Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020 SOSIALURIN 41 10 BYGGIVINNA VILMUND JACOBSEN V ágs Timburhandil hevur nógv ár á baki, og seinastu 10-11 árini hava brøðurnir, Helgi og Sølvi Kristiansen, átt og rikið virksemið, sum pápin, Brynjolf Kristiansen, legði lunnar undir fyri meira enn 40 árum síðan. Hin 1. januar í ár var eigara­ skifti í fyritøkuni. Tá avgjørdu brøð­urnir, at Helgi skuldi keypa partin hjá Sølva, og so­leiðis er Helgi Kristiansen nú einsa­ mallur eigari av fyritøkuni í Vági. Góð søla Eins og aðrir timburhandlar kring landið, hevur Vágs Timburhandil eisini havt eina munandi privatkundasølu, nú Før­oyar hava verið niðri í ferð orsak­að av korona-smittuni. - Jú, vit hava havt eina held­ ur størri sølu í mars og apríl í ár, enn vit høvdu í fjør. Her hugsi eg ikki bara um talið av við­ skiftafólki, nú nógv fleiri privat­ fólk enn vanligt hava verið inni á gólvinum. Eg hugsi eisini um samlaðu søluna, sum hevur verið nakað størri í ár. Helgi Kristiansen sigur, at tað merkist týðiliga, at fólk hava havt betri stundir heima við hús og hava tikið sær av ymiskum, sum kanska hevur ligið á láni. - Vit hava havt nógvar smáar av­greiðslur og leveringar, tó at stór­ar sjálvsagt eisini hava verið til okkara føstu viðskiftapartar, sum hava ymiskt byggivirksemi í gongd. Hann vísir á, at so skjótt, sum myndugleikarnir boðaðu frá, at Føroyar fóru niður í ferð, merktist, at talið av við­skifta­ fólki í handlinum vaks. - Tað var ikki soleiðis, at tað gingu nakrir dagar, áðrenn fólk komu, men tey byrjaðu bein­ anvegin at koma á gátt at keypa ymiskt, tey vildu brúka, nú tey kortini vóru heima. Helgi Kristiansen hevur vónir um, at hetta verður eitt gott summ­ar til sølu, tí fólk líka sum eru komin í gongd við ymiskt, og væntandi er, at hetta fer at smitta av sær til summarið eisini. Spurningurin er eisini, hvussu verður við ferðing millum lond í summar. - Hinvegin hugsi eg eitt sindur um, hvussu tað fer at verða, tá vit koma út á heystið og kanska enn longur út á árið. Tað er jú ikki óhugsandi, at sølan, sum verið hevur í mars og apríl og vón­andi fer at halda fram í summar eisini, kanska fer at merkjast aftur í seinnu hálvu av árinum. Helgi Kristiansen sigur, at ymiskar byggiverkætlanir hava verið og eru í gongd í Suðuroy, og millum hesar er eitt nú næm­ ingaheimið í Vági, har Vágs Timburhandil hevur havt veit­ ingar av byggitilfari. - Næmingaheimið er inni­ lok­að, og vindeygu og hurðar eru komin í. Nú verður heimið innrættað, leggur hann aftrat. Mangt og hvat Vágs Timburhandil selur alt van­ligt byggitilfar, og fyritøkan er eisini veitari av góðum vind­ eygum, hurður, køkum og baði­ rúms­møblum. - Vit hava eisini eina góða byggi­búð við øllum vanligum amboðum til privatfólk og hand­verkarar, og her eru eitt nú ymiskar el-maskinur og sagir, sum handverksvinnan spyr eftir. Vágs Timburhandil selur eisini fóður, kunsttøð, hegn, pelar og øll vanlig amboð til hava­arbeiði. Arbeiðsklæði og trygd­ar­út­ gerð er eisini partur av kon­septi­ num hjá fyritøkuni í Vági. Helgi Kristiansen sigur, at vørugoymslan er ov lítil, og tí miðjar hann eftir, at nýggj goymsla skal byggjast um ikki alt ov langa tíð. - Eg havi ætlanir um at byggja eina goymsluhøll á umleið 800 fermetrar. Hetta verður neyvan í ár, men eg vóni, at verkætlanin kann fremjast næsta ár, um alt gongur, sum tað skal, leggur eigarin av Vágs Timburhandli aftrat. VÁGS TIMBURHANDIL HEVUR HAVT GÓÐA SØLU Hin 1. januar í ár broyttust eigaraviðurskiftini í Vágs Timburhandli, sum brøðurnir, Helgi og Sølvi Kristiansen, hava átt og rikið seinastu árini