Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 15. MAI 2020 SOSIALURIN 41 25 BYGGIVINNA og pro­jektuppfylgja í nýggju út­ stykk­ingini, og freistin at lata inn til­boð var fríggjadagin 17. apríl. Øll fýra arkitektavirkini, Arki­t­ ektar 99, Kontrast, SNA Arkit­ekt­ ur og BRIM arktitektar, hava øll latið tilboð inn, og í løtuni liggja tilboðini hjá umsitingini í Tórs­ havnar kommunu. – Umsitingin situr og arbeiðir við tilboðunum nú, og væntandi verða tey løgd fyri byggi- og býarskipanarnevndini í næstu viku. Í løtuni verða tilboðini út­ greinað, síðani skal ein døming ger­ast, áðrenn umsitingin letur eina instilling til nevndina, sigur Mar­in Katrina Frýdal. Eftir ætlan skal forprojektið verið liðugt 1. oktober í ár, og útboð skal vera avgreitt í januar 2021, soleiðis at farast kann undir arbeiðið í februar sama ár. Eingin trupulleiki við vinnuøki við síðuna av Økið, ið skal útstykkjast, liggur so at siga beint upp at vinnuøkinum á Vegnum langa. Balslev, Reyni Ser­vice, Bilasølan og MBM hava øll sítt virksemi beint eystanfyri, har Stórabrekka skal vera. Marin Katrina Frýdal metir ikki, at talan í hesum førinum fer at vera um ein trupulleika at leggja ein nýggjan býling so tætt upp at einum vinnuøki, tí at talan er ikki um larmandi vinnu. – Vit hava havt vinnuna uppií, tá vit hava arbeitt við hesum. Men hetta er ikki larmandi vinna. Har er handilsvirksemi - Mjólkavirkið, bilasølur og Balslev. Tað er ikki ein stórur trupulleiki, og ætlanin er eisini at fara eitt sindur niðan frá, har virksemið er. Dalurin langi skal vera fríøki Nýggi býlingurin er staðsettur á heygginum oman fyri Dalin langa, og Dalurin langi kemur sostatt at liggja millum nýggja býlingin í Stórubrekku, og býlingin, ið er Karla­magnusarbreyt og allar til­ hoyr­andi gøtur. Hóast tað varð stungið út í kortið í kommunuætlanini í 2014, at dalurin var vælegnaður sum frí­ øki, so var tað ikki fyrr enn í fjør, at byggisamtyktin varð broytt, so­ leið­is at Dalurin langi ikki longur var byggiøki. – Dalurin langi lá faktiskt sum eitt byggiøki. Í grundini kundi mann gott bygt í Dalinum langa, men í fjør tóku vit avgerð um at gera dalin til eitt sokallað D1 øki í byggi­samtyktini, sum er fríøki, har tað er ikki loyvt at byggja. Frí­økið kemur so at liggja millum eyst­ara- og vestara býling. Undir viðgerðini av broytingini av byggisamtyktini gjørdist greitt, at grannarnir mettu, at ætl­aða fríøkið var ov lítið, og at út­stykkingin til Stórubrekka var so mikið stór, at hetta fór at oyði­ leggja trø, ið fyri stuttum vóru sett nið­ur. Mælt varð tí til, at økjast skuldi um fríøkið, sum eisini varð sam­ tykt. Karlamagnusarbreyt spøkir ikki Vestan fyri komandi Stóru­brekku og Dalin langa er Karla­magn­ us­ar­breyt, sum gongur heilt frá Hoyvíkar kirkju og niðan til skúlan við Løgmannabreyt. Upp­ runaliga varð ætlað, at Karla­magn­ us­ar­breyt skuldi vera stásilig handils­gøta, har bygt varð út til vegin, og har bústaðir vóru í hædd­unum í erva, meðan veg­ hædd­in skuldi nýtast til útatvent virk­semi, so sum handilsvirksemi. Gongur tú ein túr eftir Karla­ magnusarbreyt í dag, sæst ikki nógv til glæsiligu ætlanirnar. Tey flestu munnu vera á einum máli um, at Karlamagnusarbreyt í heila tikið er ein mislukkað verkætlan. Talan er kortini ikki um eina roynd at bjarga økinum kring Karlamagnusarbreyt, sigur Marin Katrina Frýdal, og ger greitt, at hetta er einfalt ein verkætlan, ið hevur til endamáls at minka um ovurstóra bústaðartrotið í høv­ uðs­staðnum. – Nú er hetta lagt út sum byggi­ øki, og tørvurin á at fáa okkurt at búgva í er ovurhonds stórur. Har eru fleiri hundrað borgarar, ið ynskja sær okkurt at búgva í, so hetta er til at útvega fleiri bú­ staðir. – Karlamagnusarbreyt er ein søga fyri seg, sum hevur drúgva søgu langt aftur í tíðina. Eg haldi ikki, at hesi tingini skulu blandast saman. Har er øgilig bygging á Karla­magnusarbreyt í løtuni, og ar­beitt verður eisini við at skipa økið betri. – Vit royna alla somlu tíðina at útvega fleiri bústaðir, tí tað er so øgiliga stórur tørvur - serliga á íbúðum, sigur Marin Katrina Frý­ dal, forkvinna í byggi- og býar­skip­ an­arnevndini. Klingru­bygging í trimum frítt­ liggjandi eindum Karlamagn­ usarbreyt er ein søga fyri seg, sum hevur drúgva søgu langt aftur í tíðina