mikudagur 20. mai 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020
SOSIALURIN 42
9
Hetta helt dómsnevndin
millum annað um
uppskotið:
Uppskotið lýsir eina sera greiða
og umhugsaða støðutakan til
bygging á økinum við hollari
fatan av dygdum, møguleikum
og avmarkingum, sum eru
til staðar. Uppskotið vísir
sannførandi á ymiskar og
nýggjar mátar at skipa bygging
og sosialar felagsskapir undir
slagorðunum: Livandi –
Berandi – Keypandi.
Bústaðaøkið er staðsett á
økinum eystanvert nýggja
innkomuvegin, og ítróttarøki,
stórhøll og vinnuøki á økinum
vestanvert vegin. Uppskotið
tekur støði í, at byggingin liggur
á skiftisøkinum millum bý og
frílendi. Uppskotið sýnir stóra
virðing fyri landslag, náttúru-
og mentanareyðkennum,
eins og fyri teimum visuellu
dygdinum, sum økið rúmar.
Uppskotið lagar seg sera
varisliga eftir lendinum og
teimum
náttúrugivnum
eyðkennunum.
MAP Arktitektar
- Bygdin í býnum
Í dómsnevndini at meta um
tey fýra uppskotini vóru Marin
Katrina Frýdal, forkvinna í
byggi- og býarskipanarnevndini,
Heðin Mortensen, býráðslimur,
Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri,
Birita Wardum, býararkitektur,
Ellen Marie Braae, landslags
arkitektur, fakdómari, Ole Jen
sen, arkitektur, fakdómari
Ráðgevar hjá dómsnevndini
við ongum avgerðarrætti vóru,
Michael Jacobæus, landslags
arkitektur, Janus Hansen,
ráðgevi innan djóralív, og
Barbara Mikkelsen, leiðari á
býarskipanardeildini.
Dómsnevdin vísir í álitinum á,
at yvirhøvur eru øll uppskotini
við til at lýsa, hvussu byggjast
kann við virðing fyri sermerkta
Føroyska landslagnum, sum er
í økinum.
– Fleiri av uppskotunum hava
víst lendisviðurskiftunum ser
ligan ans og varsemi, soleiðis
at atlit eru tikin at serliga av
bjóðandi lendisviðurskiftum
og viðbreknum økjum so sum
vøtnum, útsýni og byggibæri,
sigur dómsnevndin í álitinum.
Tað var í 2019, at
Tórshavnar kommuna
skrivaði út hugskotskapping
til heildarætlan av økinum
við Stórutjørn, og fýra
arkitektavirki vórðu
undangóðkend at lata inn
uppskot. Uppskotini vórðu
latin inn 17. apríl í ár.
Dømingin tók støði í
tveimum høvuðsfortreytum,
ið kortini ikki eru at skilja
sum ein raðfesting:
Dygdin í heildarætlanini
í mun til býarskipan,
lendisviðgerð, býarrúm,
funktionalitet, burðardygd
og ferðsluloysnir.
Í hvønn mun uppskotið
til heildarætlanina fylgir
visjónunum og lýkur krøv og
ynskir í kappingarskránni.