Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020 SOSIALURIN 42 12 Umframt Silju Strøm hava tvey onnur listafólk fingið lista­fólkaløn í trý ár. Tey eru Gunnvá Zachariasen og Rakel Helmsdal. Gunnvá Zachariasen arbeiðir innan sjón­leik og Rakel Helmsdal innan bókmentir. Í 2019 fingu Jens L. Thom­ sen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Høj­gaard og Carl Johan Jen­ sen listafólkaløn frá Mentan­ ar­grunni Landsins. Í 2018, sum eisini var fyrsta árið, at listafólkalønin var latin, fingu Brandur Patursson, Búi E. Dam og Katrin Ottarsdóttir listafólkalønina. Listafólkalønin svarar í upp­hædd til læraraløn á fólka­ skúlans lønarstigi 21, stig 1. og er góðar 28.000 krónur um mánaðin. Mentanargrunnur Landsins játt­ar eisini starvsfólkalønir, íverk­setanarstudning og annan stuðul. Grundgevingin frá faknevnd innan myndlist at Silja Strøm skuldi fáa listafólkastarvsløn er soljóðandi: Silja Strøm hevur, frá hon var heilt ung lista­kvin­ na, víst sans fyri original­um kompositiónum, sjálv­støðug­ um brúki av litum, og ein­ um sterkum, persónligum og poetiskum myndamál. Silja vísir í síni myndlist evni at arbeiða leitandi og reflek­ter­ andi, har filosofiskir, sam­ felagsligir og eisini humorist­ isk­ir vinklar, mangan eru flætt­aðir saman. Hennara ser­ligi áhugi í málningalistini, og hennara vitan og leitan innan hendan miðil, gevur hyggjar­an­um eina heilt ser­ staka uppliving, har hon eisi­ ni heilt konkret víðkar um málningalistina sum fyri­ brigdi, við at arbeiða í fleiri dimensiónum. Silja Strøm er ein heilt serlig listakvinna. Hennara verk eru í føroyskum høpi unik og ný­ skapandi og rúma stórum potentiali. Tí meta vit, at hon sum listakvinna, vil hava stóra nyttu av tí arbeiðsfriði, ið henda listaløn gevur henni. Í nevndini sótu: Inger Smærup Sørensen og Jóannes Gaard. Her er brot úr formælinum til ser­framsýningina á Listasavni Føroya hjá Silju Strøm í 2019: Myndirnar siga frá nýggjari menning hjá 31 ára gomlu lista­ kvinnuni. Íkastini frá popp­ list fyrst í hesum tíggjuári eru horvin, í staðin eru verk­ini vorðin málandi. Tað surrealist­ iska við gátufullum og skemti­ ligum myndaheitum er fram­ vegis at síggja, men frásøgnin er nú skipað undir litir og pensla­ strok. Samstundis eru mynd­ir­ nar eisini vorðnar størri, og tað hevur lovað fríari málingarlagi fram­at. Í summum førum hava ógvisligu arabeskurnar har­ afturat lagt støddina undir seg. Pastelllitirnir í málningunum hjá Silju Strøm siga frá einum sið­bundnum kvinnuligum al­ heimi. Tað er sjálvsagt full­ komiliga tilvitað, at tað søta og sakleysa bara eru tættir í út­ trykkinum, tí Silja kennir har­ um­framt ógviliga væl, tað rúm av kvinnuligari myndlist og bók­mentum, sum verk hennara nú gerast partar av. Av tí at hon er útbúgvin og býr í Bretlandi, eru andligir skyldskapir henn­ ara serliga at finna í enskt- amerikanska heiminum. Upp í tað umfatandi listaliga og intellektuella netverkið, har Silja sær seg sjálva og list sína, hoyra bæði samtíðar- og søgulig lista­ fólk eins og samtíðar- og søgu­ ligir rithøvundar: France-Lise McGurn (1983) verður nevnd í sama andadrátti sum Leonora Carrington (1917–2011), Maggie Nelson (1973) og Virginia Woolf (1882–1941). – Umframt fem­ inist­isku støðu sína sær Silja eisini verk sítt sum partur av før­oyskari siðvenju og vísir til tað fabulerandi og fantasiríka í før­oyskari list hjá Díðriki á Skarva­nesi (1802–61), Williami Heine­sen (1900–91) og Elinborg Lützen (1919–95). Hesi hava fingið listafólkaløn Verkini eru unik og nýskapandi Abstrasjón og figurasjón, penslaverk og frásøgn Í nýggju myndunum eftir Silju Strøm verða abstrasjón og figurasjón, penslaverk og frásøgn, litkæti og loynd, sakloysi og royndir blandað hvørt um annað Ein av myndunum hjá Silju Strøm, listakvinnu hon eisini ávís tíðarskeið hevur arbeitt sum listafólk. Í 2013, 2015 og 2017 fekk hon ávika­vist 3, 6 og 12 mánaðar starvs­løn frá Mentanargrunni Land­sins, og tá arbeiddi hon nógv í Føroyum. Hon hevur eisini fingið mentanarvirðisløn til Ungt listafólk eins og stuðul úr gávugóðs Thorvalds Poulsen av Steinum. – Tá ið eg fekk starvsløn úr Før­oy­um, arbeiddi eg nokk so nógv av tíðini í Føroyum, sigur Silja Strøm. Nú, hon hevur fingið trý ára starvs­løn, fer hon aftur at vera meira í Føroyum. Hon hevur sýnt fram nógva­ stað­ni í Føroyum, millum annað í Smiðjuni í Lítluvík, á Listasavni Føroya, á ólavsøkuframsýning, á vár­fram­sýning, í Norður­landa­ húsi­num, í Listaglugganum, í Müll­ers pakkhúsi, í Steinprenti, við Norðoya Listafelag í Klaks­vík, um­framt á vest­manna­døg­um, á Bryggjuni í Vestmanna og í Vest­ mana skúla, har hon eisini sum skúlagenta hevði fram­sýning. Talan er bæði um ser­fram­sýn­ ingar og bólkaframsýningar. Hon hevur eisini sýnt fram ymsa­staðni uttanlands, millum annað á fleiri gallaríum í Bret­ landi, Norðurlondum og ymsa­ staðni í Europa. – Tað mesta, sum eg selji, hevur verið á framsýningum. Men eg selji eisini nakað gjøgnum facebook og heimasíðuna, sigur Silja Strøm. Politikkur í blóðinum – og eitt sindur á løriftinum? Strøm eftirnavnið hjá ungu lista­kvinnuni úr Vestmanna, av­dúkar, at tað er politikkur í blóðinum. Pápin, Hans Pauli Strøm, var løgtingsmaður og lands­stýrismaður, og nú er lítla­systirin, Ingilín Didriksen Strøm, eisini løgtingskvinna. – Eg eri errin av tí, tey hava gjørt, sigur Silja Strøm. Men hon vil ikki siga, at hon hevur serligan politiskan boð­ skap í mun til onnur lista­fólk. – Eg haldi, at øll list er polit­ isk á ein ella annan hátt. Eg minnist ikki hvør tað var, sum segði tað, men eg minnist, at ein professari  endurgav ein lista­mann, sum segði:  "all art is political - even  saying that your art is not political is  it self a political statement and speaks to immense  lived privi­lege," og tað eru orð, sum hava  livað við mær síðan. Eg haldi ikki, eg kann siga, at ein kann lesa nakað partapolitisk ella síggja serstakar sergreinar innan politiskt viðurskifti í mínum myndum. Men øll lista­ fólk gera list, sum kemur av virð­ um og meiningum og per­són­ ligari lívsuppfatan, og tað kann ein ikki skilja frá politikki, sigur Silja Strøm. Hon útdýpar hetta.  – Til dømis kann ein lesa, hvus­su listafólk síggja onnur fólk, í mátanum tey gera kropp­ ar: Kennir tú empati? Flennir tú? Eru teir flottir? Eru teir stutt­ligir? Eru teir ólekrir? Eru teir ein lutur? Á sama hátt síggi eg mína list sum ein part av míni egnu lívsuppfatan, sum er sterkt ávirkað av at vaksa upp í progressivum og vinstra­ politiskum heimi, har døgurða­ prátið ofta er kjak um politikk, list og bókmentir, sigur Silja Strøm. Fólk, umhvørvi og kenslulív Um myndamálið, sum Silja Strøm avmyndar á málningum, sig­ur hon soleiðis: – Eg royni at lýsa samanspælið millum menniskju, teirra ting, um­hvørvið og hvønn annan. Og ymisk viðurskifti millum øll trý. Eg brúki minnir, kenslur og lítlar lutir úr gerandisdegnum  ella okkurt, eg havi lisið ella upp­ liv­að á annan hátt; tað kann vera tíðindi, listateori ella polit­ iskar hendingar. Men heldur enn at vísa eina serstaka søgu, brúki eg forteljandi elementir, tað eru litir og penslastrok at fram­ kalla minnir og kenslur, ið skapa tann inniligan heimin, ið upp­ livir alt hetta, sigur Silja Strøm. Listakvinnan er spælandi og eksperimenterandi í listini. – Eg arbeiði abstrakt og inni­ liga. Blátt og ljósareytt dámar mær væl, sigur Silja Strøm. FRANTS@SOSIALURIN.FO Eg síggi mína list sum ein part av míni egnu lívsuppfatan, sum er sterkt ávirkað av at vaksa upp í progressivum og vinstrapolitiskum heimi, har døgurðaprátið ofta er kjak um politikk, list og bókmentir