið tikin í brúk. Av teimum 35 ferðslu­óhapp­ um við fólkaskaða, sum vóru í fjør, var rúsdrekka til stað­ar í fýra óhappum, og í ein­um óhappi var rúsevni, ella heili­vágur uppi í. Annars skrásetti løgreglan 19 ferðsluóhapp í fjør, har rús­ drekka var uppi í og í fýra av teim­um hendi altso fólkaskaði. Løg­reglan skrásetti eisini seks ferðsluóhapp, har rúsevni, ella heilivágur var uppi í og í einum av teimum var eisini fólkaskaði. Mangla hagtøl Annars vísir stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd á, at tað er stórur tørvur á at fáa betri hagtøl yvir tey ferðsluóhapp og tær ferðsluvanlukkur, sum vera. Serliga hevur tað stóran týdning fáa neyvari hagtøl yvir óhapp við fólkaskaða fyri at fáa yvirlit yvir, hvussu álvarsligir skaðarnir eru. Í grannalondunum verða ferðsl­u­óhapp og ferðslu­van­ lukkur vanliga flokkað í tríggj­ ar bólkar: deyðsvanlukka, álvars­ligur fólkaskaði og minni álvarsligur fólkaskaði. Samstundis endurtekur hon enn einaferð, hvussu stóran týdning tað hevur at vit fáa eina skaða­nevnd, sum skal útvega hagtøl, og sum skal útgreina orsøk­ir­nar til álvarsligar ferðslu­ vanlukkur. Tað er eitt mál, sum hevur verið reist aftur og aftur í eitt mannaminni nú, men tað kemur ikki longri. Nú eru Føroyar ikki longur ringast fyri Tølini vísa, at tað miðvísa arbeiðið, sum er gjørt hesi seinastu árini, hevur borið frukt Hendan talvan vísir, hvussu hvussu nógv doyggja í ferðsluni í teimum ymsu norðurlondunum. Støðan plagdi vera ringast í Føroyum, men tað er hon ikki longur Hendan talvan vísir talið á ferðsluóhappum hesis einastu árini. Sum tað sæst er talið fallið munandi síðani fyrst í hesi øldini, tá ið tað var tvær, tríggjar ferðir so høgt, sum tað hevur verið hesi seinastu tíggju árini 35 ferðsluóhapp við fólkaskaða í fjør Rúsdrekka og rúsevni ella heilivágur, var uppi í nøkrum av teimum