Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 15. MAI 2020 SOSIALURIN 41 24 BYGGIVINNA Yvir 100 bústaðir í Stórubrekku Freistin at lata inn tilboð til projektering av nýggja býlinginum við Dalin langa í Hoyvík var fríggjadagin 17. apríl, og øll fýra arkitektavirkini hava latið inn tilboð. Umsitingin situr nú við tilboðunum til stóru býlingsverkætlanina, og eftir ætlan verður arbeiðið lagt fyri byggi- og býarskipanarnevndini í komandi viku, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini STEINAR PATURSSON T að er økið eystan fyri Dalin langa, sum í komm­unuætlanini frá 2014 hevur fingið navnið Heygg­urin, ið skal útstykkjast, og nýggi býlingurin hevur fingið navnið Stórabrekka. Samlaða útstykkingarøkið er 55.000m2 og eftir ætlan verður tal­ an um eini 100 bústaðir, ið skulu vera ein blanding av raðhúsum og íbúðum. Upprunaliga varð ætlað, at tal­ an skuldi vera um millum 120 og 130 bústaðir, so er tað talið lækkað niður í 100 í nýggjasta tíðindunum frá kommununi, men Marin Katrina Frýdal væntar, at endaliga talið fer at liggja onkrastaðni mill­ um báðar metingarnar. Raðhús eins og í Berjabrekku Í høvuðsheitum skal býlingurin skipast sum raðhús, har grund og brandmúrar fyrst verða gjørd­ir, og síðani kunnu einstøku keyp­ ar­arnir seta dám á einstøku bú­ stað­irnar, eins og vit kenna frá Berja­brekku og Inni á Gøtu. – Tað er eitt stórt øki, og vit hava so valt at fara undir at út­ stykkja tað. Ætlanirnar eru at gera tað tættbygt sum í Berjabrekku ella Tórsbyrgi, sum vit ofta brúka sum fyrimynd fyri einum væl­ eydnaðum býlingi. Sambært kommununi skal hetta geva eina fína javnvág mill­ um fría valið hjá hvørjum ein­støk­ um eigara av innrætting, til­fari og litum og so felags heild­ina, sum støddir, tekjur og saman­bygg­ingar hava við sær. Kommunan hevur eisini gjørt greitt, at hóast talan verður um bæði raðhús og íbúðir, so skulu set­húsini vera ráðandi. Kortini er einki greitt ynskiligt býti millum raðhús og íbúðir stungið út í kortið enn, sigur Marin Katr­ina Frýdal, men væntar, at meira verður at frætta um tað, tá málið hevur verið fyri í byggi- og býar­skipanarnevndini aftur. – Vit gjørdu ein bústaðar­pol­ it­ikk, og í tí sambandi gjørdu vit eisini eina kanning. Og tað kom klárt fram í kanningini, at tørv­ ur­in á íbúðum er sera stórur, og fjórði hvør spurdi ynskti eina íbúð. Ein stórur partur av hesum verð­ur tí eisini íbúðir. Júst hvat býtið verður, tað fara vit at síggja, tá hetta kemur fyri í nevndini. Úr gerðabókini hjá Tórshavnar býráð á býráðsfundi 23. mei í fjør er greitt, at ynskiligt er, at í fyrstu klingru, sum eisini er at rokna sum fyrsta byggistig, rúmast 19 bú­stað­ir í raðhúsum, 18 íbúðir í punkt­húsum og 28 íbúðir í rað­hús­ um. Umframt hetta ynskist eisini felags­rúm og dagstovnur. Klingrubygging í fríttliggjandi eindum Selmar Nielsen Arkitektur, SNA arkitektur, átti skipanaruppskotið til býlingin frá 2018, har býlingurin er skipaður í tríggjar eindir. Kommunan kallar hetta "klingru­ bygging í trimum frítt­liggj­andi eindum", ið síðani verða bundar saman við innari vega­skip­an við park­ering. Í miðjuni á hvørjum klingru­skapi eru hægri punkthús við íbúðum, har endamálið er, at mest­sum øll síggja upp um rað­ hús­ini. Í mars mánaði í ár bjóðaði Tórs­havnar kommuna fýra arki­ tekt­virkjum at projektera, útbjóða Ætlan­irnar eru at gera tað tættbygt sum í Berja­brekku ella Tórsbyrgi, sum vit ofta brúka sum fyrimynd fyri einum væleydn­aðum býlingi