hósdagur 14. mai 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
23
í løtuni hevur sáttmála um at
byggja, eru eisini fyrispurningar
frá familjum, sum umhugsa at
byggja.
- Vit rokna tískil ikki við, at vit
gerast arbeiðsleysir, hvørki í ár
og neyvan heldur næsta ár, sigur
Helgi Olsen brosandi.
Sindur øðrvísi
Vit spurdu eisini stjóran í Norð
setur, hvussu korona-tíðin hevur
ávirkað arbeiðið hjá felagnum
og samskiftið við viðskiftafólk.
- Eg vil siga, at fólk kanska
gjørdust eitt sindur varin í
byrjanini av hesi tíðini, men tað
tók ikki langa tíð, til tað aftur
byrjaði at loysna, og meira rør
ingur kom í.
Helgi Olsen ásannar tó, at
kundasamskiftið hesar seinastu
tveir mánaðirnar mest hevur
verið um telefon og teldupost
- og minni við fysiskum fundar
virksemi millum partar.
- Hetta hevur so eisini riggað,
men tað kennist eitt sindur høg
ligari og lættari, nú tað aftur
byrjar at loysna, og vit aftur
kunnu byrja at fundast við fólk,
sum ætla sær at seta føtur undir
egið borð.
Helgi Olsen kann eisini
fegnast um, at einki av teirra
starvsfólkum hevur verið rakt
av korona-farsóttini, hvørki við
sóttarhaldi ella sjúku.
- Tíbetur eru vit sloppin
undan, men vit hava eisini
roynt at skipa okkum soleiðis í
fyritøkuni, at vandin fyri smittu
og smittuspjaðing hevur verið
avmarkaður.
Okkurt skal gerast
Tá vit spyrja stjóran í Norðsetur,
sum hevur verið við til at byggja
væl oman fyri túsund sethús
og aðrar bygningar kring um
alt Føroyaland, um hugurin til
byggivirksemi er hin sami, sigur
hann lítillátin, at ”… okkurt skal
man gera…”
- Vit eru í gongd alla tíðina, og
hetta fellur bara náttúrligt, legg
ur hann aftrat.
Og í gongd hevur Helgi Olsen
verið leingi, tí at byggja sethús
til føroyskar familjur hevur
verið hansara lívsstarv alt hans
ara arbeiðslív.
Men, Norðsetur hevur ikki
bara bygt sethús og íbúðir.
Byggifyritøkan hevur eisini
bygt eldrabýli, samkomuhús og
ymiskar aðrar størri og smærri
bygningar kring um landið.
Men, tað skerst ikki burtur, at
tað, sum fyritøkan hjá Helga Ol
sen í Hvalvík er mest kend fyri,
eru snotuligu sethúsini, sum
í dag eru karmur um manga
familju í Føroyum.
Øll vælkomin
Norðsetur er ein effektiv fyri
tøka, og hóast nógv eru í gongd
í løtuni, og ymiskt er í stoypi
skeiðini, eru fólk vælkomin at
venda sær til felagið við fyri
spurningum.
- Eingin eigur at halda seg
aftur, tó at vit í løtuni hava nógv
um at vera, sigur Helgi Olsen.
SETHÚS Í GERÐ
SETHÚS Í GERÐ
BYGGIVINNA