mikudagur 20. mai 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020
SOSIALURIN 42
4
ANNIKA KUNOY IM
Í
prestagarðinum á Nesi
búgva Ovi og Hallgerð
Brim saman við børnum
teirra, sum nú eru fýra í
tali. Inni er fjálgt og hugnaligt,
og Hallgerð situr við køksborðið
við tvær vikur gomlu dótturini
í føvninginum, meðan Ovi
ger kaffi og setur frukt og
wienarbreyð á borðið. Lítla
barnið, sum liggur og svevur hjá
mammuni er orsøkin til vitjanina
í dag, tí á føðingardegnum hjá
mammu síni hin 4. mai kom hon
knappliga buldrandi inn í heimin
í sjúkrabili sunnanfyri Hósvík á
veg til Havnar. Ein entre, ið vil
nakað. Og hóast koronatíðin
elvdi til ótta, og hóast foreldrini,
nú tey lýta aftur á føðingina,
hugsa um alt tað, ið kundi gingið
galið, sita tey við eini kenslu av
undran og takksemi fyri stóru
føðingardagsgávuna og fyri eitt
væl virkandi sjúkrahúsverk.
Tíðin undan at Hallgerð Brim
átti fjórða barnið var merkt av
stúran. Koronafarsóttin hevði
sett alt samfelagið í serstøðu,
og reglurnar á føðideildini vóru
harvið eisini herdar. Hon visti,
at skuldi maður hennara, Ovi
Brim, við til føðingina, so máttu
tey tryggja, at hann ikki fekk
nakað, sum minti um forkølilsi.
– Eg vildi gjarna hava Ova
við inn, og vit vistu, at hevði
hann bara eitt lítið forkølilsi,
so fór hann ikki at sleppa við, tí
reglurnar vóru herdar so mikið
nógv vegna koronasmittuna.
Tí gingu vit ordiliga høgt upp í
at halda hann frískan, sigur 32
ára gamla prestafrúan á Nesi,
Hallgerð Brim.
– Vit vóru ikki bangin um, at
Hallgerð, sum var sett at eiga
22. apríl, skuldi fáa korona, men
vit stúrdu nógv fyri, at eg ikki
skuldi sleppa við til føðingina.
Bispur snakkaði tá um, at eg
skuldi fara í sóttarhald, fyri at eg
kundu tryggja, at eg var frískur,
tá Hallgerð skuldi eiga. Eg helt tí
fjarstøðu og var lítið millum fólk
tíðina fyri føðingina, leggur Ovi
Brim aftrat.
Tað var tó ikki koronasmittan,
sum fór at seta sín dám á ser
staku løtuna, tá Hallgerð átti
fjórða barn teirra.
Sjúkrabilur sendur á staðið
Tá klokkan nærkaðist 21 tann
3. mai, fór Hallgerð at leggja
børnini at sova. Meðan hon ger
tað, byrjar hon at føla tað, sum
minnir um byrjunarverkir. Hon
hugsar tá, at hon bara skal leggja
seg hjá børnunum og hvíla seg
eitt sindur.
– Tá tey vóru sovnað, avgjørdi
eg tó at fara oman í stovuna,
so eg var tættari Ova, so hann
kundi fylgja við og taka tíð
av verkjunum. Eg legði meg á
sofuna, meðan hann hugdi í sjón
varp. Eg nevndi nakrar ferðir,
at eg hevði eitt sindur ilt. Um 23
tíðina gerast verkirnir kraftig
ari, og so fer vatnið, meðan eg
liggi á sofuni, og tá havi eg verkir
út í eitt, spýggi og klári einki at
gera, greiðir Hallgerð Brim frá,
meðan hon kyssir lítlu nýggju
lítlu dóttur sína á høvdið.
– Tað gingu bert tveir tímar
frá, at eg føldu fyrstu verkirnir,
sum eg helt vera plukkverkir,
til tað varð so nógv trýst á, at
eg visti, at eg ikki megnaði túr
in til Havnar. Eg hugsaði tá, at
vit máttu fáa eina ljósmóður
heim til okkara at taka ímóti
barninum. Tá klokkan er á leið
hálvgun tólv, ringir Ovi til Havn
ar, sigur Hallgerð Brim.
– Ja, eg ringi á føðideildina,
og eg greiði frá, at vatnið er
farið, og vit óivað mugu koma
suður til Havnar nakað skjótt.
Eg sigi teimum, at Hallgerð fyrr
hevur átt rættiliga skjótt. Tey
siga síðani, at tey gera klárt
til okkum, og at vit bara skulu
koma beinaveg. Síðani ganga
nakrir fáir minuttir, og so ringi
eg aftur, tí Hallgerð kláraði ikki
at flyta seg. Ljósmóðurin segði
tá, at tey fara koyra ímóti okkum
í sjúkrabili. Men fáar minuttir
seinni ringir hon aftur og sigur,
at ein sjúkrabilur er tøkur í
Runavík, og hann er á veg eftir
okkum, sigur Ovi Brim frá.
– Hetta var ein lætti. Tí eg
vænti ikki, at tað hevði verið so
frægt, at eg hevði klárað oman
trappurnar, tí Hallgerð fekk ikki
gingið, sigur hann, og Hallgerð
leggur aftrat, at hon er glað
fyri, at tey á føðideildini valdu
at senda sjúkrabilin.
– Allar avgerðirnar, sum tey
tóku á Landssjúkrahúsinum
hesi avgerandi løtuna, vóru tær
røttu í hesi støðuni. Tað rósið
skulu tey fáa, sigur prestur
síðani, tíðiliga kensluborin.
Átti á landsvegi
Tað gingu ikki nógvir minuttir,
áðrenn sjúkrabilurin stóð í túni
num í prestagarðinum á Nesi.
Mamma Ova var komin oman at
vera hjá teimum størru sovandi
børnunum, og so fóru tey bæði
til Havnar.
– Portørarnir máttu seta
meg í koyristól og koyra meg
oman trappurnar. Teir leggja
meg síðani á børu og so inn
í sjúkrabilin. Ovi skuldi sita
framman, men eg var aftan
saman við øðrum av portør
unum. Hann gevur mær vatn
og ansar eftir, at eg kenni meg
trygga. Eg minnist, at hann
sigur, at um eg føli, at barnið fer
at koma, so skal eg siga frá, sigur
Hallgerð Brim.
– Eg fekk at vita, at eg skuldi
framum at sita, tí tað var ikki
pláss aftan. Tað var væl skilligt,
SAMRØÐA: Ovi og Hallgerð Brim
– Hósvíkin fer framvið, og
sjúkrabilurin er á veg niðan
brekkuna, tá bilurin steðgar.
Portørurin rópar, at so er tað
nú! Eg leyp afturum, og eg setti
meg viðsíðuna av Hallgerð,
sum eg havi gjørt hvørja ferð
børnini eru borin í heim,
sigur Ovi Brim, prestur, um
føðingina av fjórða barni teirra
í sjúkrabili á veg til Havnar
PRESTAFRÚA
PRESTAFRÚA ÁTTI
ÁTTI
Á LANDSVEGI
Á LANDSVEGI
Tað gingu bert tveir
tímar frá tí at eg
føldu fyrst verkirnar,
sum eg helt vera
plukkverkir, til tað var
so nógv trýst á, at eg visti, at eg ikki
megnaði túrin til Havnar