hósdagur 14. mai 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
15
FRANTS JENSEN
S
igurd L. Lamhauge gjørd
ist landskendur í 1985,
tá ið hann sum 22 ára
gamal framdi roysnið at
renna og svimja frá Akrabergi til
Fugloyar. Tað vil siga frá sunnast
til eystast í Føroyum. Hann var
eisini norðast í Føroyum á Enni
bergi. Bragdið gjørdi hann upp á
36 tímar.
– Tað var ikki nakað, ið eg
gjørdi einsamallur. Eg hevði
nógv hjálparfólk við mær, og
uttan tey, so hevði eg ikki kunnað
gjørt tað. Tað var toymisarbeiði
– júst sum arbeiðið á Landsverk
eisini er. Vit avrika í felag, sigur
Sigurd L. Lamhauge.
Hann hevði vant leingi, og ein
mikudag í august 1985, legði hann
til brots, og byrjaði at renna frá
Akrabyrgi til Sandvíkar, áðrenn
hann legði á bláman og svam frá
eini oyggj til ta næstu og so aftur
at renna. Soleiðis legði hann um
leið 120 kilometrar aftur um seg
og kom til Fugloyar.
– Eg brúkti 36 tímar í effekti
vari tíð til teinin. Eg byrjaði
mikudag, men tá ið eg legði á
Suðuroyarfjørð hósdag, mátti
eg venda við, tí tað var alda og
eg fekk sjóverk. Tað var eisini
sera trupult at halda kósini, tá
ið tað var alda. Leygardagin legði
eg á bláman aftur, og tá gekk
betur. Týsdagin 13. august var eg
frammi í Fugloy, sigur Sigurd L.
Lamhauge.
– Eg gjørdi nógv við ítrótt, og
eg var eisini virkin í skótunum,
og mær dámdi væl at vera í
náttúruni, so eg var rímiliga
væl fyri.
Sigurd L. Lamhauge dámar
væl at seta sær mál, og hann
hevur eisini sett sær mál fyri
Landsverk.
– Málið er at flyta Landsverk
fram á leið, so gott sum eg kann.
Eg kann ikki gera tað einsamall
ur, men má gera tað saman við
øðrum.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Svam og
rann frá
Akrabyrgi
til Fugloyar
Sigurd L. Lamhauge er kendur
fyri nakað heilt annað enn at
vera stjóri á Landsverki. Tað er
fyri roysnið, hann gjørdi í 1985
Ein blaðsíða í Sosialinum í august í 1985, har tað verður umrøtt, tá ið Sigurd L. Lamhauge
kom á mál í Fugloy eftir at hava runnið og svomið frá sunnast til eystast í Føroyum
BYGGIVINNA