Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020 SOSIALURIN 42 20 HEIM & URTAGARÐAR OFTA SETTIR SPURN TIL SKÓGRØKT LAN Kann Skógrøkt Landsins fella trø og annað fyri fólk? Vanliga taka vit okkum ikki av tílíkum uppgávum, men vísa til m.a. anlegsgartnaravirkini og evt. býargartnaran. Er talan um eina serstaka støðu, ber til at tosa við okkum um málið. Hvussu skal eg flyta og uppbinda trø? Tað er torført at flyta stór trø, og ofta miseydnast. Týdningarmikið er at fáa nóg mikið av rótini við. Træið má ongantíð lyftast eftir bulinum, men heldur á einum skeyta, ið er stungin inn undir rótklumpin. Træið má ikki plantast munandi djúpari, enn tað stóð undan flytingini, tí so kann rótin kódna. Best er at flyta ta árstíðina, tá træið ikki stendur í vøkstri. Havið góða moldríka jørð til nýggju røturnar at vaksa út í. Stór trø mugu bindast væl í fleiri ár eftir flytingina. Hvussu og nær planti eg trø og runnar? Tað ber til at planta alt árið í Føroyum. Tó liggur oftani best fyri at planta um várið, tá jørðin er flógv og góð at fáast við, og soleiðis at plantan hevur alt summarið til at festa sær røtur á nýggja vakstrarstaðnum. Plantur við berari rót tola illa at verða fluttar/umplantaðar ta árstíðina, tær standa í vøkstri. Hóskandi viðarvøkstur til føroysk vakstrarlíkindi. Á Gróðurstøðini ber til at fáa ráð og vegleiðing um val av egnaðum plantutilfari. Tú er vælkomin at seta teg í samband við okkum. Hvussu røki eg grasvøllin? Týdningarmikið er at hava góða, moldríka og væl taðaða jørð í grasvøllinum. Eisini er ógvuliga týdningarmikið, at jørðin er væl drenað og væl luftað. Gras trívist vanliga best í kálkkendari jørð. Týdningarmikið er at lata grasið sleppa at vaksa seg heldur sítt fyrst á árinum og móti endanum av sumrinum, soleiðis at grasrótin eisini verður væl fyri. Skuggi er ikki góður fyri brúksvirði av einum grasvølli.