hósdagur 14. mai 2020síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
33
Komandi partur
Í komandi parti kemur kendi flogskiparin
Charles Lindbergh til Tvøroyri.
javnan álitismaður hjá Niels Juel,
tá ið siglast skuldi við farmi.
Johan druknaði saman við
tveimum synum á útróðri undir
Íslandi í 1944. (Greitt varð frá hes
um í seinastu Siðsøgu)
Kona Johan, Sidsel, hevði eisini
ta sorg at missa tveir aðrar synir
í sigling undir krígnum. Annar
fórst við Alduni í 1940, og hin í
uttanlandasigling í 1942.
Tað fall í mín lut hvørja ferð at
skula bera henni syrgiligu boðini.
Hetta var hart hvørja ferð.
Fyrsta rætt við
vaskibrunni
Tann 6. mars fekk verjuskipið
Islands Falk trupulleikar við ar
beiðsmenninar á Tvøroyri, sum
var komin inn eftir koli. Orsøkin
var tann, at nakrir av manningini
høvdu trillað nakrar tómar tunn
ur niðan á goymsluna. Tá mátti eg
koma uppí og fáa hetta í rættlag.
Hetta skuldi verið púra óneyðugt.
Tann 8. mars fekk eg fjarrit
um, at mín undangongumaður
Oliver Effersøe var deyður.
Hann gjørdist ikki gamal, júst
ikki fyltur 70 ár. Hann fekk eitt
vakurt eftirmæli í Føroyatíðindi
og Dimmalætting.
Tann 30. mars var eg í Ranghaga
saman við øðrum eigarum at tosa
um eina rætt, sum skuldi gerast.
Tá ið eg gjørdist eigari í haganum
var eingin rætt. Í staðin varð rætt
in í grannahaganum nýtt. Hetta
var ofta óhøgligt. Vit fingu so
samtykt at gera eina rætt, og eg
lovaði at útvega studning til hana.
Hetta bleiv ein framkomin rætt
við m.a. vaskibrunni. Hetta bleiv
fyrsta rætt í oynni við hesum
hentleika.
Tann 28. apríl var eg á fundi
við ein keypmann. Hann byrjaði
fundin við at leggja meg undir
at vera tann herviligasti av lim
unum í kommunustýrinum at
skatta keypmenninar, meðan
hinir limirnir vóru nógv meira
afturhaldnir í so máta. Tað kann
leggjast afturat, at tað var gingið
afturá við fíggjarligu støðuni hjá
kommununi seinastu tíðina.
Eg vildi ikki lata meg provokera
at avdúka, hvat ið gekk fyri seg
á fundum í líkningarnevndini,
men segði tó, at tað var ikki vist,
at hetta var heilt, sum hann legði
tað út.
Tann 10. mai frættist, at eitt
italienskt flogfar, har generalur
in Balbo, var skipari skuldi mill
umlenda í Havn at bunkra á veg
til Grønlands. Richard Thomsen
og eg sendu fjarrit og bóðu um,
at teir heldur millumlendu í
Trongisvági. (Balbo var ein av
oddamonnunum hjá Mussolino
og var ovasti fyri luftvápnið. Men
søgan sigur vist ikki nakað um, at
hann kom til Føroya.)
Politiskur tvídráttur
aftur á skránni.
Seinast i mai var eg á fundi í
Havn at viðgera politisk evni.
Sambandsflokkurin kom tá við
uppskoti um, at staturin skuldi
byggja eitt sinnissjúkrahús. Tað
gjørdi hann annars ikki fyrr 30
ár seinni.
Á ferðini suður aftur tann 27.
mai hitti eg Jóannes Paturson
umborð á Smirli. Hann segði mær,
at hann fór til Suðuroyar at vitja
vinir og kenningar.
Dagin eftir fekk eg tilvildarliga
at vita, at Patursson hevði boðið
til almennan fund í Klubbanum.
Tað hevði hann ikki sagt mær,
men eg fór tó á fundin.
Her greiddi Patursson frá
sínum virki á Fólkatingi í sam
bandi við Grønlandsmálið. Her
kom hann eisini inn á Skarstein
sakina, sum var um ta viðferð
manningin á Skarstein, sum var
forlistur, hevði fingið av donsku
myndugleikunum í Grønlandi.
Hetta var eisini blivið tingmál.
Hetta gjørdi, at eg bað um orðið.
Men tað noktaði Patursson, tí her
skuldi ikki vera nakað kjak. Men
tá eg mátti staðfesta, at Patursson
hevði noktað mær orðið, gav hann
mær kortini møguleika fyri eini
stuttari viðmerking, har eg gav
eina stutta frásøgn um Skar
steinmálið, soleiðis sum eg sá tað.
Patursson tók hetta illa upp, men
hann kundi ikki avvísa nakað av
tí, sum eg hevði greitt frá.
Hevði eg ikki tilvildarliga frætt
um fundin hevði Patursson uttan
svar kunnað givið eina einvísa
lýsing av hesum máli.
Máttu renna undan
tarvi og róði kapp
Annars høvdu vit nógvar vitjanir,
bæði av ættarfólki og øðrum. Vit
gjørdu eisini nógvar útferðir.
Eina ferð vit vóru við Prest
nøs, og tað var toka, rendu vit
okkum í giljatarvin, sum fór at
renna eftir okkum, og vit runnu
undan. Tíbetur komu vit at einum
hegni, sum skuldi verja kríatúrini
fyri at fara fyri bakka. So vit
lupu um hegnið og fóru oman í
skráningina, har vit eftir eini gøtu
kundu ganga heim í bygdina. Eg
má viðganga, at eg føldi meg illa í
hesi støðu. Mær hevur ongantíð
dáma tarvar, eg havi hildið teir
vera so lúnskar.
Tann 27.juli fór eg til Havnar
við trolara, har skiparin var vin
maðurin Georg Double. Tann 28.
róði eg kapp við nýggja tíggju
mannafarinum úr Trongisvági.
Vit róðu móti tveimum øðrum
tíggjumannaførum. Men vit vóru
óhepnir, tí árar brotnaðu, og vit
blivu bara nr. 2, einans 5 sekund
eftir nr 1.
Ólavsøkudag kom løgtingið
saman við vanliga setu. À guds
tænastuni talaði vágsprestur,
sum revsaði manglandi reinføri
og ósannindi í politikki.
Á løgtingssetuni vórðu løgd
fram heili 149 mál, hetta var vist
met. Fyri at fáa málini undan
vóru tveir tingfundir um dagin.
Tann 6. august kom enski
flogskiparin Grierson við sínum
flogfari til Havnar. Hann nýtir
ikki kumpass men bara radio
peiling. Tí hevði hann ikki stór
vegis trupulleika av toku. Enda
málið við ferðina var at royna
hesa skipan. Hann fór til Ísland,
Grønland, Amerika og so víðari
runt heimin.
Tann 9. august fór eg til hús. Tá
Smiril kom til Skálavíkar leyp ein
hundur hjá einum ferðamanni
fyri borð. Smiril vendi og fekk
hundin umborð aftur. Í Skálavík
hildu fólk, at Smiril lá við grind.
Sjálvstýristingmaður
gekk ímóti bóndanum
Tann 16. august var Skarstein
málið til viðgerðar í tinginum.
Sjálvt um ein samd nevnd hevði
skrivað eitt álit, har niðurstøðan
var, at tað var ikki grund til at
gera meira við hetta mál, so
vant Jóannes Patursson seg upp
í orðaskiftinum við ymiskum
skuldsetingum um mangt og
hvat. Eg hevði góð kort á hondini
at seta hann upp á pláss. Hansara
gamli mótstøðumaður, Andras
Samuelsen, gav honum eisini
politiskt kanel, og so rýmdi hann
av fundinum.
Framferðin hjá Patursson var
eisini pínlig fyri hansara parta
mann, Sigurd Poulsen úr Skopun,
sum var limur í umrøddu nevnd,
og sum hevði tikið undir til ein
mælta tilmælinum. Hann mundi
eisini fáa av grovfílini í sínum
flokki.
Tann 21. august fekk løgtingið
vitjan av Fríðriki krúnprinsi, sum
var komin úr Íslandi við ”Island”.
Johan Beck (1883-1944) var
ein íðin stríðsmaður fyri
verkamannafjøldina á Tvøroyri.
Fyritøkan hjá J. Mortensen byrjaði at fáa trupulleikar í 1933.
Men teir vórðu greiddir tá. Seinni gekk verri.
Sigurd Poulsen úr Skopun var á
tingi fyri Sjálvstýrisflokkin 1932-
1936. Hann var onkuntíð meira
samdur við Kristian Djurhuus
enn við Jóannes Patursson.
Í seinasta parti um sponsku sjúku eftirlýsti vit sjúkrasystrina
frk. Nicodemussen. Hetta var Andrea, sum var diakon.
Hon var fødd á Sandi í 1875 og doyði í 1968. Hon hevði hotel
í Tingnesi og seinni í Sigmundargøtu frá 1922 til 1946