hósdagur 14. mai 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
16
BYGGIVINNA
Nóg mikið av uppgávum í ár
J
&K hevur ríkiligt av arbeiði
restina av árinum, men
færri byggiuppgávur koma
frá landi og kommunum í
løtuni.
Virksemið í byggifyritøkuni,
J&K Petersen Contractors, hev
ur gingið nøkulunda sum vanligt,
hóast ein stórur partur av land
inum hevur ligið lamið orsakað
av tiltøkunum at basa COVID-19.
Tey eru í gongd við fleiri verk
ætlanir, og arbeiði er til allar hend
ur í fyritøkuni.
Stór arbeiði
Umleið 190 starvsfólk starvast hjá
J&K. Virksemið fevnir um jørð-
og lendisarbeiði, byggiarbeiði,
brúgvar, dýpa og byggja havnir
og tunnilsgerð. J&K fevnir eisini
um dótturfelagið, J&K Betong,
sum veitir betong til kundar kring
landið umframt ymisk arbeiði hjá
móðurfelagnum.
- Tað góða er, at vit hava nógv
stór arbeiði í gongd í løtuni, sum
í øllum førum vara alt hetta árið,
sigur Stein Olvur Petersen, stjóri
í J&K.
Av stórarbeiðum kunnu nevn
ast útbygging av Tórshavnar
Havn, ídnaðarøki í Klaksvík og
arbeiði í Eysturoyar- og Sandoyar
tunlinum, har tey levera betong og
gera vegir til tunlarnar.
Arbeiðini máttu ikki steðga
J&K heldur til á Hjalla í Hoyvík,
har høvuðsskrivstova, verkstaður
og betongvirki eru. Tey býttu bein
anvegin økið upp í eindir fyri at
minka smittuvandan. Flestu
starvsfólkini á skrivstovuni
vórðu send til hús at arbeiða, og
neyðugir fundir hildnir gjøgnum
Teams.
Stein Olvur Petersen sigur,
at tað var umráðandi at tryggja,
at arbeiðini og framleiðslan ikki
steðgaðu. Til dømis framleiðslan
á betongvirkinum, sum er í gongd
alt samdøgrið allar dagar í vikuni.
Steðgaði framleiðslan upp, kundi
hetta seinka bæði tunnilsarbeiði
og øðrum virksemi hjá felagnum.
Á ymsu arbeiðsplássunum var
lætt at tryggja frástøðuna, tí tey
flestu arbeiða einsamøll í lastbil
um, kranum og maskinum.
Tilsamans 10 fólk hjá J&K hava
verið 2-3 vikur í ALS-skipanini,
m.a. tí tey máttu broyta vaktirnar.
Nú er onki starvsfólk í skipanini.
Útlendsk starvsfólk
Felagið hevur umleið 20 útlend
ingar í starvi.
Fleiri teirra hava starvast leingi
hjá J&K, og vanliga vitja tey í
heimlandinum umleið 3. hvønn
mánað. Nú hava tey fyribils av
gjørt at vera verandi í Føroyum,
tí tilmælini um sóttarhald siga, at
tey, sum hava verið uttanlands,
skulu avbyrgja seg frá øðrum í
tvær vikur.
Umframt føstu útlendsku mann
ingina hevur J&K fingið ser
frøðingar úr Hollandi heim til
onkra uppgávu. Teir hava arbeitt
og búð avbyrgdir frá øðrum í
ásettu tvær vikurnar.
- Nú hava vit biðið teir um at
vera nakrar dagar aftrat og gera
nakrar uppgávur, sum ætlanin
var at serfrøðingar úr Danmark
skuldu taka sær av, sigur Stein
Olvur Petersen. Á tann hátt sleppa
tey undan at fáa nýggj fólk hend
anvegin, sum aftur skulu í sóttar
hald.
Tilfar og eykalutir seinkað
Ein onnur avbjóðing hevur verið
at fáa eykalutir og byggitilfar
til landið. Serliga úr Italia hevur
verið trupult, tí landið hevur verið
stongt niður, men eisini úr Dan
mark og Týsklandi hevur viðhvørt
gingið striltið.
- Í flestu førum hevur tað gingið
kortini, men onkuntíð hava mask
inur staðið stillar, meðan vit hava
bíðað eftir eykaluti, sigur Stein
Olvur Petersen.
Hetta við flutninginum er tó
batnað aftur.
Ætlanir í høvuðsstaðnum
Byggivirksemið hjá J&K gongur
sostatt rættiliga ótarnað, og nóg
mikið er av arbeiði í ár. Men tey
síggja onkrar broytingar í bransj
uni.
- Færri byggiuppgávur koma
frá Landsverki og kommununum.
Har er minkað. Eisini er okkurt til
boð til privata verkætlan steðgað
orsakað av corona. Tað eru ikki út
lit til nakra stóra verkætlan beint
nú, men vit eru ikki í panikki. Vit
vóna at kunna halda støðið, sigur
Stein Olvur Petersen.
Stjórin í J&K sigur, at tey ar
beiða við ymiskum ætlanum í
høvuðsstaðum, sum tey vóna, at
býráðið tekur undir við. Hann vil
tó ikki koma nærri inn á hesar
ætlanir.
Von við sveiggj
J&K byrjaði virksemið í 1975 og
hevur sostatt nógv ár á baki í
føroysku byggivinnuni. Felagið
hevur upplivað bæði framgongd
og kreppur hesi árini.
- Byggivinnan er von við upp-
og niðurtúrar. Ikki øll eru so bjart
skygd í vinnuni, men lat okkum
síggja, hvørjir møguleikar eru.
Fyritøkurnar í Føroyum mugu
bara laga seg eftir broyttu umstøð
unum, heldur Stein Olvur Petersen.
- Tann sterkasti yvirlivir. Tað
hevur verið nógvur hákonjunkt
urur. Nógvar fyritøkur eru í dag,
og nógvir útlendingar eru í ar
beiði. Mann má bara regulera eftir
konjunkturunum.
Kelda: www.industry.fo
J&K Petersen: