hósdagur 14. mai 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
22
VILMUND JACOBSEN
N
orðsetur, sum er
byggifyritøka í Hval
vík, hevur í løtuni úr
at gera kring landið
við at byggja sethús til føroyskar
familjur. Tað er Helgi Olsen, sum
eigur og rekur fyritøkuna, og
hann sigur, at teir arbeiða í fleiri
pørtum av landinum.
- Vit eru í gongd í Leirvík,
Toftum, Kollafirði, Vágum,
Skálavík, Skopun, Strondum,
Kvívík, Argjum og í Havn.
Hann sigur, at nøkur av
hesum húsum eru í gongd beint
í løtuni, og onnur liggja eitt lítið
sindur frammi. Men, hetta eru
alt hús, sum skulu byggjast í
nærmastu framtíð.
- Í nøkrum av hesum bygdum
hava vit eini hús, sum eru í
gongd - ella skulu í gongd - og í
øðrum bygdum eru fleiri. Jú, vit
hava nógv at takast við, og vit
hava í øllum førum nóg mikið
til alt hetta árið - og helst til tað
mesta av komandi ári eisini.
Fleiri á Strondum
Helgi Olsen vísir á, at eitt nú á
Strondum, har Sjóvar kommuna
seinnu árini hevur gjørt fleiri
útstykkingar, skulu teir byggja
fleiri sethús, harav tað eina
húsið er í gongd og fleiri koma
ta næstu tíðina.
- Vit hava væl at gera kring
um landið, men vit byggja eisini í
høvuðsstaðarøkinum - í Hoyvík
og á Argjahamri, leggur hann
aftrat.
Stjórin í Norðsetur vísir á, at
byggifyritøkan sjálv ger betong
arbeiði og byggir húsini, og síðan
hava teir undirveitarar til eitt nú
hvs og el.
- Tá nógv virksemi er í
landinum, soleiðis sum tað nú
hevur verið yvir eina longri
tíð, kann tað eisini standa á hjá
undirveitarunum, men vit royna
at skipa fyri sum best og passa
uppgávurnar sum best, sigur
Helgi Olsen.
Elementhús
Norðsetur byggir elementini til
sethúsini í byggihøllini í Hvalvík,
og síðan verða tey sett upp á
staðnum. Tá komið er har til,
at grundin - ella fundamentið
- er stoypt, og elementini til set
húsini eru liðug, verða húsini
vanliga sett upp og innilokað
eftir einum degi.
- Tað eru nøkur fá, sum ynskja
at gera ein part av arbeiðnum
sjálvi, og tað ber saktans til, um
fólk hava hug, hegni, tíð og orku
til tað, men sum oftast innrætta
vit húsini eisini. Vit plaga at siga,
at innrættingin tekur einar tveir
til hálvan triðja mánað, men nú
so nógv er í gongd, kann okkurt
taka eitt sindur longri tíð, enn
tað annars hevði gjørt.
Helgi Olsen vísir á, at tá húsini
eru komin upp og innrætting,
køkur, baðirúm, hvs og el eru
liðug, er mest vanligt, at fólk
sjálvi taka sær av tapetesering
og málararbeiði.
- Men, um fólk ynskja, at vit
eisini taka okkum av hesum, fáa
vit málarar at gera hetta arbeiði,
leggur hann aftrat.
Nakrir mánaðir
Vit settu eisini stjóranum í Norð
setur henda spurning:
Um eg nú havi eitt grund
stykki, havi stoypt fundament
og ynski mær eini Norðseturhús
- hvussu long er so bíðitíðin?
- Ja, her mugu fólk rokna við,
at bíðitíðin í øllum førum er
nakrar mánaðir - men, kortini
ikki so óluksáliga leingi, sum
Helgi Olsen tekur til.
Hann vísir á, at umframt
øll tey sethús, sum Norðsetur
NORÐSETUR
NORÐSETUR NÓGV
NÓGV
KRING LANDIÐ
KRING LANDIÐ
- Tað er ikki líkt til, at vit gerast
arbeiðsleysir, hvørki í ár, ei heldur
næsta ár, sigur Helgi Olsen, stjóri
í Norðsetur, sum hevur fleiri
sethús í gerð kring um landið
BYGGIVINNA