Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2020síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020 SOSIALURIN 42 33 Ynskja fleiri hentleikar í Sandágerði Fleiri enn 200 uppskot komu inn, tá ið Tórshavnar Kommuna spurdi borgarar, hvørjar ábøtur kundu gerast fyri at betra um møguleikarnar at njóta summarið í kommununi TERJI NIELSEN TERJI@SOSIALURIN.FO T að streymaði inn við hugskotum, tá ið vinnu­ nevndin hjá Tórs­havn­ ar Kommunu herfyri sókn­aðist eftir hugskotum til, hvussu man kann víðka um møgu­ leik­arnar at halda summ­ar­frí í høvuðs­staðnum, nú meðan útlit­ ini fyri at sleppa av landinum at ferð­ast ikki eru so góð orsaka av korona­farsóttini. Nógv ymisk hugskot Bogi Andreasen, formaður í Vinnu­nevndini hjá Tórshavnar Bý­ráð, sigur, at tað komu um 200 hug­skot inn, og at talan er um sera ym­isk hugskot. - Grundleggjandi tankin er, at vit vilja hava borgaran at koma við hugskotum til, hvussu borg­ar­in fær eina betri uppliving. Vit vilja gera rekreativ øki meiri brúk­ara­ vin­arlig, og tað eru borgararnir, ið kenna økini best, tí tað eru teir, ið brúka økini, sigur Bogi Andreasen. Hann greiðir frá, at innkomnu hugskotini eru ógvuliga ymisk og víttfevnandi. - Men tað er eitt, sum gongur aft­ur, og tað er Sandágerð. Tað eru ógvuliga nógv hugskot, sum snúgva seg um Sandágerð. Tað er eitt stórt ynski at fáa fleiri hent­ leik­ar í Sandágerð, og tí eru tað fleiri, sum ynskja eitt nú klivar til um­klæðing til havsvimjarar, hita­ pott­ar, kaffisøla og annað, sigur for­maðurin í Vinnunevndini. Annars fevna hugskotini um eitt nú spælipláss, betri møgu­ leik­ar fyri havsvimjing, sólstólar, úti­kafeir, uttandura biograf og kon­sertir og fleiri beinkir og borð úti í náttúruni. Skulu fáa nyttu av tí í ár Yvir­høvur er talan um hugskot, sum ikki kosta tað stóra, og sum ikki krevja nakra umfatandi máls­ viðgerð, og Bogi Andreasen dylur ikki fyri, at kommunan legg­ur stóran dent á, at nógv av hug­skot­ un­um verða veruleiki sum skjót­ ast, so at borgarar fáa nyttu av tí í summar. - Nú verður beinan vegin farið undir at greina øll tey innkomnu hugskotini, so vit síggja, hvat kann gerast her og nú, og hvat tek­ur eitt sindur longur tíð at fáa av­greitt. Eg kundi hugsað mær at al­mannakunngjørt øll hugskotini, men tey skulu allarfyrst greinast og rein­skrivast, áðrenn vit koyra tey út alment, sigur Bogi Andre­ asen Hann sigur, at innkomnu hug­ skotini komu úr øllum økjum í komm­ununi, og tað hevur týdning fyri býráðið, at øll økini eisini fáa ágóða av hesum. - Vit vilja taka øll øki við. Fyrst í kom­andi viku fara vit á fund at viðgera, hvat skal gerast fyrst. Men tað er greitt, at vit mugu handla skjótt, um vit skulu merkja ágóðan av tí longu í summar, sigur formaðurin í Vinnunevndini. Hann sigur seg vænta, at tey ting, ið blíva gjørd, fer at kosta til­samans eina millión krónur. - Og tá ið vit hava fingið gjørt nøkur av hugskotunum til veruleika, so kunnu vit gera eitt yv­ir­lit yvir, hvar til døm­is spæli­ pláss, sparkivallir, nátt­úru­gøtur og annað, sum fólk gera gagn av í frítíðini, er í Tórshavnar Komm­ unu, sigur Bogi Andreasen at enda. Nógv av hugskotunum, ið eru komin inn, handla um at útvega fleiri hentleikar í Sandágerði Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Kommunu, sigur, at tað ræður um at handla skjótt, so borgarar fáa nyttu av átøkunum longu í summar