Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020 SOSIALURIN 42 34 PROKLAMA Búgvið eftir Súsannu Margrethe Isaksen, fødd 01.12.1926 – deyð 11. august 2019, ið búði Gerðisvegur 12, 350 Vestmanna, ið sat í óskiftum búgvi eftir Joen Albin Kristian Isaksen, er sambært § 75 í skiftilógini latið arvingunum til privat skifti. Í hesum sambandi verða møguligir kravánarar bidnir um, innan 3 mánaðir frá tí at henda lýsing hevur verið í blaðnum, at senda undirritaða fráboðan um krav teirra viðlagt skjølum, ið prógva rættleikan av krøvum teirra, ávísandi j.nr. 3161902. Tikið er við skuld. Tórshavn, tann 12. mai 2020 Petur Even Djurhuus, advokatur LUCAS DEBESAR GØTA 8 POSTBOKS 359 110 TÓRSHAVN • TLF. 203040 E-MAIL: LAWFIRM@LAWFIRM.FO WWW.LAWFIRM.FO Ársaðalfundur Ársaðalfundurin við ábiti verður í Megd- húsinum mikudagin 4. juni 2020 kl. 19. Diabetesfelagið Fuglafjarðar Handverkarafelag Ársaðalfundurin hjá Fuglafjarðar Handverkarafelag verður á Restaurant Muntra, Mikukvøldið 3. juni kl. 19.00 Er fundurin ikki viðtøkuførður, verður eykaaðalfundur ½ tíma seinni. Fundarskrá sambart lógum felagsins. Nevndin Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo TØKK Hans Elmar Poulsen f. 28.02.1938 – d. 21.03.2020 Vit vilja takka øllum hjartaliga, sum sýndu samkenslu, táið elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara, andaðist og varð jarðaður. Tøkk til starvsfólkini á Landsjúkrahúsinum, og til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir. Takk tit mongu, sum stóðu á leiðini frá salinum til grøvina. Eisini vilja vit takka fyri minnisgávur til Juvel II. Kirstin, Dorit, Sofus, Dánjal Pauli, Heðin, Guðrun og Katrin við familjum. TØKK Hjartaliga takka vit øllum, ið á ein hvønn hátt vístu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Poula Jacobsen f. 14. august 1934 - d. 27. oktober 2019 andaðist og varð jarðað. Takk til tykkum á Kl. Sjúkrahúsi og heimatænastuni fyri umsorgan og kærleika. Tøkk til prestarnar Hanus á Gørðum og Marjun Lómaklett, fyri umsorgan og góð orð í kapellinum og í kirkjuni. Takk til organist og kirkjutænara, sangarar, og gravarar. Takk til tykkum mongu, sum komu við kakum og øðrum. Ein serlig tøkk til tykkum, sum stóðu fyri og hjálptu til við ervinum í kirkjukjallaranum. Takk fyri blómur og kransar, takk fyri peningagávur til kirkjuna. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna, Eydna, Súsanna, Jørgin og Eyðun PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Gunnar Johansen, Gróthúsvegur 12, 188 Hoyvík, føddur tann 19.07.1969, deyður tann 30.08.2019, verða við hesum biðin um innan 6 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, Lucas Debesar gøta 8, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 303/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 18. maj 2020. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Mads Eli Simonsen, Tróndargøta 26, 100 Tórshavn, føddur tann 1. oktober 1939, deyður tann 10. desember 2019, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Birita S. Samuelsen, J.H. Schrøters gøta 7, postboks 258, 110 Tórshavn , vísandi til sks.nr. 48/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 12. mai 2020. TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f JNO, c/o Jón Nolsøe Olsen, Mirmansvegur 10, 530 Fuglafjørður, Færøerne, skrás. nr. 5861, sks.nr. 3-99/2019, verður einhvør, ið hevur krøv biðin um, skrivliga at venda sær til bústjóra, advokat Birita Sandberg Samuelsen, SÓKN Advokatar, J. H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, j.nr. 11630, innan 8 vikur eftir at hetta er kunngjørt, og boða frá hesum krøvum, uppgjørd við møguligum rentum á trotadegnum tann 26. november 2019. Skjalprógvan fyri krøvunum og makaskjal av fráboðanini skulu sendast við. Tað verður innkallað til skiftifund fríggjadagin tann 13. marts 2020, kl. 9.30, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirættinum 2 vikur innan skiftifundin. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 13. december 2019 Sosialurin 34180 fyrst og fremst www.in.fo