Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020 SOSIALURIN 42 6 PERSÓNSØGA: Ovi og Hallgerð Brim Brim frá, at øll upplivingin var sera positiv, og hon einans kendi seg strongda, tá hon lá máttleys heima á sofuni og ikki visti, hvussu hon skuldi koma til Havnar. – Tá vit vóru á veg til Havnar, stúrdi eg ikki meir, sigur hon róliga. Eina dóttur í føðingardagsgávu Komin inn á Landssjúkrahúsið verða Hallgerð og lítla diddan kannaðar í einum av føði­ stovunum. Síðani fara tey øll inn á eina stovu at hvíla seg, inntil tey fara heim seinnapartin sama dag. – Systkini á Nesi vistu sjálv­ sagt av ongum, men tá tey vaknaðu morgunin eftir, var omma teirra har, og tey høvdu fingið eina lítla systur. Tá vit síðani koma heim á føð­ ingardegnum hjá møðgunum báðum, hátíðarhilda vit dagin við ballónum og banankøku, sigur Ovi Brim. – Tað er nakað heilt serligt at fáa eitt barn í føðingardagsgávu og nú kunna deila hendan dagin við henni, sigur Hallgerð Brim. Sunnudagin 24. mai verður lítla dóttir Ova og Hallgerð Brim doypt í Gøtu kirkju, har Ovi Brim eisini er prestur. – Tilmælini frá bispi siga, at tað bert kunnu vera 50 fólk til barnadóp, og tí koma bert gumm­ur, gubbar og familja til dópin, siga tey bæði frá. – Dópur og gudstænasta kunnu ikki vera samstundis í hesum koronadøgum. So hendan sunnudagin havi eg gud­stænastu í Æðuvík og síðani barnadóp í Gøtu, og so er dópurin hjá okkum eftir tað, sigur hann frá. – Vit sita eftir við eini kenslu av takksemi. Eg eri takksamur fyri tær avgerðirnar, sum ljós­ móð­urnar tóku, tí tær tóku tær røttu avgerðirnar í hesi støðuni. Hevði eg farið sjálvur avstað til Havnar við Hallgerð tá, so hevði eg staðið í tí. Tað er fantastiskt, at skipanin riggar so væl, tí tað er so nógv, sum skal ganga upp í eini hægri eind, sigur Ovi Brim. –Eg siti eisini við grund­skrá­ seting í kirkjubókunum, og har skal føðistaður viðmerkjast, tá børn verða skrásett. Allar oft­ ast er føðistaðurin L.S., men hesu ferð fari eg at skriva “við Barms­á í Toftahaga í Hósvík”, legg­ur hann skemtiliga aftrat til endans. ANNIKA@SOSILAURIN.FO “Stuttligt er, tá ið prestafrúan hevur føðingardag. Ístaðin fyri lagkøku, so borðreiðir hon við 4700 grammum av gulli. Hetta deilt yvir 57 cm. Hon og gentan hava tað báðar gott. Móðar, men væl fyri. Tey størru eru sera glað fyri gullið. Tann yngri beiggin skilti tó ikki heilt støðuna og royndi av øllum alvi at varðveita uppmerksemið, hann hevur havt seinastu 33 mánaðirnar. Sjálvt opinberingin av egnum nalva var hent amboð. Kl. 23.59 stóð ambulansin í túninum. Kl. 00.15 kom jarðarmóðir í bilin í Norðskálatunnlinum. Kl. 00.25 kom róp í. Kl. 00.29 lág gullklumpurin á bringu móður sínar. Hetta sunnanfyri Hósvík, á veg til Havnar. Takksom eru vit øll fyri heilsuverk og tykkum, ið har starvast. Serlig kvøða verður latin portørum og jarðarmóður fyri valaverk og góðan stuðul. Tit vita, hvørji tit eru. Konan og dóttirin eru komin heim aftur, og nú halda vit so føðingardag 32 ár og 0 ár. Omman hevur gjørt døgurða og kaku. Eldru børnini hava blást ballónir og hongt fløgg upp. Hetta er so stórt! Takk Gud fyri lívið, skapanarverkið og frelsu tína við Jesusi Kristi. Gud, hjálp tú okkum at umsita hesi lán, ið tú hevur lítið okkum til, við tínum kærleika og í tínum sannleika. Gev at tey mega vera varðveitt sum tínir lærusveinar. Hjálp okkum at leiða tey til Jesus Krist. Trý tey eldru eru doypt til samfelag við Gud faðir á himni. Til lærusveinaskap. Forbøn okkara er, at tey mega verða varðveitt í lívsfelagsskapi við frelsaran. Vit gleða okkum til hin yngsta verður doypt áðrenn alt ov leingi. Gud gevi, at vit mega virka soleiðis at áltið á Jesu Kristi frelsu tekur til í brósti teirra. Vón okkara er til tín, Gud! - Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum. Orðt 22,6 Sum eitt kuriosum kann nevnast, at staðið vit steðgaðu við, tá løtan var, eitur Toftahagi. Tað er hagin hjá systkinabarni mammu, Absalon.” Soleiðis skrivar Ovi Brim á Facebook 4. mai: Eg siti eisini við grund­ skráseting í kirkju­ bókunum, og har skal føðistaður við­ merkjast, tá børn verða skrásett. Allar oftast er føðistaðurin L.S., men hesu ferð fari eg at skriva “við Barmsá í Toftahaga í Hósvík” Rannvá 4ár, Olaf 7 ár og Jógvan 2 ár eru fegin um nýggju lítlu systur sína