mikudagur 20. mai 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020
SOSIALURIN 42
19
TIL URTAGARÐIN
Nógv sløg av fleiriára
plantum
• Kryddurtir
• Rabarbur
• Jarðberja plantur o.a.
Landavegur 38 · 100 Tórshavn · Tel. 215950 · h-ludvig@olivant.fo
Opið er
Mán.-frí........ 13.00-17.00
Leyg.............. 11.00-16.00
Annars.eftir.avtalu
Vilmund Jacobsen
V
árjavndøgur er dagurin um várið, tá vit eru
mitt millum stytsta dag og longsta dag.
Hetta verður sagt at vera 21. mars,
men summi ár kann 19. ella 20. mars vera rætt
ari dagurin.
Í Føroyum er hetta árstíðin, tá dagarnir kunnu
vera ógvuliga skiftandi og ymiskir, og soleiðis
plag ar apríl mánaði eisini at vera.
Onkran dag er frost, og aðrar dagar hitar sól
in. Hetta er tíðin, har vit næstan kunnu uppliva
allar árstíðir eftir einum og sama degi.
Vit kunnu siga, at várið nú endiliga er í
hondum, og tað er ikki minst nú, at tað verður
stutt ligt at vera heima og gera ymiskt uttandura
saman við børnunum.
Fyri framman bíða lýggjari dagar, ljósari
kvøld, spælandi børn í sandi og vøkur fuglaljóð.
Nøkur hugskot
Enn er ov tíðliga at sáa, men tað verður skjótt, at
tíðin kemur til at planta ymiskt í moldini.
Páskaliljur, tulipanir og ymiskir leykir fara
gjarna í jørðina longu fyri jól, og nær tað sæst
spíra í urtagarðinum, veldst ikki minst um veðrið.
Tá tíðin er at planta, letur hetta seg saktans
gera, antin tú býrt í egnum húsum ella íbúð.
Børnunum dámar væl at verða við, tá plantað
verður. Tey elska at fara út at keypa fræ, grava,
planta og væta.
Er eingin urtagarður, kanst tú skipa eitt
blómu beð, planta í pottar ella kassar á altanini
ella í túninum.
Tú kanst velja at planta kryddurtir, bønir,
ertnir, gularøtur ella epli. Blómur, sum eisini
kunnu plantast, eru eitt nú sólblóma, kornblóma
ella morgunfrúa sum eru vakrar á at líta.
Tá fyrstu sólstrálurnar vísa seg, er stundin
komin til at væta, og er tað nakað, sum børnini
elska, er tað júst at fáast við vatn.
So hvørt, sum góðu løturnar eru, og sólin
verður heitari, kann tað vera eitt gott hugskot
at gera ein matpakka og hava okkurt leskandi
út í tún við sær.
Turkaðar blómur
Ein góðan várdag úti í náttúruni ber eisini til at
henta nøkur vøkur bløð og taka tey heim við.
Tú leggur bløðini millum tvey dagbløð og
leggur eitt hvørt rímiliga tungt omanyvir. Annan
hvønn dag flytir tú bløðini, sum liggja millum
dagbløðini, og eftir umleið teimum vikum eru
tey turr og kunnu límast á papp, postkort ella
laminerast.
Børnini elska at fara út at keypa
fræ, grava, planta og væta
Er eingin urtagarður, kanst tú skipa eitt
lítið blómubeð, planta í pottar ella kassar
á altanini, terassuni ella í túninum
At planta við børnum
HEIM & URTAGARÐAR