hósdagur 14. mai 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
12
FRANTS JENSEN
– Eg vóni at vera við til at
broyta mannagongdir og hug
burð á Landsverki, so at vit
vera dugnaligari at fáa full
fíggjaðar verkætlanir, har alt
er tikið við. Vit hava nú broytt
mannagongdir
og
betrað
munandi um okkara fíggjar
stýring, so at vit kunnu hava
yvirlit til einhvørja tíð, hvussu
gongur við teimum ymisku
verkætlanunum fíggjarliga,
sigur Sigurd L. Lamhauge.
Vera stolt av arbeiðsplássi
Landsverk hevur seinastu árini
ligið tungt í sjónum og fingið
sera nógvar átalur, tí at verk
ætlanir hjá stovninum ikki hava
hildið. Serliga hevur talan verið
um Glasir og H-bygningin á
Landssjúkrahúsinum, sum hava
kostað fleiri hundrað milliónir
krónur meira enn upprunaliga
ætlað. Avleiðingin var, at táver
andi landsstýriskvinna við
mentamálum fór úr starvi, og
seinni varð leiðslan í Landsverki
eisini skift út.
1. oktober í fjør tók Sigurd
L. Lamhauge við sum nýggjur
stjóri, og hann hevur nú mannað
skútuna aftur við nýggjum
deildarleiðarum.
– Tað hevur ikki altíð verið
so hugaligt hjá starvsfólki á
Landsverki ella hjá mær, um
eg havi verið í einum føðingar
degi ella aðrastaðni, har fólk
eru komin saman, at hoyra við
merkingar frá fólki um eitt ella
annað, har Landsverk ikki hevur
hildið játtanina ella okkurt líkn
andi og so at skulu verja hetta.
Hjá vanligum starvsfólki, ið
ikki hava havt so stóra ávirkan
á viðurskiftini, hevur tað ikki
altíð verið so stuttligt. Eg eri
sjálvur nýggjur í hesum og kann
bara royna at gera tað betur. Um
atfinningarnar eru fakligar, so
er tað í lagi, sigur Sigurd L. Lam
hauge.
Hann vísir á, at starvsfólkini
ikki skulu skammast av sínum
arbeiðsplássi, men heldur vera
stolt av tí.
– Tað er týdningarmikið, at
vit avrika væl. Annars haldi eg,
at trivnaðurin er góður á Lands
verki, sigur Sigurd L. Lamhauge.
Frágreiðing útsett
til jóansøku
Tá ið nýggi stjórin á Landsverki
varð settur, varð álagt honum
sum eina av sínum fyrstu
uppgávum at gera neyðugar
tillagingar og broyta stovnin
til nútíðar tørv, leiðslu- og fyri
sitingarhugburð. Hann skuldi
eisini tryggja og styrkja álitið á
stovnin, bæði innanhýsis, mill
um manna og í mun til politisku
skipanina.
Ein frágreiðing um hesi viður
skifti skuldi leggjast fyri lands
stýrismannin í seinasta lagi á
vári 2020. Jørgen Niclasen um
situr málsøkið. Enn er tó eingin
frágreiðing komin.
– Ætlanin var at hava frá
greiðingina klára til páskir,
men koronasmittan órógvaði.
Nú er okkara ætlan at hava frá
greiðingina klára til jóansøku, 24.
juni, sigur stjórin á Landsverki.
Landsverk kannar
Landsverk
Nýggi stjórin vísir á, at fleiri
kanningar eru gjørdar, hvussu
álit aftur kann fáast á stovnin.
– Bæði góðskukanningar
og nøgdsemiskanningar eru
gjørdar, har manglar, væntanir
og annað er skrásett. Millum
annað vóru politikarar spurdir
í 2018, og Gallup hevur eisini
spurt føroyingar afturvendandi
annað hvørt ár, hvat tey halda
um Landsverk. Kanning er eisini
gjørd, har fleiri av teimum mest
atfinningarsomu kundunum
hjá okkum hava sett orð á, hvat
tey halda ikki hevur verið gott
nokk. Alt hetta taka vit við í
frágreiðingina, sigur Sigurd L.
Lamhauge.
Hvat fer at standa í frágreið
ingini, vil hann tó ikki siga nakað
um enn.
– Tað má bíða, til landsstýris
maðurin fær hana, sigur hann.
Nýggjur samleiki
Nýggi stjórin á Landsverki
hevur nú verið í starvinum í
sjey ein hálvan mánað, og nakrar
broytingar eru longu gjørdar.
Hann hevur mannað eitt toymi
við fimm deildarleiðarum, og
hann hevur eisini broytt ymsar
mannagongdir á stovninum.
– Eg vil fegin vera við til at
flyta Landsverk fram á leið,
men eg geri tað ikki einsamallur.
Tað er næstan 150 starvsfólk á
stovninum, og vit mugu gera tað
saman. Tað er toymisarbeiði, og
vit mugu hava fylgiskap, sigur
hann.
– Vit hava longu rættað
ymiskt viðurskifti, sum ikki
hava verið góð nokk, og vit ætla
at rætta meira. Tað er týðandi,
at vit fáa ein samleika, har vit
taka atlit at tí, sum vit kunnu
gera betur, men tað má eisini
taka støði í tí, sum vit sjálvi
vilja standa fyri, sigur Sigurd
L. Lamhauge, sum er settur í
tíðaravmarkað starv í fimm ár,
tó við møguleika at leingja tað í
tvey ár afturat.
Glasir 36.800 krónur
fermeturin
Frá ovastu hædd í bygninginum
hjá Havnar Arbeiðarafeag á
Tinghúsvegnum í Havn, har
umsitingin hjá Landsverki
heldur til, sær stjórin tveir av
mest umtalaðu bygningunum
hjá landinum seinnu árini.
Glasir og H-bygningurin eru
stásiligir, men teir eru eisini
vorðnir kostnaðarmiklastu
bygningarnir í landinum.
– Eg vil ikki kalla tað byggi
ligar gølir – men sjálvandi er tað
óheppið, at tær ikki hava hildið
tann prísin, sum framman
undan varð ímyndað, at tær
fóru at kosta. Tað eru ikki feilir
í byggjarínum, men kostnaðurin
NÝGGI STJÓRIN Á LANDSVERKI:
FÍGGJARÆTLANIR
SKULU HALDA
Nýggi stjórin á Landsverki,
Sigurd L. Lamhauge, viðgongur,
at arbeiðið og serliga
fíggjarstýringin hjá stovninum
als ikki hevur verið í lagi. Men
hann lovar, at málið í framtíðini
er, at fíggjarætlanir skulu halda
Glasir er ein av bygningunum, ið kom at kosta munandi meira enn upprunaliga ætlað
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
BYGGIVINNA