Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-14, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2020síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020 SOSIALURIN 41 38 TRÓNDUR ARGE U m vikuskiftið verður 2. um­far í Betri deildini hjá monnum. Byrjað verður leygardagin í Trongis­vági, har TB fær vitjan av KÍ. Sunnudagin eru fýra dystir. EB/Streymur og NSÍ spæla klokkan 17, meðan hinir eru klokkan 15. Í Fuglafirði er aftur fótbóltsfebur nú HB kemur á vitjan. Víkingur fær vitjan av Skála og í Gunda­ dali er grannauppgerð mill­um stórabeiggja úr B36 og lítla­ beiggja av Argjum. Ein spælari, sum ikki verður við í Gundadali er Pedro Taracon Anton. Spanski miðverjin hjá AB hevur ikki neyðugu pappírini at spæla í Betri deildini. Kann alt uttan at spæla fótbólt Pedro Taracon Anton gjørdist í 2016 fyrsti spaniólin í før­oysk­ um fótbólti, tá hann og lands­ maðurin, Carlos Quintana Herrero, komu til B68. Tað er bliv­ið til fýra kappingarár í før­ oyskum fótbólti, harav eitt hálvt ár í Fuglafirði. Hann skal í næst­ um giftst Juliu Clementsen. Tey fingu síðst í 2017 ein dóttur og Pedro Taracon Anton hevur búð og arbeitt í Føroyum øll árini. Í vetur valdi 34 ára gamli spaniólin at skifta til AB í Betri deild­ini, men tað hevur havt av­ bjóð­ingar við sær. Pedro Taracon Anton kann ikki spæla uttan at fáa útlendingaløn. -Eg havi spanskt EU-pass og havi uppihalds- og arbeiðsloyvi til í apríl í 2021, men tað er ikki nokk til at kunna spæla fótbólt í bestu deildini. So eg kann búgv her, arbeiða, taka lán og rinda skatt, men eg kann ikki spæla fót­bólt, sigur spaniólin. Mikukvøldið tók leiðslan hjá eina avgerð um at leyslata Pedro Taracon Anton úr sáttmálanum, tí pappírini ikki eru komin upp á pláss, og tað er óvist nær tey koma upp á pláss. Hann bíðar nú eftir donsku mynduleikunum. 4. mars sendu tey umsókn um familjusamanføring, sum ger tað møguligt hjá Pedro Taracon Anton at spæla fótbólt undir van­ligum treytum. -Eg havi bíðað í tveir mánaðir eftir donsku mynduleikunum. Eg kann spæla sum áhugaleikari í 1.deild, so kanska onkur hevur brúk fyri mær inntil pappírini koma upp á pláss, sigur Pedro Taracon Anton. Áskoðarar sleppa aftur til fótbólt Tað bleiv bara til eitt umfar uttan áskoðarar í føroyskum fót­bólti. Á tíðindafundi miku­ dag­in hevur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, boða frá at tað kunnu verða áskoðarar til fótbóltsdystir aftur. Hetta verður tó við nøkrum treytum. Fyrsta umfar í Betri deildini hjá monnum bleiv spælt leygar­ dagin uttan áskoðarar, men um vikuskiftið verður tað við áskoðarum. TB-KÍ Leygardagin klokkan 14.00 DÓMARI: EILER RASMUSSEN Tvøramenn fingu eina harða byrj­an, tá liðið var aftanfyri 2-0 aftaná 26 minuttir móti NSÍ í Runavík. Helst kundi heima­liðið eisini havt fingið tvey brots­ spørk hesa løtuna. Tað er óvist um Poul Ingason verður tøkur. Venjarin hjá TB, Michael Winter, sigur við Sosialin at miðverjin er ivasamur. Tað var annars torført at fáa eyga á góðu dygdirnar hjá fleiri av nýggju spælarunum. Michael Winter royndi at fáa sínar menn fram á vøllin, tá NSÍ hevði bóltin. Hetta eydnaðist ikki so væl, men tað krevur eisini tíð at fáa eitt lið at leggja skilagott trýst móti einum liði sum NSÍ. Gestirnir í Trongisvági leygar­ dagin fingu eisini eina keðiliga byrjan upp á kappingarárið. KÍ tapti 2-0 móti B36 í eini endur­ tøku av FM-finaluni í fjør. Í mun til Stórsteypadystin, so tóktist KÍ-liðið ikki spæla so væl og samanhangandi hesaferð. Okkurt bendir á, at spælarar sum Jákup B. Andreasen og Páll Klettskarð kunnu gera góðan mun, um teir spæla uttan snudd­ ir. TB sá verri út enn KÍ í 1. umfari. Tí er KÍ favorittur reint ítróttar­liga, men tað er altíð torført at spæla í Trongisvági og tað vita klaksvíkingar eisini væl frá í fjør, tá teir undan summarsteðginum taptu 1-0. Hesa ferð tykist TB tó ikki hava fingið sína tiltiku góðu byrjan. SOSIALURIN TIPPAR: 1-2 B36-AB Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: BJARKI DANIELSEN Hetta er nokk grannauppgerðin, sum best kann lýsast sum stóri­ beiggi móti lítla beigga. Tað er tiltikið, at fólk á Argjum stuðlaðu B36, meðan AB var í lægri deildunum. Í dag er støðan broytt og yngru ættarliðini á Argj­um spæl og halda við AB. B36 staðfesti sína støðu sum ein av FM-favorittunum við 2-0 sigrinum í Klaksvík. Serliga avrikini hjá Sonna Ragnar Natte­ stad og Meinhardi E. Olsen vóru góð. Teir eru nýggir í hópinum og tykjast kunna lyfta B36 upp á eitt enn hægri stig. Hartil eru bonkurin sterkur, sum eisini sást við innskiftingini av Sebastian Pingel, sum skoraði tað fyrra og átti stóran lut í seinna málinum. Argjamenn fingu eitt óvænt­ að stig móti Víkingi í fyrsta umfari. Á pappírinum er AB sterkari í framrættaða spæli­ num, men sunnudagin var tað verju­parturin, sum tryggjaði ein málleysan javnleik. Hetta hevur givið argja­monn­ um mót upp á meir, men tað er ilt at ímynda sær at B36 ikki kemur til nakrar málmøguleikar. Serliga eru tað spælarar sum Árni Frederiksberg og Meinhard E. Olsen, ið verða ein støðug hóttan. Sum lið kann AB standa í móti, men í einum móti einum støðum er B36 sterkari. SOSIALURIN TIPPAR: 2-0 Víkingur-Skála Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: DAGFINN FORNÁ Hvørki Víkingur ella Skála fingu eina góða byrjan upp á kappingarárið. Víkingur spældi málleysan javnleik á Argj­um, meðan Skála tapti 2-1 á heima­ vølli móti ÍF. Víkingur er nakað broytt og tað sást eisini til dystin á Argjum. Tað kemur at taka ein løtu at spæla spælarar sum Ara Olsen og Jákup Johansen inn á lið­ið, meðan Finnur Justinussen skal banka rustin av. Áleyparin hevði nakrar møguleikar, sum Betri deildin 2. umfar: Fyrsti spaniólin í føroyskum fótbólti, Pedro Taracon Anton, hevur familju í Føroyum, arbeiðir, fær løn og rindar skatt, men í løtuni kann hann ikki spæla fótbólt í Betri deildini. – Eg havi bíðað í tveir mánaðir eftir donsku mynduleikunum, sigur 34 ára gamli spaniólin Ikki við: Pedro Taracon Anton (loystur úr sáttmálanum), Filip í Liða (1-2 mánaðir, ryggurin) Ivasamir: Jón Krosslá Poulsen (ryggurin) Við aftur: Jákup Pauli Breckmann (leikbann), Jasper van der Heyden (loyvini komin upp á pláss) Ikki við: Hugin Samuelsen (Búkskaði, 2 vikur) Ikki við: Árni G. Olsen (leikbann) Ivasamir: Fannhard Skoradal (lyska), Bjarki Zachariassen (lyska) Ikki við: Tróndur Jensen (krossband, langtíðarskaddur), Hørður Askham (krossband, langtíðarskaddur), Jákup L. Thomsen (knæið, óvist), Teit Jacosen (skurðviðgjørdur í knænum, 4-6 mánaðir), Jógvan Rói Davidsen (brotið rivjabein, 3-4 vikur) Ikki við: Pól Jákup Lundsbjerg (knæið, vikur) LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR ÍF PEDRO PEDRO SLEPPUR SLEPPUR IKKI AT SPÆLA IKKI AT SPÆLA