hósdagur 14. mai 2020síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
31
goldið 74 milljónir krónur út í
serliga stuðlinum og tað er mun
andi minni enn vit høvdu mett,
at tað fór at kosta. Tá mettu vit,
at korona-skipanin kundi fara
at kosta heilar 100 milljónir um
mánaðin, leggur hann afturat.
Orsøkin til at upphæddin er
munandi minni er, at talið av
teimum, sum vóru 100 prosent
tryggjað er minni enn mett.
Nógv starvsfólk fóru niður í
hálva tíð, meðan tað eisini vóru
onnur, sum ikki arbeiddu fulla
tíð frammanundan, so í meðal
hevur ALS goldið á leið 70
prosent av lønarískoytinum út.
-Tað ger tað bíligari fyri
skipanina og sum er, so er
skipanin galdandi til endan
av juni. Framrokna vit, so fer
hetta tíðarskeið tilsamans at
kosta ALS-kassanum einar 125
milljónir krónur tilsamans, sigur
Magni á Deild Olsen.
Nógv ókent
ALS hevur verið til síðani í níti-
árini , so skipanin hevur mangan
brattan farið.
Fyrstu árini undir kreppuni í
níti-árunum stóð mangan nógv
á. Arbeiðsloysið var stórt, og
skipanin hevði ikki ment seg
sterka fíggjarliga.
Nú tey seinastu árini hevur
arbeiðsloysið verið lítið – ella
so at siga onki – men tað hava
verið tíðir, har trýstið hevur
verið ómetaliga stórt.
Eitt dømi er, tá ið Føroya
Fiskavirking lat aftur stutt
undan jólum í 2010. Tá komu
400-500 fólk inn í skipanina.
-Hetta var beint undan jólum,
so skuldu hesi fólkini hava
pengar at halda jól fyri, so máttu
vit arbeiða skjótt. Tað gjørdu vit
eisini. Vit arbeiddu væl saman
og fingu gjørt klárt, so øll fingu
útgjald undan jólum tað árið,
sigur Magni á Deild Olsen.
Síðan arbeiðsloysið er mink
að, hevur ALS lagað skipanina
til, so nógv færri fólk arbeiða í
skipanini í dag.
-Vit hava eina skipan, sum er
lagað til tað trýst, sum hevur
verið seinastu árini, sigur stjórin.
Tí kravdi tað sjálvandi nógv av
hvørjum einasta starvsfólki, tá
ið vit fóru undir serligu korona
skipanina. Vit fyrireikaðu okk
um, so væl sum vit kundu, men
tað vísti seg kortini, at vit rendu
okkum í støður, sum vit ikki
høvdu væntað at koma í, sigur
stjórin í ALS.
Sprøklut mynd
Tað vísti seg, at so skjótt
arbeiðsgevararnir sendu listar
inn við starvsfólkum, sum
fóru niður í tíð ella vóru send
til hús, at myndin av føroyska
arbeiðsmarknaðinum er mun
andi sprøklutari enn tey flestu
halda – eisini tey, sum annars
kenna til viðurskiftini.
Serliga korona-skipanin er
einføld, men tað vísti seg skjótt,
at tað vóru atlit, sum vóru
neyðug at taka, men sum man
ikki hevði roknað við í byrjanini.
Nokk so nógv, sum vóru til
meldað, høvdu meira einn ein
arbeiðsgevara. Summi hava
tríggjar ella fýra arbeiðsgevarar.
Spurningurin var so, hvussu
hetta skuldi roknast, tí sjálvandi
kundi tað ikki vera so, at starvs
fólk fingu meira enn tær 20.000
krónurnar, sum talan var um,
fyri hvønn arbeiðsgevara tey
høvdu.
-Ja, hetta gav okkum nógvar
avbjóðingar og nógvar spurn
ingar at loysa. Tað vísti seg eisini,
at tann vitan vit arbeiddu við í
fyrstuni ikki var nokk til at vita
alt. Tí hava vit lagað ymiskt til
í reglunum, so tær betri standa
mát við veruleikan, sigur Magni
á Deild Olsen.
Í onkrum førum vóru útlit
til, at summi fóru at fáa lønar
hækking við at fara upp í serligu
korona-skipanina.
-Tað var ikki ætlanin, so vit
hava tí verið noydd at finna
loysnir á nógvum ymiskum
spurningum, sigur hann.
Sterkar førleikar
Tá ið kreppan tók seg upp,
stóð rættuliga skjótt greitt fyri
teimum flestu, at skuldi nakað
gerast, so mátti ALS gerast ein
viðspælari.
Skipanin er sterk fíggjarliga.
Eginognin var fyrst í mars 950
milljónir krónur og í tinginum
var eitt uppskot um at hækka
útgjaldið til arbeiðsleys.
Hetta var eitt tekin um, at
skipanin er væl bjálvað. Tað
gjørdi, at tað bar til skjótt at
fáa hendur á pengum, men
royndirnar og førleikarnir hjá
starvsfólkunum í ALS taldu
eisini við.
ALS er ikki almennur stovnur,
men ogn hjá løntakarum
og arbeiðsgevarum. Einasta
almenna í skipanini er, at
Løgtingið ásetir, hvussu stórt
inngjaldið og útgjaldið er, men
eftir tilráðing frá stýrinum í
ALS.
-Eg haldi at okkara starvsfólk
eru sera dugnalig. Tey skilja
stóra týdningin av at fáa hesa
nýggju skipanina at virka, og
tørvin á at vit hava verið noydd
at seta øll segl til. Øll starvs
fólkini hava kýtt seg og hava
arbeitt uttan íhald fyri at fáa
hesa nýggju skipanina at virka
sum ætlað, og tey hava hjálpst
at, so mál eru loyst skjótt og væl,
sigur stjórin í ALS.
-Tey hava víst, at tey duga at
umstilla seg og seta seg skjótt
inn í nýggjar reglur og nýggjar
skipanir, sigur stjórin.
Hann leggur afturat, at tøkini
hjá summum hava verið ógvus
lig. Summi hava arbeitt fleiri
ferðir tað, teirra sáttmáli sigur.
Summi hava arbeitt einar 300
tímar eyka hesar fyrstu fimm
vikurnar, síðani serliga korona
skipanina fór at virka.
-Hóast arbeiðstrýstið fram
vegis er stórt, so byrjar tað nú
so smátt at hasa av, og fleiri
fólk eru farin aftur til arbeiðis,
so hvørt samfelagið letur upp
aftur, so útlitini eru bjørt, sigur
Magni á Deild Olsen, stjóri á ALS.