mikudagur 20. mai 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020
SOSIALURIN 42
5
tí portørurin skuldi hugsavna
seg um uppgávuna. Eg hyggi
afturum til Hallgerð alla tíðina,
skjýtur Ovi Brim aftrat sam
røðuni.
– Í hasi støðuni hugsi eg als
ikki klárt. Eg minnist bara,
at eg kenni tað behagiligt, tá
sjúkrabilurin koyrir, og eg fekk
hugsavnað meg um verkirnir.
Seinni havi eg sjálvsagt hugsað
um, hvussu støðan hevði verið,
um portørurin varð noyddur til
at taka ímóti dóttur míni, sigur
hon umhugsin.
Sjúkrabilurin koyrir síðani
við nógvari ferð til Havnar. Og
úr Havn er ljósmóðurin á veg
ímóti sjúkrabilinum. Tá sjúkra
bilurin er komin inn í Norðskála
tunnilin, møta tey bilinum, sum
ljósmóðurin er í. Sjúkrabilurin
heldur av, og øll ferðslan steðar
upp inni í tunnilinum. Ljósmóð
urin kemur so í sjúkrabilin til
Ova og Hallgerð.
– Tað løtina kendist tað, sum
var eg í einum action-filmi,
flennir Ovi Brim.
– Ljósmóðurin hevði jú ringt
nakrar ferðir á fyri at vita, hvar
vit eru. Tey høvdu møtt einum
øðrum sjúkrabili á vegnum, men
tað var ikki vit. So roknaði hon
út, at vit fóru at møtast í Norð
skálatunnlinum um midnáttar
leitið. Har var nakað av ferðslu,
sum helt av bæði fyri okkum og
fyri teimum, og bilarnir báðir
parkeraðu lið um lið, dragihurðin
fer upp, og hon loypur úr teirra
bili og yvir í sjúkrabilin, sigur
Ovi Brim skemtiliga.
– Men at hugsa sær, at her
er ein stórur sjúkrabilur við
tveimum portørum, ein lítil
sjúkrabilur við portøri og ljós
móður og ein onnur ljósmóður
á Landssjúkrahúsinum, sum
ger klárt til, at vit skulu koma.
Øll hesi fólkini fara til arbeiðis
fyri at taka ímóti hesum lítla
barninum. Tað er flott, sigur Ovi
Brim umhugsin, meðan hann
kagar yvir á lítlu dóttur sína,
sum liggur og durvar í føvn
inginum hjá mammuni.
– Ja, vit kendu okkum trygg
alla tíðina, leggur prestakonan
síðani aftrat.
Hallgerð Brim greiðir síðani
frá, at tá ljósmóðurin var komin
í bilin, kendi hon seg trygga við
tað sama.
– Portørurin, sum situr hjá
Hallgerð sigur síðani við Ova,
at tey fara at klára til Havnar
uttan nakran trupulleika. Ljós
móðurin leggur aftrat, at tað
stendur væl til, sigur Ovi Brim
frá.
– Hon tosaði róliga og dugdi
ómetaliga væl. Eg minnist, at
hon segði, at nú eru vit í Hósvík,
so nú verður ikki leingi, fyrr enn
vit eru í Havn. Beint eftir tað
merki eg, at nú vil diddan út. “Nú
skal hon út”, rópi eg síðani, sigur
Hallgerð Brim skemtandi.
– Hósvíkin fer framvið, og
sjúkrabilurin er á veg niðan
brekkuna, tá bilurin steðgar.
Portørurin rópar, at so er tað
nú! Eg leyp afturum, og eg setti
meg viðsíðuna av Hallgerð, sum
eg havi gjørt hvørja ferð børnini
eru borin í heim, sigur Ovi Brim.
– Eg hevði pressiverkir í fýra
minuttir. Tað gekk simpulten
so gott og ómetaliga skjótt.
Diddan var tó eitt sindur blá, tá
hon kom út, tí nalvastrongurin
hevði verið um hálsin á henni,
men tað var ikki álvarsligt. Ovi
klippir nalvastrongin, og diddan
kemur upp til mín, har eg liggi í
jakka og øllum, flennir Hallgerð
Brim.
– So skjótt sum diddan er
komin upp til mammu sína at
liggja sigur Hallgerð, “eg fylli í
dag!”, leggur Ovi Brim skemtiliga
aftat.
– Ja, eg helt, at tað var so
stuttligt, at hon kom á mínum
føðingardegi, sigur Hallgerð
Brim.
– So koyra vit róliga til
Havnar, meðan diddan liggur hjá
mær. Hýrurin í sjúkrabilinum
er góður, og tað er ein festligur
túrur til Havnar, hóast eg júst
havi átt, sigur Hallgerð Brim
lættliga frá.
Ein kann ímynda sær, at ein
kvinna, sum skal eiga verður
strongd av slíkum umstøðum,
sum prestur og prestafrúan
vóru í, tá farið var av midnátt hin
fjórða mai. Tó greiðir Hallgerð
Tað løtina kendist
tað, sum var eg í
einum action-filmi
Allar avgerðirnar,
sum tey tóku á
Landssjúkrahúsinum
hesi avgerandi løtuna,
vóru tær røttu í hesi
støðuni. Tað rósið skulu tey fáa