hósdagur 14. mai 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
13
hevur ikki hildið – og tað er sera
óheppið, sigur Sigurd L. Lam
hauge.
Hann vísir á, at fermetra
prísurin á Glasi ikki var so
ógvusligur, tá ið hugsað verður
um, at tað er ein serliga stórsligin
bygningur.
– Glasir er 19.600 fermetrar og
samanlagt við játtan í 2020 eru
721.625 milliónir krónur játtaðar.
Tað svarar til ein fermetraprís
á 36.818 krónur brutto. Her er
innbúgvið, sum kostaði 43,9
milliónir krónur tikið við, sigur
Sigurd L. Lamhauge.
Í dokumentarsendingini um
Glasir, sum Kringvarpið sendi
síðsta summar, kom annars
fram, at Glasir inntil tá hevði
kostað tí almenna 744,5 milliónir,
og tá er ventilatiónsskipanin
ikki liðug; orkuskipanin var
heldur ikki liðug; og bygningurin
hevði eiheldur fingið endaliga
nýtsluloyvi. Eru hesi tølini røtt,
er fermetraprísurin væl hægri.
– Tá ið talan er um tann hægri
prísurin, sum verður nevndur,
so eru rokningar frá TG-Verki
íroknaðar, sum Landsverk held
ur seg ikki eiga at gjalda, sigur
Sigurd L. Lamhauge.
Hægri fermetraprís
Samanborið við aðrar verk
ætlanir, sum Landsverk hevur
gjørt, hevur Glasir tó ein høgan
prís. Tøl sum Landsverk er kom
ið við, vísa, at 2. byggistig av
Miðnámsskúlanum á Kambs
dali, sum var liðugt í 2017, kost
aði 21.700 krónur fermeturin,
útbyggingin og partvíst um
bygging av Tekniska skúla í
Klaksvík, sum var liðug í 2017,
kostaði umleið 24.000 krónur
fermeturin, meðan nýbyggingar,
sum Landsverk hevur bygt fyri
Almannamálaráðið frá 2010-
2016, hava ligið millum 22.000 og
29.000 krónur fyri fermeturin.
Glað at vit eiga
visjónerar politikarar
Stjórin á Landsverki heldur tað
tó vera trupult at samanbera
prísin á bygningum, tí at Glasir
er eitt heilt serligt bygningsverk,
sum ikki hevur sín líka í Føroy
um.
– Glasir er sera vakurt bygn
ingsverk, og millum fimm tey
mest fjøltáttaðu byggiverkini
í kongaríkinum. Bygningurin
kann ikki samanberast við aðrar
bygningar. Hetta er ein perla til
føroyskan ungdóm. Her hava
dugnalig fólk evnað at samla
allar miðnámsútbúgvingar
undir sama tak. Skúlaleiðslur
uttanlands standa spyrjandi og
kanska eitt sindur øvundsjúk,
hvussu vit hava fingið hetta at
bera til.
Sjálvt fyrrverandi danski
mentamálaráðharrin, Bertel
Harder, ið var á vitjan á skúla
num, nevndi, at hetta var
vakrasti og mest visjóneri mið
námsskúlin, hann visti um, sigur
Sigurd L. Lamhauge.
– Vit eru sera heppin, at vit
eiga ein so vakran bygning, og at
vit hava visjónerar politikarar,
sum hava torað at sett slíka
Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Vit eru sera heppin, at
vit eiga ein so vakran
bygning, og at vit hava
visjónerar politikarar,
sum hava torað at sett
slíka bygging í gongd.
Um tað skuldi verið
fyri tann upprunaliga
prísin, høvdu vit
ongantíð fingið ein so
vakran bygning
FRAMHALD Á SÍÐU 14
BYGGIVINNA