Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020 SOSIALURIN 42 8 STEINAR PATURSSON T að gjørdust ikki færri enn tveir vinnarar, tá Tórshavnar kommuna seinnapartin týsdagin boðaði frá, hvør átti vinnandi upp­skotið til heildarætlan fyri Stóru­tjørn. Toymið hjá Selmari Nielsen Arki­tekti, sum hevði uppskotið Oyggj­ar á heiði, átti annað, meðan toymið hjá MAP arki­ tekt­um, sum átti uppskotið Bygd­in í býnum, átti hitt. Hini bæði toymini, sum vóru undangóðkend at lata inn upp­ skot, vóru frá Fuglark og Henn­ ing Larsen Arkitekti, og tey bæði uppskotini fingu bæði 2. virðis­ løn. Vinnandi toymini fingu bæði 300.000 krónur í part, umframt at tey skulu vera partur av verkætlanini frameftir sum ráðgevar. Nýggi býlingurin, sum skal gerast við Stórutjørn, verður eftir ætlan ein rættiliga stórur býlingur. Økið er um 800.000 m2 til støddar, og væntandi skal bý­lingurin húsa millum 2.000 og 3.000 borgarum. – Uppskotini eru spennandi og hyggja fram í tíðina. Tað sæst týðiligt, at nógv orka er løgd í arbeiðið at skipa nógvu fer­metr­ ar­nar, sum lendið fatar um, segði Annika Olsen, borgarstjóri, um upp­skotini, tá vinnarin varð av­dúkaður í Müllers pakkhúsi seinna­partin týsdagin. – Hetta er samstundis eitt sera um­ráðandi stig, sum nú verður tik­ið, og henda heildarætlanin fer at mynda gerandisdagin og trivnaðin hjá túsundtals før­oy­ ingum í nógv, nógv ár. – Bæði toymini arbeiða við ein­um neyvt avmarkaðum spori (fodtryk) í økinum og einari greiðari avmarking av bú­staðarbólkum, sum eru løgd í landslagið við virðing fyri tí ver­andi og einum góðum eyga fyri framtíðar akitektoniska, lands­lagsliga og felagsskapsliga menn­andi samanhangum, segði dóms­nevndin í álitinum um tey bæði vinnandi uppskotini. Soleiðis segði dómsnevndin millum annað um uppskotið: Verkætlanin Stóratjørn – oyggjar á heiði vísir á sann­før­ andi hátt ein nýggjan hátt at skipa býarkenda bygging við atliti at bæði lendinum har bygt verð­ur, og at umhvørvinum og felagsskapinum, sum bygg­ing­ in skal vera karmur um. Uppskotið skipar reglufast alla framtíðar bygging sum oyggjar. Við hugskotinum um oyggj­ar, verður bygt víðari uppá, og styrkjast eyðkenni og mynst­ur, sum eru í Hoyvík og í nýggja kirkjugarðinum. Bygt verður tættari og miðsavnað, og fáa millumrúmini í upp­skoti­ num av tí sama størri tyngd. So­leiðis verður stórur partur av náttúruni sannførandi vard frá beinleiðis inntrivi, sam­stundis sum løtt atgongd verður tryggjað dygdirnar, ið náttúran í økinum bjóðar kom­ andi íbúgvum og eisini øllum øðrum. Selmar Nielsen Arkitektur: Stóratjørn - oyggjar á heiði Tvey vinnara­ uppskot til Stóru­ tjørn