mikudagur 20. mai 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020
SOSIALURIN 42
11
so nógv um tað enn, sigur Silja
Strøm.
Tómrúmið varð fylt við list
Tað at gerast listafólk var ikki
hennar barnadreymur, men
áhugin fyri list var tó har.
– Eg havi altíð teknað nógv
sum barn, men tá ið eg gjørdist
tannáringur, var tað serliga
svimjing, sum fylti sera nógv,
sigur Silja Strøm.
Hon svam við Havnar svimji
felag og var ein av úrvals
svimjarunum í felagnum. Men
alt broyttist, tá ið hon í 2.g fór til
Norra at ganga á einum altjóða
Reyða Kross skúla í tvey ár.
– Alt var nýtt fyri mær, og tað
var sera stór broyting at ganga
saman við næmingum úr so
nógvum londum. Tað var eisini
stórt tómrúm, tá ið eg ikki fekk
høvi at svimja, eins og eg hevði
gjørt. Ein av lærugreinunum á
skúlanum var list, og har hevði
eg ein sera góðan lærara. Tað
tómrúmið, sum eg hevði havt,
varð fylt út við listini. Vit høvdu
altíð møguleika at koma inn í
listaundirvísingarhølið, og eg
var har næstan allatíðina. Eg
roknaði, skrivaði stílar og allar
uppgávur inni í tí hølinum, sigur
Silja Strøm.
Samrøða úr telefonboks
í Beograd
Hon hoyrdi um listaskúlar,
meðan hon var í Norra, og fekk
eisini at vita, at møguleiki var
at fáa góðan stuðul hjá teimum,
ið høvdu gingið á hesum Reyða
Kross skúlanum.
– Lærarin í list stuðlaði mær
væl og skumpaði undir, at eg
skuldi søkja inn á tveir skúlar í
Bretlandi, sum hon hevði góðar
royndir við. Eg roknaði ikki við
at sleppa inn, tí eg hevði ikki so
nógvar listarligar royndir, men
eg søkti á skúlan í Glasgow og
tann í Edinburgh, sigur hon.
Silja Strøm fór so á interrail.
Men meðan hon var burtur, fekk
hon boð um, at tey á skúlanum
í Glasgow vildu gera eina sam
røðu við hana.
– Eg var niðri í Beograd í
Serbia. Samrøðan varð gjørd í
eini telefonboks í Beograd. Tvær
vikur seinni fekk eg at vita, at
eg var sloppin inn. Eg hevði ein
mánað at taka avgerð, um eg tók
av, sigur Silja Strøm.
Hevur atelier í London
Alt gekk skjótt fyri seg, og bara
20 ára gomul byrjaði unga vest
mannadaman á listaskúla í
Glasgow í Skotlandi. Hon tók
linjuna, ið eitur Painting and
printmaking. Eina lestrarhálvu
tók hon tó í Wien í Eysturríki.
Hon fekk sjeik í Glasgow og
helt á at búgva har, eftir at út
búgvingin var liðug. Síðstu fýra
árini hava tey tó búð í London,
har sjeikurin nú arbeiðir.
– Fyrstu árini eftir eg var liðug at
lesa, hevði eg fleiri framsýningar
í Glasgow og í Føroyum. Eg hevði
eisini annað arbeiði við síðuna
av. Millum annað á matstovu,
sum tænari til brúdleyp, og á
kafé sum fyriskipari av ymisk
um verkætlanum fyri Scottish
Sculpture Workshop í Norður
skotlandi. Harafturat havi eg
eisini myndaprýtt fleiri bøkur og
tónleikaútgávur og gjørt nógv
annað grafiskt arbeiði, sigur hon.
Hon hevur eisini verið knýtt
at nøkrum listaverkætlanum í
Skotlandi, har hon eisini hevur
fingið stuðul, og tá hevur hon
nýtt tíðina burturav at arbeitt
við listini.
– Seinast trý árini havi eg
mest sum burturav arbeitt við
listini. Tað er nógv at síggja í
London og sera áhugavert á
tann hátt, men tað var trupult
at venja meg við tað í byrjanini,
sigur hon.
Síðstu tvey árini hevur hon
havt atelier í London, og tað
hevur hjálpt.
– Tað er gott at hava eitt stað
at vera. Eg havi eisini verið við
á fleiri framsýningum í London,
sigur Silja Strøm.
Arbeiða í Føroyum
Hóast hon nú býr í London
og ofta er í Glasgow, har hon
eisini hevur atelier, hevur hon
ferðast regluliga til Føroya, her
Tað var eisini stórt
tómrúm, tá ið eg
ikki fekk høvi at
svimja, eins og eg
hevði gjørt. Tað
tómrúmið varð fylt
út við listini
Silja Strøm, listakvinna, hevur fingið trý ára listafólkaløn
MYND: FIELDING HOPE