hósdagur 14. mai 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
32
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
39. partur
V
it koma nú at halda
fram við røðini um
Kristian Djurhuus.
Hon er grundað á hans
ara handrit, sum telur meira enn
2.000 maskinskrivaðar síður. Her
verður bara tað týdningarmesta
tikið burtur úr. Nú er hann komin
á ting í 1932, og tí er framhaldið av
hesi røð eisini fyri ein stóran part
politisk søga. Eisini søga, sum ikki
hevur verið kend fyrr.
Tað tykist sum at Kristian um
boðar eitt nýtt ættarlið av polit
ikarum í fremstu røð. Hann er
sakligur og jarðbundin.
Kristian: Mourentius
við Stein var gløggur
og vinstrahallur
Mourentius við Stein var eini
tvey ár eldri enn eg, men vit vóru
vinir og skúlafelagar í Havn. Pápi
hansara var Dia við Stein, tey
búðu úti á Reyni.
Tað var eitt fátækt heim, men
tað var nossligt. Teir vóru fýra
brøður. Allir vóru sera musikal
skir. Teir spældu serliga violin
men eisini horn. Pápin spældi
til dans, og synirnir blivu limir
í Tórshavnar Tónleikarfelag,
har Bakar Hansen var lærari.
Pápin var kendur fergumaður,
til havnin kom í 1920. William
Heinesen hevur vist havt teir
í huganum, tá ið hann skrivaði
bókina Glataðu spælimenninir,
De fortabte spillemænd.
Mourentius var longu sum ung
ur áhugaður í politikki. Hann var
ógvuliga vinstrahallur. Vit vóru
nakrir ungir, sum høvdu gjørt
ein politiskan klubba. Umframt
okkum báðar vóru tað Jóan Pet
ur Davidsen, ættaður av Sandi,
seinni kendur løgtingsmaður fyri
javnaðarflokkin, og Niels Eides
gaard úr Oyndarfirði.
Vit plagdu at savnast í hoyggj
húsinum hjá abba, Christian í
Ólastovu við Skansavegin. Har
var altíð kølið inni, men vit høvdu
eina innvortis glóð. Eg minnist,
at tað vóru serliga Jóan Petur og
Mourentius sum vóru brennandi,
teir heltu meira til kommunism
una. Hetta gjørdi meg meira varn
an. Teir høvdu kommunistisk rit,
sum teir lósu upp úr. Niels var
meira millum teir báðar og meg,
sum var meira frílyntur. Men eitt
vóru vit samdir um. Samfelagið
tørvaði broytingar, so tey fátæku
fingu betri kor, men vit vóru ikki
samdir um, hvussu hetta skuldi
gerast.
Men klubburin fekk ikki langa
livitíð. Vit mistu klubbhølini, tá
ið abbi fekk varhugan av, at tað
varð roykt í hoyggjhúsinum. Tá
kundi lættliga eldur koma í, tað
vildi abbi ikki risikera.
Jóan Petur fór seinni niður
at læra til bakara, meðan Mour
entius fór at arbeiða hjá Valdemar
Lützen, har hann fór at koyra við
koli. Mourentius var altíð áhug
aður í bókmentum, hann las og
skrivaði nógv. Seinni var hann
við til at stovna javnaðarflokkin
og varð saman við Petur Mohr
Dam valdur á ting í 1928. Hann
var tingmaður í tvey valskeið til
1936. Hann bleiv eisini blaðstjóri
á floksblaðnum, Føroya Social
Demokrati. Nøkur ár seinni, hetta
var í 1930-unum, kom tvístøða
millum hann og Petur Mohr Dam,
sum ikki kundi hava eini mann
undir liðini á sær, sum var stinn
ari í tí hugsjónarliga enn hann.
Tá kann tað tykist merkiligt,
at hann skuldi enda júst á Dag
blaðnum sum prentari og hjálpar
blaðstjóri.
Men hansara skriving var altíð
ógvuliga saklig, og vísti, at polit
iskt hevði hann kortini ikki gjørt
tað stóra lopið. Hann skrivaði
nógv av siðsøgu úr Havn.
Niels Eidesgaard bleiv prentari
á Tingakrossi, og var ein av stovn
arunum av B36.
Eisini sóttarhald í 1933
Eg má heldur koma aftur til byrj
anina av árinum 1933. Tað var
ein øgiligur stormur 2. januar.
Tað var so nógvur vindur, at N.J.
Mortensen ikki tordi at koyra við
bilinum hjá sær. Eg fekk at vita
úr Sumba, at uppgangurin har var
størri enn menn minnast.
Tann 8. januar høvdu vit jóla
træ í klubbanum fyri 600 børnum,
umframt 100 vaksin, sum hjálptu
til. Hetta var ein væleydnað
veitsla.
Tann 18. januar boða heilsu
myndugleikarnir frá sóttarhaldi
í sambandi við eini nýggjari krím
sjúku, sum var farin at ganga.
Hetta merkti, at vit aftur skuldu
seta tiltøk í verk.
Tann 14. februar fekk eg fjar
rit frá fútanum, at ferðamanna
skipið Sleipnir skuldi í sóttarhald,
tá ið hann kom á Tvøroyri. Eg fór
umborð og gjørdi skiparan var
ugan við hesi boðini. Hann bleiv
í øðini og greiddi frá, at løgreglan
í Havn hevði givið teimum frítt at
fara. Eina løtu seinni kom aftur
eitt fjarrit frá fútanum, at skipið
varð kannað í Havn, har tað varð
staðfest, at eingin grund var at
halda skipinum aftur. Hetta var
flovisligt fyri myndugleikarnar í
Havn. Hevði tað verið onkur ann
ar, hevði helst meira verið gjørt
burtur úr.
Kreppan ger um seg
Stóra fyritøkan J. Mortensen var
í fíggjarligum trupulleikum og
hevði kr. 6.000 í eftirstøðu fyri
havnargjøld. Men hetta varð
greitt soleiðis, at fyritøkan gav
trygd í 200 ballum av klippfiski,
sum skuldi avskipast í mai-juni.
Í februar var aftur arbeiðs
ósemja. Eg fekk boð frá arbeiðs
gevarum, at arbeiðararnir høvdu
niðurlagt arbeiðið. Eg fekk sam
band við formannin í arbeiðs
mannafelagnum Fylking og
segði honum, at verkfallið var
ólógligt sambært galdandi lóg.
Hann lovaði mær beinanvegin
at áleggja arbeiðarunum at fara
aftur til arbeiðis.
Johan Bech stríddist
fyri tey veiku
Tann 22. februar var eg farin um
borð á Sleipner fyri at fara til
Vágs. Men tá fekk eg boð um, at
eldur var í húsinum hjá Johan
Bech. Eg fór í land aftur, men tá
var húsið niðurbrent. Eg fór bein
anvegin at leita í leivdunum fyri
møguliga at finna orsøkina til eld
in. Fann skjótt útav, at orsøkin var
ein ótættur komfýrur.
Johan var óførur útróðrar
maður. Hann legði ofta nógv fyri.
Men hann kendi væl streym, og
kom ikki í óføri.
Johan róði eisini út við mot
orbátunum hjá Niels Juel Mort
ensen, hann fiskaði eisini væl.
Hann var ein av oddamonnun
um í Fylking, har hann eitt skifti
var formaður, og hann stríddist
dúgliga móti øllum órætti, sum var
framdur móti arbeiðsmonnum
og fiskimonnum. Hann helt seg
heldur ikki aftur at siga sína
meining við Niels Juel Morten
sen. Tað kundi tí koma tvístøða
teirra millum. Men Niels Juel var
ikki ein maður, sum var firtin
leingi, so hetta javnaði seg skjótt.
Vanliga vóru rímiliga góð viður
skifti teirra millum. Johan var
Víst var Kristian Djurhuus
sambandsmaður, men
samstundis var hann meira
frílyntur enn nógvir av
teimum gomlu politikarunum.
Hetta var hansara styrki
SIÐSØGA
VAR Í KLUBBA SAMAN
VIÐ VINSTRAHALLUM
Kristian Djurhuus:
Mourentius Viðstein og Kristian Djurhuus høvdu politiskan klubba.
Abbi Kristian, Kristian í
Ólastovu, steðgaði fyrsta
politiska virkseminum
hjá abbasoninum.