hósdagur 14. mai 2020síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
37
ARBEIÐI
MÁLA HÚSINI Í SUMMAR?
Við royndum og fleiri árum á bakið,
bjóða vit okkum aftur í ár framm
at mála tínu hús og tað fyri sera
kappingarføran prís. Mála kring
alt landið.
+298521314
Skulu húsini málast í summar?
Eg átakið mær alt máliarbeiði úti
og inni. Skjótt og gott við nógvum
royndum. Hevur hettar tín áhuga
so ring ella skriva á tlf 267988.
267988
Mála húsið?
vit átaka okkum alt uttandura
málara arbeiði og arbeiða um alt
landi. Ring ella skriva til malarin.
fo@hotmail.com og fá óbindandi
tilboð.
253766
Skifta tekju?
Ynskir nakar at skifta tekju í
summar, ring tlf. nr. 265151.
BÝLI Í FØROYUM
Modernað og attraktiv íbúð á
Argjum við 3 kømrum og 2 wc/
baðiverilsum .
Møblerað hugnalig ibúð til bíliga til
leigu 8.mai–15.august 2020. 126
m2 við øllum. Skriva ella ring
0045292534
FUNDIR
Aðalfundur hjá Bátafelagnum á
Bakka, Glyvrar
Bátafelagið á Bakka Glyvrar
Ársaðalfundur verður í
kantinuni í Skúlanum við Løkin,
leygarmorgunin 23 mai 2020, kl.
10:00 Herbert Olsen, form
218788
INNBÚGV
Sofa til sølu
Reyð leðursofa til sølu. Sum nýggj.
Prísur 8.000 kr.
265151
SAMBAND
Samband ynskist
Maður ynskir samband við kvinnu.
Eg eri einkjumaður um 70 ára
aldur. Eg búgvi í Vágum. Helst ikki
roykja ella drekka. Hevur hetta tín
áhuga, so frætti eg fegin.
Bill. mrk. 050720
YMISKT
Listaverk
Vit sóknast eftur at keypa
Listaverk av : -Ruth Smith. -Janus
Kamban -Elinborg Lützen -
Keramik eftur Axel Salto ella Arne
Bang, sóknast vit eisini eftur.
Sendi boð ella myndir til : vlb@vlb.
fo Góður prísur verður givin fyri
rætta verkið.
213536
Merkisdagar/tiltøk
Gudstænastur
Sunnudagin 17. mai 2020
Argja kirkja kl. 11.00: Derhard
Jógvansson.
Argja kirkja kl. 13.00:
Rútmisk gudstænasta:
Derhard Jógvansson.
Christianskirkjan
Gudstænasta Marjun
Lómaklett kl. 11.00
Funningsfjørður. Anne Mette
Greve Klemensen kl. 15.30
Glyvra kirkja kl. 11, Meinhard
Bjartalíð
Haldórsvíkar kirkja kl. 11.00.
Gudstænasta viđ lestri.
Havnar kirkja kl. 11.00 Uni
Næs, dómpróstur.
Hoyvík kl. 11, Theodor Eli
Dam Olsen. Útvarpað.
Hósvíkar kirkja kl 11.00.
Orđsins gudstænasta. Jákup E
Petersen prædikar.
Húsa kirkja Gudstænasta
Øssur Kjølbro kl. 12.15
Hvalvíkar kirkja kl 12.15.
Orđsins gudstænasta. Jákup E
Petersen prædikar.
Hvannasunds kirkja, lestur,
kl. 12.00.
Kaldbak kl. 12, Bergtórur
Hjelm Bjarkhamar
Miðvágs kirkja. Marjun í
Kálvalíð. kl. 11.00
Mikladals kirkja
Gudstænasta Øssur Kjølbro
kl. 11.00
Sands kirkja, kl. 12.00,
Havstein Klein.
Skála kirkja kl. 11: Símun
Persson Jacobsen.
Tjørnuvíkar kirkja kl 12.00.
Orđsins gudstænasta. Jógvan
Fríđriksson prædikar.
Vesturkirkjan kl. 11.00:
Bergur Debes Joensen.
Vesturkirkjan kl. 13.00:
Bergur Debes Joensen.
Viðareiðis kirkja, Jóannes
Purkhús, kl. 11.00. Onnur
prædika í prædikurøð um
Fyrsta Tessalónikubræv.
Tekstur: 1. Tess 2,1-20.
Evni: Paulus og kirkjuliðið í
Tessaloniki.
21.mei kl 11: Hellurnar. Anne
Mette Greve Klemensen
24.mei kl 11: Elduvík. Anne
Mette Greve Klemensen
31.mei kl 11: Leirvík. Anne
Mette Greve Klemensen
1. juni kl 11: Fuglafjørður.
Anne Mette Greve Klemensen
21.05. kl. 11.00. Kristi
Himmalsferðardag. Bíggjar
kirkja. Marjun í Kálvalíð
24.05. kl. 11.00. Gásadalur.
Marjun í Kálvalíð
Adventistakirkjan
Leygardagin 16. mai 2020
Kl. 10 Bíbliugransking: Edvard
Andersen
Kl. 11 Sabbatsgudstænasta:
Bergur Jensen
Dagtilhaldið Blákollan á
Oyri
Opið er týsdag og hósdag
frá 14-18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Missiónshúsinum við
Landavegin
Sunnukvøldi møti kl. 18.00
Reyða Kross
Vitjunartænasta
Vitjunartænastan hjá Reyða
Kross Føroya virkar nú í
hesum økjum.
Tórshavn
Eyrith tlf. 513784
Marin 284333
Sørvágs kommunuøki
Anna Sophia tlf. 272142
Vága kommunuøki
Hansia tlf. 229705
Sandoyar kommunuøkir
Óløf tlf. 561348
Kristbjørg tlf. 281708
Norðoya øki
Maria Olsen tlf. 282171
Gerda Absalonsen tlf. 215174
Nes kommunuøki
Eigil Andersen tlf.
212129/448960
Maja Højgaard Jakobsen tlf.
244173
Virkin sum longst
Vit møtast hvønn týsdag frá
kl. 15.00 til 18.00 í Sørvágs
skúla. Drekkamunnur og køka
er at fáa. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
LÝSINGARTORG
Krúndiamantbrúdleyp
Tann 24. apríl hava Herborg og Páll Joensen
krúndiamantbrúdleyp.
Sum tilmælt er, verður dagurin ikki hildin
Góðu vinir :)
Um lív og heilsan verður
halda vit silvurbrúdleyp í
Dali tann 8. aug 2020
Talan verður um
vælkomstgyldi. Tit, ið vilja
gleða okkum við at koma
í silvurbrúdleypið, eru
hjartaliga vælkomin seta x í
kalendaran longu nú.
Nærri kunning við
vælvaldum orðum kemur
seinni.
Vit gleða okkum og telja
dagarnar.
Helga og Bødvar
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 10. mai, eru 50
ár síðani, vit gingu saman í
hjúnarlag. Dagurin verður
hildin saman við okkara
nærmastu.
Jancy & Vernar Olsen
Aðalfundurin 2020
Aðalfundurin hjá Maskinmeistarafelagnum
verður
leygardagin tann 23. mai kl. 13 í Smæruni,
J. H. Schrøtersgøta 7
Skráin er sambært lógini:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frágreiðing formansins.
3. Leggja fram roknskap til góðkenningar.
4. Uppskot um lógarbroytingar.
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
6. Ásetan av limagjøldum
7. Velja skrásettan grannskoðara.
8. Ymiskt.
Tá freistin fyri uppstilling til nevndarval var úti
tann 15. desember 2019, vóru tvey valevni
uppstillaði.
Tey eru verandi nevndarlimirnir John Højsted,
Hoyvík og Jóhan Mørkøre, Leirvík.
Limir, sum ikki kunnu møta á aðalfundinum,
kunnu greiða atkvøðu á skrivstovu felagsins
Grønlandsvegur 58.
Uppskot til nevndarlimir kunnu eisini skjótast upp
á aðalfundinum.
Gevið gætur!
Fundurin verður skipaður samsvarandi almennu
tilmælunum í samband við Koronasmittuna við
atliti til frástøðu, hondreinføri o. a.
Av somu orsøk verður ikki borðreitt við mati,
men til ber at fáa vatn í fløskum.
www.ssh.fo
Suðuroyar Sjúkrahús søkir eftir
bioanalytikara
Sí meira á www.ssh.fo
Diamantbrúdleyð
2. juni hava hjúnini Hildigunn og Mortan Johannesen
verið gift í 60 ár.
Sum tilmælt er, verður dagurin tíverri ikki hildin nú.