hósdagur 14. mai 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
26
BYGGIVINNA
Um nakrar fáar vikur letur Hotel
Brandan upp. Nýggja fýra-
stjørnaða hotellið hjá Smyril Line
byggir á eitt føroyskt konsept.
TERJI NIELSEN
TERJI@SOSIALURIN.FO
E
ftir ætlan skuldi Hotel
Brandan verið latið upp
fyri góðari viku síðani,
men síðani Føroyar lótu
aftur í sambandi við korona-far
sóttina miðskeiðis í mars mánaða,
hevur byggingin av hotellinum
ikki gingið við somu ferð.
Men nú er so farið undir at
leggja seinastu hond á nýggja
hotellið, sum eftir ætlan letur
dyrnar upp um eini tríggjar vikur.
Avbjóðingar við
útlendskum veitarum
Pætur Trónd Thomsen er hotell
stjóri, og hann er sum vera man
sera spentur uppá at lata dyrnar
upp fyri gestum.
- Vit skuldu jú eftir ætlan lata
upp 4. mai, og hevði alt verið van
ligt, so var hotellið fult av fólki nú.
Men so rakti korona miðjan mars,
og tað hevur so havt seinkingar
við sær, umframt at tað ikki hevur
verið neyðugt at fingið alt liðugt
til upprunaligu ætlanina um
at lata upp, sigur Pætur Trónd
Thomsen.
Hann greiðir frá, at tað eisini
hava verið avbjóðingar við nøkr
um útlendskum veitarum.
- Vit hava nakrar veitarar,
sum skulu koma úr Danmark at
gera nøkur ting her á hotellinum,
og tað er sjálvandi blivið útsett
av korona. Hetta eru tænastur,
HOTELLIÐ SKAL
HOTELLIÐ SKAL
VERA EITT
VERA EITT
FØROYSKT
FØROYSKT
HOTELL
HOTELL