Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020 SOSIALURIN 41 21 veitingin til Eysturoyartunnilin og nú eisini Sandoyartunnilin. - Hetta eru veitingar, sum eru so stórar og krevjandi, at tað helst hevði verið ógjørligt hjá nøkrum verandi betongveitara einsa­møllum at tryggja neyðugu tænastuna. Henry Christiansen vísir á, at nú stóra verkætlanin við Eystur­oyartunlinum og Sand­ oyar­tunlinum er í gongd, eru J&K Betong og Løvubetong í samstarvi um veitingar. - Áðrenn Eysturoyartunnilin varð skotin ígjøgnum, tóku vit okkum av veitingunum av Streymoyarlandinum, og Løvu­ betong tók sær av veit­ing­unum á Eystur­oyar­landinum, sigur hann. Deila uppgávurnar Bilførarin hjá J&K Betong vísir á, at nú spreingiarbeiðið í Eysturoyartunlinum gott og væl er liðugt, verður arbeitt við at stoypa kantarnar fram við koyribreytini í tunlinum. Hesir verða stoyptir í formum, sum verða fluttir so hvørt, sum komið verður longur og longur í tunlinum. Men, nú er so eisini Sand­ oyar­tunnilin í gongd, og her samstarva J&K Betong og Løvu­ betong eisini um veitingar við betongi. - Nú gera vit soleiðis, at J&K Betong hava veitingar til arbeiðið í Sandoyartunlinum í ein mánaða, samstundis sum Løvu­betong stoypir kantar í Eystur­oyartunlinum. Síðan fara vit í Eysturoyartunnilin í ein mánaða at stoypa kantar, meðan Løvubetong tekur sær av veit­ingunum í Sand­oyar­ tunli­num. Henry Christiansen sig­ur, at tunnilsbyggingin sand­oyar­ megin merkir, at nógvir bilar fara regluliga við betongi í Sand­ oynna, og her hevur flutn­ingurin sjálvandi verið ein ávís avbjóðing. Loftið tryggjast Enn er langt frá komið undir land í Eysturoyartunlinum við kantunum, men Streym­oyar­ megin er kantur stoyptur mest sum oman á botnin í tunlinum. Í Rókini er kantur stoyptur á meginpartinum av teininum oman til rundkoyringina. - Ein stórur partur av arbeið­ num hjá okkum hevur verið at brand­tryggja loftið í tunlinum eftir spreinging. Hetta hevur verið gjørt við, at dúkur og síðan riðunet verður lagt undir loftið, og síðan verður herðað betong sproytað uppundir. Fyrst verður sproytað einaferð og síðan aftur nakrar dagar seinni. Henry Christiansen vísir á, at í betonginum, sum verður sproyt­að upp undir sjálvt tunnils­loftið, eru eisini 25 kilo av stál­fiprum í hvørjum rúmmetri av betongi. - Betongið, sum fer upp und­ir tunnilsloftið, hevur ein hita, sum í minsta lagi er 21 stig, og tá betongið verður blást upp undir loftið, er eisini eyka herðari saman við luftini. Samansetingin ger, at betongið hongur væl uppi undir tunnilsloftinum, sigur hann. Í mun til betongið við stál­ fiprum, sum fer undir tunnils­ loftið, eru polyester fiprur í betong­inum, sum fer til kant­ arnar við vegbreytina í tunli­ num. - Hvørt skot í tunlinum krevur umleið ein bil við betongi, leggur Henry Christiansen aftrat. Følir seg tryggan Men, hvussu er tað so at koma inn í ein undirsjóvartunnil - langt undir havbotninum - við betongi beint eftir, at eitt skot er latið av? - Alt verður gjørt undir strong­um krøvum, og her eru tað norskir standardir, sum eru gald­andi. Onkuntíð liggur rúgvan av gróti við endan av tun­li­num, tá vit koma inn við betongi. Tað leysa er gjarna pilkað niður, áðrenn vit koma, og síðan syrgja vit fyri at tryggja loftið við betongi. Henry Christiansen vísir á, at alt hevur gingið væl, og hann heldur ikki, at teir, ið koyra betong­bilarnar, kenna seg ótrygg­ar í tunlinum. - Nei, hetta er nakað, tú venur teg við, og sum eg nevndi er talan um strong trygdarkrøv allan vegin ígjøgnum. Tú følir teg ikki ótryggan, tó at seinasta skotið júst er latið av. Tað er meira forvitni eftir at síggja, hvussu út sær - hvørjar lindirnar í nýsprongda gróttilfarinum eru, sigur hann. Skiftivaktir Henry Christiansen vísir á, at tá tú koyri betongbil hjá J&K Betong er altíð nokk at takast við og við tað, at tunnilsarbeiðið koyrir allan sjónarringin, er eisini neyðugt við skiftivaktum. - Tað er einki, sum bara eitur frá klokkan 08 til 16, tá mest er at gera. Hetta er eitt arbeiði, sum mær dámar, og eg havi ong­ar ætlanir um at fara aftur á verkstaðið fyribils, sigur frynt­ ligi maðurin, sum vit hittu hjá J&K Betong í vikuni. J&K Betong hevur eisini nógv­ ar vinnukundar og privat­kundar kring landið, og fyritøkan veitir betong bæði til stórt og smátt. - Vit eru altíð til reiðar at gera eina tænastu, og eru tað fólk, sum ynskja smærri nøgdir av betongi, sum tey hava hug at brúka sjálvi, hava vit eisini blandað betong, sum kann út­ flýggjast her á blandistøðini. Vit plaga soleiðis at hava nakrar fiska­kassar, sum fólk sjálvi kunnu taka við sær á einum góð­um viðfestivogni, tá talan er um smærri nøgdir til privatbrúk, sigur Henry Christiansen. Henry Christiansen, sum er útbúgvin bilmekanikari, koyrir betongbil fyri J&K Betong, og honum dámar væl í hesum starvi BYGGIVINNA