mikudagur 20. mai 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020
SOSIALURIN 42
24
HEIM & URTAGARÐAR
VILMUND JACOBSEN
P
lantusølan hjá Hanne-
Dot Lugvig við Landa
vegin í Havn er nakað
heilt serligt. Umframt
sjálva søluna í hugnaliga
umhvørvinum, er her eisini
urtagarðurin hjá henni og
manninum, Hans Jákupi Ludvig,
sum eisini tekur eina hond í, tá
løturnar eru.
Sosialurin var ein túr í um
hvørvinum týsdagin, og her
sást skjótt, at nógv viðskiftafólk
vitjaðu søluna, ið lítið sæst til frá
vegnum.
Tað er ikki fyrr enn tú kemur
inn á økið, at tú sært allan vakur
leikan og vælskipaða urtagarðin
og søluna hjá hjúnunum báðum.
Um onkur lesari skuldi ivast,
hvar Plantusølan hjá Hanne-
Dot Ludvig er, so er adressan
Landavegur 38.
Opið til heystar
Meðan vit standa og práta, sigur
Hans Jákup Ludvig, at tey hava
opið í summarhálvuni og stongt
um veturin.
- Vanliga lata vit upp aftur
um hálvan apríl, men í ár lótu
vit upp nakrar dagar longri
út í apríl. Orsøkin var korona-
smittan, og í byrjanini vistu vit
ikki ordiliga, hvussu vit skuldu
skipa okkum.
Hans Jákup Ludvig sigur, at
vanliga er pantusølan opin til
umleið hálvan august.
- Sum heystið líður, seta vit
leykir niður, eitt nú páskaliljur
og seinni eisini tulipanir, sum vit
seta niður í spannum.
Hann vísir á, at eitt, sum hev
ur selt væl, síðan tey lótu upp
aftur, er rabardur, og hetta hev
ur líka sum verið hin stóra sølan
teir seinastu dagarnar.
Byrjaðu í 1981
Hanne-Dot Ludvig sigur, at hon
og maðurin byrjaðu at skipa
urtagarðin við Landavegin
longu í 1981.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri
plantum og vøkstri - ja, helst
havi eg fingið henda áhuga í
vøggugávu, sigur hon.
Tað var tó ikki fyrr enn í 2003,
at hjúnini lótu upp plantusølu,
og síðan hevur virksemið bara
ment seg, og umstøðurnar eru
vorðnar betri og betri.
- Alt virksemi er her inni í
havanum hjá okkum.
Hanne-Dot Ludvig vísir á,
at tað, sum plantusølan leggur
nógv tann størsta dentin á, er
tað, sum rópt verður staudi -
ella urtagarðs- og prýðisplantur,
sum veksa ár um ár.
- Staudi fevnir rættiliga breitt,
og hetta fevnir um tað mesta,
sum veksur aftur. Staudi fevnir
soleiðis eisini um eitt nú jarð
berjaplantur og kryddurtir, sum
vit eisini selja, sigur hon.
Hyggja vit í sprotan.fo merkir
”staude” fleirára urtagarðsplanta
ella prýðisplanta.
- Vit høvdu ongantíð megnað
at planta alt sjálvi, sum vit selja,
og tíski hava vit góðar veitarar
í útlandinum, leggur hon aftrat.
Rabarbur veksa væl
Hanne-Dot Ludvig vísir á, at
tað finnast nógv ymisk sløg
av rabarbum, har summar eru
súrar - og aðrar eru søtar.
- Rabarbur veksa sum heild
væl í Føroyum, og tær verða
nógv brúktar til eitt nú rabarbu
súltutoy, greyt, desertir og
køkur.
Hon heldur tað kanska vera
Plantusølan hjá
Hanne-Dot er
nakað serstakt
- Eg havi altíð havt áhuga fyri plantum og
vøkstri - ja, helst havi eg fingið henda áhuga
í vøggugávu, sigur Hanne-Dot Ludvig. Tað
var tó ikki fyrr enn í 2003, at hjúnini lótu upp
plantusølu, og síðan hevur virksemið bara ment
seg, og umstøðurnar eru vorðnar betri og betri