Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 15. MAI 2020 SOSIALURIN 41 27 BYGGIVINNA sum vit ikki hava veitarar av í Før­oy­um, og tí noyðast vit at fáa tær frá donskum veitarum. Og við sótt­arhaldi og øðrum í huga, so hev­ur hetta verið útsett. Men vænt­andi koma hesir til landið heilt skjótt at fáa tey seinastu tingini upp á pláss, sigur stjórin á Hotel Brand­an. Útlitini vóru sera bjørt Tað er einki loyndarmál, at korona­ farsóttin hevur rakt ferðavinnuna sera meint. Ongi ferðafólk koma til landið í løtuni,og gistingarhús kring alt landið standa tí at kalla tóm. Summi hava eisini gjørt av bara at stongja, meðan støðan er, sum hon er. - Tað sá annars sera gott út hjá okkum fyrr í ár. Januar og februar royndust óvanliga væl, og vit høvdu eina rúgvu av bókingum til í summar og í heyst, men hetta er sjálvandi so at siga alt avlýst, greiðir Pætur Trónd Thomsen frá. Hann dylur heldur ikki fyri, at framtíðarútlitini hjá føroysku ferðavinnuni vóru sera bjørt undan korona, men at støðan er ein heilt onnur nú. - Vit vóna sjálvandi, at hetta fer at fáa eina enda skjótt, so at vit fáa gongd á okkara virksemi aftur. Um til dømis sóttarhaldið millum Danmark og Føroyar verður tikið av, soleiðis at danir og møguliga aðrir norðurlendingar kunnu ferðast frítt til Føroya, so kann tað gera sera stóran mun fyri støðuna hjá okkum, men vit mugu bara bíða eftir myndugleikunum og síggja, hvussu tað fer at verða, sigur stjórin á Hotel Brandan. Kostar um 150 milliónir Nýggja Hotel Brandan er ikki færri enn 4.812 fermetrar til støddar, og tað er ikki bíligt at byggja eitt slíkt hotell. - Tað kostar okkum umleið 150 milliónir við øllum, tá er inn­búgv og annað íroknað. Vit hava valt at bygt eitt hotell við ein­um før­oysk­ um konsepti, og somu­leiðis leggja vit stóran dent á, at hotellið skal vera so um­hvørvis­vin­arligt sum gjørligt, sigur Pætur Trónd Thom­ sen. Tað er Articon, sum hevur staðið fyri byggingini av hot­ell­ in­um, meðan undirveitarar hava verið eitt nú LM Electric, Maria Poul­sen, Elding, Uni Zachariassen málara­meistari og Anskar Hansen, málara­meistari. - Vit hava havt eitt fyrimynd­ ar­ligt samstarv við Articon og hinar veitararnar, og tað hevur sjálvandi gjørt sítt til, at arbeiðið hevur gingið so mikið væl, sigur Pætur Trónd Thomsen. Kring Hotel Brandan eru ikki færri enn 130 parkeringspláss, og tað er gjørt klárt til, at man kann hava heilt upp til 50 løðistøðir til elbilar á parkeringsøkinum sam­ bært stjóranum. - Vit eru eisini knýtt upp í fjar­ hitaskipanina hjá Fjarhita­felagn­ um, og á nógvum øðrum økjum hava vit eisini valt grønar loysnir, so at hotellið er so grønt sum til ber, sigur hotellstjórin. 100 starvsfólk Enn eru ikki so nógv fólk sett í starv hjá Hotel Brandan, men tá ið farið verður í gongd, væntar Pætur Trónd Thomsen, at starvs­ fólka­hópurin fer at telja um 100 fólk. - Tað fer nokk at liggja um eini 100 fólk, sum koma at starvast her. Men ein stórur partur av teimum koma at arbeiða parttíð, og tí fer tað nokk at liggja um eini 30 árs­verk, ið verða knýtt at Hotel Brand­an. Til dømis koma fleiri av starvs­fólkunum á matstovuni og innan reingerðina at arbeiða parttíð, eins og tað er vanligt á flestu hotellum her í Føroyum, sig­ur hann. Kømurini hava nøvn eftir varðum Á Hotel Brandan eru ikki færri enn 124 kømur, og av teimum eru tvær svit­ur og seks sonevnd sup­eri­ or-rúm. Men tað heilt serliga við hesum kømurum er, at tey øll hava navn eftir varðum. Fleiri hundraðtals varðar kring alt landið hava sítt egna navn, og fólkini handan Hotel Brandan hava so valt út nøvn til øll kømurini á hotellinum. Inni á kømurunum er so eisini mynd av varðanum, sum kam­ arið hevur navn eftir, og somu­ leiðis verður víst, hvar í landin­ um varðin stendur.