hósdagur 14. mai 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
14
FRANTS JENSEN
N
ýggi stjórin á Lands
verki er væl fyri
fakliga og hevur
drúgvar
arbeiðs
royndir at leiða Landsverk.
Sigurd L. Lamhauge er út
búgvin el-verkfrøðingur og
hevur eisini master í leiðslu.
Hann hevur drúgvar og
fjølbroyttar arbeiðsroyndir.
Áðrenn hann byrjaði á Lands
verki, arbeiddi hann hjá NCC
við at gera sáttmálar í sambandi
við Eystur- og Sandoyartunlar. Í
sínari tíð arbeiddi hann eisini í
Norðoyatunlinum.
Hann hevur harafturat
arbeitt í Norra í fimm ár sum
verkætlanarleiðari fyri tvey
ymisk feløg.
Frá 2009-2012 arbeiddi hann
eisini á Landsverki, har hann
millum annað hevði ábyrgd fyri
viðlíkahaldi av tunlum, vegum,
brúgvum og øðrum.
– Eg kenni arbeiðið á
Landsverki og havi royndir frá tí
privata. Tað er fyrimunur at hava
verið bæði á byggiharrasíðuni,
framleiðslusíðuni og at hava
arbeitt sum seljari og ráðgevi.
Tað gevur eina betri fatan,
tá ið eg havi verið á øllum
veitaraliðum. Eg veit eitt sindur
um avbjóðingarnar í hvørjum
liði, sigur Sigurd L. Lamhauge.
Samskifti má betrast
Skipanarliga er Landsverk
undir Fíggjarmálaráðnum, men
stovnurin ger eisini fleiri byggi
verkætlanir fyri onnur ráð.
– Vit mugu vera betri til at
samskifta við tey ráð og kundar,
sum vit hava. Tað er til dømis
Heilsumálaráðið, ið varðar av
H-bygninginum. Í tí førinum
má sjúkrahúsið og avvarðandi
myndugleikar siga okkum, hvør
tørvurin er og allar smálutir,
tey síggja fyri sær skulu vera í
bygninginum. Vit mugu eisini
sum ein professionellur byggi
harri duga at spyrja inn til smá
lutirnar, so at vit fáa alt við í
eina verkætlan, sigur hann.
Skarpari í profilinum
Hvat verður øðrvísi í framtíðini
á Landsverki?
– Eg vóni at kunna broyta
hugburðin til ymisk viðurskifti,
millum annað at vit fáa allar
smálutirnar og alla heildina
við, tá vit leggja til rættis. Ein
av okkara avbjóðingum er eisini,
at vit vera skarpari í profilinum,
hvat vit gera, og hvat vit ikki
gera, sigur Sigurd L. Lamhauge.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Viðspælarar og meira ítøkilig
– Eg vóni, at vit kunnu vera meira ítøkilig í okkara útmelding
til politiska myndugleikan, og at vit gerast ein enn betri
viðspælari hjá teimum, sigur Sigurd L. Lamhauge
Sigurd L. Lamhauge,
Starv: Stjóri á Landsverki
Útbúgving: El-verkfrøðingur
og Master of Science í
management frá Robert
Gordon University í Aberdeen.
Arbeiðsroyndir: Arbeitt við
sáttmálum hjá NCC í sambandi
við Eystur- og Sandoyartunlar.
Arbeitt í Norðoyatunlinum,
verkætlanarleiðari hjá
tveimum norskum fyritøkum
og ymiskt annað.
Sigurd L. Lamhauge er 57 ár og
giftur við Anni Arge Lamhauge.
Tey búgva í Havn og eiga fimm
gentur.
FAKTA
Umframt tann partin at
standa fyri byggiverk
ætlanum hjá landinum,
hevur Landsverk eisini eina
aðra stóra uppgávu, sum er at
viðlíkahalda vegir, brýr, tunl
ar, kavarudding og annað.
– Tað eru fleiri viðurskifti
hjá Landsverki, ið virka væl.
Taka vit kavaruddingina, so
eru vegirnir í Føroyum mun
andi betri ruddaðir enn eitt
nú í Íslandi, sigur Sigurd L.
Lamhauge.
Hann vísir eisini á, at
Landsverk kundi hugsað
sær at fingið fleiri pengar
at arbeitt við at hildið vegir,
brýr og bygningar hjá tí al
menna viðlíka.
– Tað er avmarkað, hvussu
nógv vit fáa gjørt, við av
markaðum pengum, sigur
stjórin.
DUGNALIG TIL
KAVARUDDING
bygging í gongd. Um tað skuldi
verið fyri tann upprunaliga
prísin, høvdu vit ongantíð fingið
ein so vakran bygning, sigur
hann.
Stjórin á Landsverki vísir á,
at tær privatu verkætlanirnar
heldur ikki altíð halda játtanina.
– Nakrar halda játtanina,
men als ikki allar. Vit hoyra
bara ikki so nógv um tað. Um
eigarin hevur ein stóran posa
av pengum, rindar hann bara
tað, sum tað kostar eyka, og so
verður ikki meira gjørt burturúr
tí, sigur hann.
H-bygningurin 147
milliónir krónur dýrari
Viðvíkjandi H-bygninginum
heldur stjórin á Landsverki,
at tað er sera óheppið at farið
verður í gongd, áðrenn yvirlit er
yvir allar útreiðslurnar. Fíggjar
nevndin er eisini komin við sera
hvassorðaðum atfinningum,
hvussu arbeitt hevur verið
higartil.
– Fíggjarnevndini er komin
við atfinningum, so tað stendur
eftir. Hetta vilja tey ikki síggja
aftur. Tað taka vit til okkum.
Niðurstøðan er greið, og vit hava
onga orsøk at verja okkum. Vit
hava ikki gjørt arbeiðið nóg væl,
sigur hann.
Týsdagin í hesi vikuni játtaði
eitt samt Løgting 146,9 milliónir
krónur í eykajáttan fyri at fáa
H-bygningin lidnan. Tilsamans
eru nú játtaðar 799,5 milliónir
krónur til H-bygningin.
Alt skal vera við í
verkætlanini
– Tá vit fara í gongd við eina
verkætlan, so skulu vit eisini
fáa allar avleiddar verkætlanir
við í høvuðsverkætlanina. Hetta
átti av verið heilt natúrligt. Um
tú byggir tær eini hús, tekur tú
alt við. Tú kanst ikki hava eini
hús uttan vesi og køk. Tann
kostnaðurin má eisini við í
prísin. Tað má ikki koma sum
eitt yvirraskilsi, sigur Sigurd L.
Lamhauge.
Í H-bygninginum hevur hetta
verið støðan, og fleiri manglar
vóru í játtanini, umframt at
peningur er nýttur til annað,
enn hann varð játtaður til.
– Politikarar hava alla grund
til at undrast, tá ið vit eru komin
og hava biðið um meira pening,
tí at hetta ella hatta ikki er við.
Teir hava eina kenslu av, at tá
ið teir hava játtað eina ferð, so
er alt við. Men soleiðis var ikki.
Tað mugu vit taka upp á okkum.
Vit skulu gera okkum ómak við,
at tá ið nýggjar verkætlanir vera
settar í gongd, at allar útreiðslur
eru við í prísinum. Tað eru
sjálvandi nøkur viðurskifti,
sum vit ikki kunnu tryggja
okkum frammanundan, millum
annað prísvøkstur men alt tað
grundleggjandi í byggjarínum,
skal vera við. Eg havi eisini ta
fatan, at politikarar hava broytt
hugsanarhátt, og ikki vilja fara í
gongd við verkætlanir, sum ikki
eru fullfíggjaðar. Nú vilja teir
hava alt við beinanvegin, sigur
Sigurd L. Lamhauge.
Pengar og bygging
hanga saman
– Vit fara at leggja okkum eftir at
fara eftir fullfíggjaðum útboð
um í framtíðini. Vit fara at leggja
okkum eftir, at vit fara ikki í
gongd við verkætlanir, har ikki
alt er tikið við bæði innihaldsliga
eins og kostnaðarliga. Hetta eru
vit sera tilvitaði um, sigur stjórin
á Landsverki.
Hann vísir á, at hetta longu
hevur fingið tær avleiðingar,
at ætlaða Autismuheimið á
Argjum ikki er farið í gongd, tí
at pengarnir, sum vóru játtaðir,
ikki fara at røkka. Tað verður
ístaðin boðið út av nýggjum.
Hann vísir á, at pengarnir
verða ofta ov tíðliga avsettir.
– Pengar verða ofta avsettir
í ár null, prosjekteringin fer
kanska í gongd í ár eitt, og
byggingin er í ár trý. Tað sigur
seg sjálvt, at frá tí at hugskotið
kom, til tað er liðugt, er ov vítt
spenn, og tað er næstan ómøgu
ligt at meta um rætta prísin.
Harafturat koma nýggj hugskot
inn í verkætlanina á vegnum,
sigur hann
Ynskja ikki umbønir
um eykajáttan
– Okkara ynski er at fáa verk
ætlanirnar væl lýstar, áðrenn
farið verður í Løgtingið at biðja
um pengarnar, sigur hann.
Hann ásannar, at tað er ein
avbjóðing.
Fígg jarnevndin
hevur
meldað út, at frá nú av skulu
verkætlanirnar vera fullfíggj
aðar. Tað vil siga, at Landsverk
fær ein posa av pengum, og tað
er tað, ið byggjast skal fyri.
– Uppgávan verður at fáa
pengar og ambitiónir at hanga
saman. Hvat kemur fyrst, um
vit skulu økja um pengarnar ella
minka um ambitiónirnar, tað er
nakað, sum vit hava politikarar
at avgera. Vit skulu leggja nøkur
uppskot á borðið, sum tey so
mugu taka støðu til, sigur hann.
Hann vísir á, at ein verkætlan
búnast ofta við tíðini, og tí er tað
ikki altíð vánalig tilrættisleggjan,
um ein verkætlan verður 10 pro
sent dýrari.
– Hjá okkum ræður um at fáa
hesa búningartilgongdina so
tíðliga sum til ber í tilgongdini,
sigur hann.
Fíggjarstýring
Politimálið, sum var av Lands
verki í sambandi við byggingina
av Glasi, kom millum annað inn
á fíggjarstýringina, sum ikki var
nøktandi.
– Vit eru í gongd við at styrkja
okkum á fíggjarsíðuni. Tað
hevur verið ov ógreitt, hvat er
goldið og ikki. Tann streymin
av rokningum og pengum eru
vit blivin nógv betri til at halda
skil á, sigur hann.
Tað vóru ymsar manna
gongdir, ið ikki vóru yvirhildnar.
Okkurt arbeiði varð sett í gongd,
uttan at tað varð skrásett.
Fíggjarligu avleiðingarnar komu
tí ikki við í skipanina, og tá ið
rokningin kom, var hon brádliga
størri enn væntað, sigur Sigurd
L. Lamhauge.
– Mannagongdir eru broytt
ar. Hvørjaferð onkur á Lands
verki bindur stovnin til onkra
uppgávu ella tænastu, verður
upphæddin skrásett í verk
ætlanini, so vit altíð hava
yvirlit yvir, hvar verkætlanin
stendur fíggjarliga. Eftirlit er
eisini skipað fyri at tryggja, at
vit hava fíggjarligt yvirlit. Vit
halda eitt vakið eyga við, at hetta
nú verður fylgt, og starvsfólkini
vita, at hetta skal gerast, sigur
Sigurd L. Lamhauge.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
BYGGIVINNA