Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020 SOSIALURIN 41 20 VILMUND JACOBSEN S øgan hjá J&K Petersen Con­tractors er meira enn sjeyti ára gomul. Hon byrjar, tá felagið í sínari tíð keypti fyrsta lastbilin og byrjaði at koyra fyri fólk og kommunur í Sandoynni. Eitt skifti tíðliga í 1970-árunum var ferða­fólkaflutningur eisini ein partur av virkseminum, men hetta helt upp at miðskeiðis í sjeyti­árunum. J&K Petersen Con­trac­ tors,  soleiðis sum vit kenna felag­ið í dag, byrjaði sítt virksemi í 1975, tá brøðurnir, John og Krist­ian Anfinn Petersen, tóku við eftir pápan. Tað er eisini haða­ni, at styttingin - J&K - hevur sín uppruna. Eftir 1975 hevur høvuðs­ dentur verið lagdur á entre­ prenørarbeiði, og í mong ár hev­ ur J&K verið eitt væl kent navn millum manna. Stjórin í J&K, Stein Olvur Petersen, er triðja ættarleið í felag­num. J&K Betong Í hesi greinini fara vit ikki at viðgera J&K Contractors, sum tað stóra entreprenørfelag, ið fyri­ tøkan er. Vit fara í staðin at hyggja eftir tí virksemi, sum J&K Betong hevur og hava í hes­um sambandi hitt ein av bil­førarunum, sum koyrir pumpu­bil hjá J&K Betong, Henry Christiansen. J&K Betong er dóttirfelag og ein sjálvstøðugur partur av virkseminum hjá J&K Petersen Contractors. Fyritøkan veitir betong til nógv viðskiftafeløg og privatkundar kring landið, um­framt at blandistøðin veitir betong til ymisk arbeiði hjá J&K Petersen Contractors. Betongvirksemið hjá J&K Betong byrjaði í 1989, og í dag hevur felagið eina nútímans betongblandistøð á Hjalla. Í løtuni søkir J&K Betong, har átta fólk starvast burturav, eftir bilførara til pumpubil og trumlubil. Arbeiðið fevnir eisini um vanligt viðlíkahald av bili­num, umframt at tann, sum settur verður, verður partur av arbeiðnum á blandistøðini. Talan er um fulltíðarstarv í skift­ andi vaktum og starvið verður sett so skjótt, tey hava funnið rætta umsøkjaran. 13 ár í starvi Í summar verða liðin 13 ár, síðan Henry Christiansen byrjaði í starvi hjá J&K Betong. Hann er útbúgvin bilmekanikari hjá Auto Service, og tá hann byrjaði hjá betongblandistøðini, hevði hann slett ikki fingist við slíkt arbeiði áður. - Tá eg fór í starv hjá J&K Betong, hevði eg starvast á ymisk­um bilaverkstøðum í eini 23 ár, bæði her í Føroyum og uttan­lands í meira enn átta ár. Eg hevði nøkur góð ár sum bil­ mekanikari, men til seinast var eg kanska eitt sindur troyttur av hesum. Men, ert tú fyrst vorðin bil­mekanikari og hevur arbeitt við bilum, verður tú onkusvegna verandi bilmekanikari. Eg má líka sum sleppa at gera ein bil av og á, sigur Henry Christiansen brosandi. Hann vísir á, at J&K Betong hevur tveir pumpubilar og trígg j­ar trumlubilar, har trumlu­bil­arnir, tá nógv betong skal veitast, koyra á staðið við betongi, meðan pumpubilurin syrg­ir fyri, at betongið kemur upp á pláss. - Tá stórar stoypingar skulu gerast, koyra trumlubilarnir ímillum blandistøðina og pumpu­bilin, og tað er komið fyri, at pumpu­bilurin hevur staðið í eitt heilt samdøgur og pumpað betong, sigur hann. Tunnilsbyggingar Størstu einstøku veitingarnar hjá J&K Betong nakrantíð er Henry Christiansen koyrir betongbil fyri J&K Betong, og tað hevur hann gjørt í skjótt 13 ár. - Hetta er nakað, tú venur teg við. Tú følir teg ikki ótryggan í undirsjóvartunlinum, tó at seinasta skotið júst er latið av. Eg eri meira forvitin eftir at síggja, hvussu út sær - hvørjar lindirnar í nýsprongda gróttilfarinum eru, sigur hann - EG FØLI MEG - EG FØLI MEG TRYGGAN TRYGGAN Í Í UNDIR­SJÓVAR­ UNDIR­SJÓVAR­ TUNLUNUM TUNLUNUM BYGGIVINNA