mikudagur 20. mai 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020
SOSIALURIN 42
18
VILMUND JACOBSEN
S
une Berglind, sum eigur
og rekur Djórahandilin
á Óðinshædd í Havn,
har eisini Posta heldur
til, hevur nú keypt fyritøkuna,
Vatnsport.fo, sum Janus Rein
hevur átt.
Fyritøkan er nú opin sum
vanligur handil og húsast nú
eisini á Óðinshædd.
Viðskiftafólk kunnu ganga úr
Djórahandlinum og inn í Vatn
sport.fo, men nýggi handilin
hevur eisini egna inngongd á
vestursíðuni í bygninginum hjá
Posta.
Vatnsport, sum hevur verið
nethandil, heldur fram við hes
um virksemi við nýggja eigara
num, og nethandilin er opin alt
samdøgnið.
Sune Berglind sigur, at Vatn
sport.fo hevur landsins størsta
úrval av vørum til alt innan
vatnsport, soleiðis sum navnið
eisini ber boð um.
- Vit hava eitt stórt úrval av
vátdraktum og turrdraktum
og vøra, sum viðskiftafólk
spyrja eftir, men sum ikki er á
goymslu, kann bíleggjast heim
eftir stuttari tíð.
Sune Berglind sigur, at Vatn
sport.fo leggur dent á kapp
ingarførar prísir.
Vatnsport.fo hevur opið
gerandisdagar frá klokkan 10-17
og leygardagar frá klokkan 10-14.
- Eg havi leigað umleið 140
fermetrar aftrat frá Posta,
harav umleið helmingurin av
plássinum verður brúkt til vøru
goymslu - og hin helmingurin er
til handilin, Vatnsport.
Sune Berglind vísir á, at hann
hevur verið viðskiftafólk hjá
Vatnsport, meðan Janus Rein
hevði fyritøkuna, og hetta hevur
serliga verið í samband við keyp
av vátdraktum.
- Eg og konan eiga børn, og er
tað nakað, sum børnunum dám
ar, er tað at spæla sær í einari
vátdrakt í ánni ella í sjónum.
Sum føroyingar eru vit umgyrd
av havi, og tí er tað heldur ikki
so løgið, at havið og sjógvurin
draga. Eigur tú vátdrakt, kanst
tú altíð fara út at hugna tær
saman við børnum og vinum.
Vatnsport.fo hevur eisini
bæði brimfjalar og vindfjalar
í sínum útboði, og um ikki so
langa tíð, fer Sune Berglind helst
eisini at selja kajakkir, sum hava
ein veksandi áhuga í Føroyum.
- Vit hava bátar til sleip, og
vit hava bæði bjargingarvestar
og svimjivestar.
Sune Berglind vísir á, at Vatn
sport.fo fevnir breitt, og saman
umtikið sigur hann, at nýggi
handilin hjá honum á Óðins
hædd hevur alt til spæl, bæði
undir vatni og oman á vatni.
Sune Berglind hevur
keypt Vatnsport.fo
- Handilin á Óðinshædd hevur alt til spæl, bæði undir vatni og oman
á vatni, sigur maðurin, sum eisini eigur og rekur Djórahandilin
HEIM & URTAGARÐAR