Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020 SOSIALURIN 42 10 FRANTS JENSEN U nga listakvinnan úr Vestmanna hevur fyri tað mesta búð uttanlands, síðani hon var 18 ára gomul. Í Norra, Glas­gow, Wien og London. Men hon hevur eisini regluliga leitað heim aftur á klettarnar, her hon hevur arbeitt við list og havt fram­sýningar. – Eg eri sera takksom fyri at hava fingið listafólkalønina. Nú kann eg hava meira tíð at for­djúpa meg í listini, sigur Silja Strøm. Hon vísir á, at tá ið hon ikki hevur fasta løn, er nógv annað, ið hon skal taka sær av, eitt nú sam­skifti, bókhald, umrøða, skriva verkætlanaruppskot, søkja um stuðul og at nógv tíð fer við hesum. – Nú fáa eg meira arbeiðsfrið og tí verður meira av degnum eftir at skapa og at menna meg í. Alt meðan eg arbeiði miðvíst við verk­ætlanum, sum eg eri sera spent at vísa fram, sigur hon. Arbeiða uttan at hugsa um søluvirði Nú korona herjar, er Silja Strøm stødd í Glasgow. Síðstu fýra árini hevur hon tó búð í London. Hon hevur eisini ferðast ímillum London og Glasgow. Men listakvinnan ynskir eisini at koma til Føroya at arbeiða. – Tá ið stuðulin kemur úr Før­oy­um, so skulu føroyingar eisini hava møguleika at síggja verk­ini. Tí skal tað sýnast fram í Før­oyum fyrst, men kanska í út­landinum seinni, sigur Silja Strøm. Hon hevur eisini vónir um at fáa nógv burturúr hetta trý ár skeið­ið. – Eg ætli at arbeiða nógv. At fáa listafólkaløn gevur møgu­ leika at arbeiða við fullari ferð uttan at hugsa um søluvirði á verki­num. Nú ætli eg at arbeiða við at mynda lívssøgur, at eks­ per­i­mentera, at víðka um fyri­ brigdi og dimensiónir og fara meira í dýpdina. Eg vóni eisini at fáa tíð at lesa og skriva meira, sig­ur hon. Annað er eisini á skránni. – Ymsar verkætlanir eru fyri framm­an, men eg kann ikki siga FØROYINGAR FØROYINGAR SKULU SKULU SÍGGJA SÍGGJA VERKINI FYRST VERKINI FYRST – Tá ið stuðulin kemur úr Føroyum, vil eg fyri tað mesta arbeiða í Føroyum. Føroyingar skulu hava møguleika at síggja verkini, ið verða gjørd, sigur 33 ára gamla listakvinnan, Silja Strøm, ið býr í London, og sum júst hevur fingið listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins Ein av málningunum hjá Silju Strøm