Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020 SOSIALURIN 42 21 HEIM & URTAGARÐAR NINGAR NDSINS Kelda: Skógrøkt landsins Krevst loyvi at flyta viðarvøkstur o.tíl. til og úr Føroyum? Nei, ongar avmarkingar av týdningi eru fyri innflutningi av plantuvøkstri, mold o.tíl. til Føroya. Danmark hevur í ES samanhangi kravt, at vøkstur úr Føroyum til ES skal verða vaskaður reinur fyri jørð at umganga flatmaðk. Hvussu og nær tilskeri eg trø og runnar? Vanliga verður sagt, at størri tilskering av trøum og runnum skal gerast, meðan vøksturin er í dvala. Nýggj kanningarúrslit úr fleiri londum vísa tó á, at tilskering seint á sumri gevur besta úrslitið. Tilskering av blómurunnum eigur at verða løgd eftir, hvussu blómingin er háttað (um runnurin blómar á ársskotum, fjørársskotum o.s.fr.). Evnið er væl lýst í mongum urtagarðsbókum. Illfýsnu veðurlíkindini í Føroyum í vetrarhálvuni viðføra, at mangan kann vera betur at tilskera runnar og trø, heldur enn at lata illveðrið bróta vøksturin. Vetrarfriðing Vetrarfriðing er skipað sbrt. kapittul 8 í L. nr. 172 af 18. Maj 1937 for Færøerne om Haugers Styrelse og Drift m.m. (Hagalógin). Tað er Búnaðarstovan, ið varðar av hesum málsøki, sí http://www. bunadarstovan.fo/ Nýtsla av plantu- og skordýraeitri Tíverri er ongin lógaráseting í Føroyum um nýtslu av hvørki plantueitri (herbicidum) ella skordýraeitri (insekticidum), ið ofta verða umrødd undir einum sum pesticidir. Tó stendur eitur til keyps í handlunum. Tað er av stórum týdningi at fylgja vegleiðingini. Hvussu tætt skulu planturnar standa? Girðing (hekkur): umleið ½ - ¾ m ímillum planturnar. Botnvøkstur: 3-5 plantur/m2