Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020 SOSIALURIN 42 25 eitt sindur spell, at føroyingar ikki í størri mun hava rabarbur í sínum urtagarði. - Men, veruleikan er, at nógvar rabar­bur verða innfluttar, bæði livandi og frystar í posum, og her eru vit á plantusøluni einki undan­tak. Hanne-Dot Ludvig vísir á, at fitt av sølu er av leykum um heystið, og hetta er fólk, sum keypa, sum vilja síggja páska­ liljur og tulipanir veksa, tá várið fer at nærkast. - Veðrið hevur stóra ávirkan á plantusøluna, og tað kom eitt sindur dátt við, at vit rendu okkum beint í korona- trupul­leikan í Føroyum, tá vit nærkaðust upplating. Men, tað hevur gingið væl og soleiðis, sum smittan í Føroyum tíbetur er minkað burtur í einki í løtuni, hava vit havt nógv at gera. Ongar bukettir Hanne-Dot Ludvig vísir á, at plantusølan er ikki ein blómu­ handil, og soleiðis selja tey ongar blómusamlingar, bukett­ ir, ei heldur kransar, sum blómu­ handl­ar­nir gera. - Hetta er eitt øki, sum onnur taka sær av, og vit gera heldur einki burtur úr jólunum og sølu av eitt nú granni. Tað lata vit tey um, sum fáast við hetta, sigur hon. Hjá plantusøluni hava tey ong­ar ætlanir um at fara inn á hetta økið hjá blómuhandlunum. - Vit hava ongar blómu­bindar­ ar í starvi, og tískil er mark­nað­ urin, sum hoyrir jólunum og veitslum og árstíðunum annars til, ikki tað, sum vit fáast við, sigur Hanne-Dot Ludvig. Plantusølan við Landavegin er opin frá mánadegi til og við fríggjadag frá klokkan 13 til 17, og leygardag er opið frá klokkan 11 til 16. HEIM & URTAGARÐAR Hanne-Dot og Hans Jákup Ludvig stákaðust á Plantusøluni, tá vit vitjaðu týsdagin