mikudagur 20. mai 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020
SOSIALURIN 42
23
HEIM & URTAGARÐAR
Home Design 3D
Outdoor - snildfon,
teldil og teldu
Hetta nýggja forritið er lætt at læra og brúka. Tú kanst
tekna í 2D og hála alskyns lutir, eitt nú plantur, trø, runnar,
havamøblar, hús og mangt annað fram og seta tey, har tær
lystir.
Tú kanst tekna títt grundstykkið upp við nágreiniligum
fermetratølum.
Eitt, sum ger tekningina enn meira veruleikakenda, er, at
hon kann gerast til eina 3D tekning. Á 3D tekningini hevur tú
møguleika at síggja tín urtagarð ella títt útigólv úr ymiskum
sjónarhornum. Home Design Outdoor hevur eina ókeypis
útgávu og eina víðkaða útgávu við enn fleiri møguleikum, ið
tú noyðist at gjalda fyri.
Preið: Home Design hevur eisini eitt sera gott og lætt
forrit til tann óroynda innanduraarkitektin.
Sketchup: Ókeypis
tekniforrit í
3D - teldu
Sketchup er eitt forrit, sum google eigur og hevur útgivið.
Hetta forritið hevur eina rúgvu av møguleikum, og góðskan
er hin sama sum í nógvum av teimum yrkisforritum, sum eru
at fáa til keyps. Hetta forrit hevur eitt hægri torleikastig enn
Home Design, men harafturímóti eru møguleikarnir eisini
nógv fleiri.
SketchUp Free (fyrr nevnd my.SketchUp) er ein ókeypis
útgáva av SketchUp. Forritið skal brúkast á einum teldu
skíggja og kann einans brúkast á alnótini. Við einum einføld
um markamóti, hevur tú møguleika at tekna ymisk 3D skap.
Tú kanst fáa vegleiðing til SketchUp gjøgnum heima
síðuna hjá SketchUP, har tey eitt nú hava eina tænastu
miðstøð, sum veitir hjálp og sjónfíluundirvísing. Eisini eru
sjónfílur á eitt nú Youtube, sum kunnu brúkast til vegleiðing.
Hetta ókeypis forritið er einans til privata nýtslu og ikki
til arbeiðsbrúk.
Chief Architect
Home Designer - teldu
Tekniforrit til tann óroynda urtagarðsarkitektin, ið hevur
stórar dreymar um ein framtíðar urtagarð.
Tekniforritið frá Chief Architect Software vendir sær til
roynd og óroynd ger-tað-sjálv-fólk, og forritið fevnir eisini
um bygging av húsum, baðirúmum, køkum, sniðgeving av
urtagørðum, køksgørðum og útigólvum ella terrassum.
Tekniforritið til urtagarðssniðgeving kallast Home
Designer Essentials og kann brúkast av óroyndum. Í
forritinum kanst tú tekna í 2D og 3D í ymiskum stigum og
hæddum í urtagarðinum - til bygging av útigólvi og plasering
av eitt nú gosvatni, gosbaði og øðrum, sum tú ynskir verður
partur av tínum umhvørvi.
Tú kann velja millum 3.600 sløg av plantum, runnum og
trøum. Tú hevur eisini møguleika at síggja, hvussu planturnar
trívast og veksa, og hetta verður mett út frá tínari ásetan av,
hvar tínar plantur eru í urtagarðinum, og hvat veðurlagið er
í tínum landi.
Haraftrat hevur tú møguleika at gera eitt úrdrag av
mongd av tilfari, sum tú skalt brúka til tína sjálvteknaðu
terrassu ella blómubeð í garðinum.
Ert tú skrátsettur brúkari av forritinum, hevur tú eisini
atgongd til ein enskttalandi depil, har tú kanst seta
spurningar, um tær tørvar vegleiðing ella hjálp við forritinum.
Á alnótini finnast alskyns forrit og appir, sum kunnu brúkast til at fáa íblástur til heimið
og urtagarðin. Við hesum forritum kanst tú gerast tín egni urtagarðs arkitekur.
Her fara vit at vísa á trý góð tekniforrit til urtagarðin á ymiskum torleikastigum.