Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020 SOSIALURIN 42 32 Havisjúka contra solidariteti – Dramatiseraður spádómur um fíggjarligt omanlop Virgar T. Dalsgaard Søgan endurtekur seg næstan regluliga: Tá ið finanskreppan herjaði fyri 11 árum siðani, skrivaði eg hesa grein um tær periodiskt afturvendandi rembingar og kreppur, sum tann otálmaða kapitalisman sleppur at mishandla bædi einstaklingar og heil samfeløgum við, inntil Staturin noydist at feia upp eftir ta ábyrgdarleysu festina. Nú tær flestu fyritøkur bidda um risaveitingar frá tí annars útskeldaða Statinum, tykist greinin enn meira aktuell í dag. Sosialurin hevur verið so brinasamur at prenta hana uppaftur in extenso og obroytta: Tann 31. august 1928 var allarfyrsta fram­førslan í Berlin á Theater am Schiff­ bau­er­damm* av tí beisku, men stutt­ligu sam­felagssatiruni hjá Bertolt Brecht, Dreigro­schenoper (Laser og pjalter), har hann lýsir tað borgarliga privat­kapit­al­ istiska samfelagið sum bart út smink­aðan krimi­nalitet og ger vart við tann týðu­liga felags­nevnarin millum ta grád­igu havi­ sjúkuna í bankaheiminum og brots­manna­ verð­ini, har mannalív ikki verða takseraði sum annað enn ein vøra ella ein aktia. Gott eitt ár seinni fekk aktiubørsurin í Wall­street so álvarsaman skaða av tí full­ komu­liga amoralska hazardspælinum við akti­um, at meginparturin av tí bólgnaðu amerik­onsku bløðruøkonomiini kollapsaði. Tann legendariska svarta hósdagin í oktober mánaði rakti finanskreppan meginpartin av banka­verðini, og sum tey flestu vita, fekk tað trans­atlantiskar fylgjur, sum sendu ein europeiskan banka fyri og annan eftir á húsagang. Úr eini ”lokalari” børskrisu fingu vit eina globala bankakrisu. Um ársskiftið 1929/30 lógu meginparturin av teimum vesturlendsku bankunum í andaleypi, og fíggjarkrisan sendi milliónir av fólki út í arbeiðsloysi! Teir klynkandi bankarnir og tann hálovaða kapitalisman máttu fáa kunstigan andadrátt frá tí al­ menna; annars buðu tey ikki bøtur. Eftir at so nógvir bankar vórðu av­dúk­ aðir sum hálvkriminellir og skuldu hava al­mannahjálp, hildu nógv fólk, at Brecht mátti hava profetiskar gávur, tí tað dramat­ iska aðaltemaið í sjónleikinum hjá honum er m.a. spurningurin um, hvør ið er tann størsti brotsmaðurin: Tann, sum rænir ein banka, ella tann, sum stovnar ein banka! Brecht vendir samfelagnum áranguna Sam­bært Brecht er kapitaleigarin og yvir­ klassa­borgarin, eitt nú bankastjórin reelt ein ránsmaður. Men strategiin hjá teimum er sjálv­andi subtil og meira raff inerað enn hjá tí triviella tjóvinum. Tí hvat nyttar eitt kúbein afturímóti eini aktiu? Her er dygdar­ munur á (brots)monnum! Í samfelagsmálum er Brecht moralistur og heldur, at tá ið pengarnir sleppa at stýra øll­um, og okkara egocentriska havisjúka verð­ur tann einasta peilingin, ja, so hava vit jú beint út einki samfelag longur. Eitt sam­felag kann ikki byggja á grádigheit, men á solidaritet. Eftir hansara tykki er tað kapitalistiska borg­arliga ”samfelagið” ein kynisk parodi, tí tað (for)brúkar fólk sum eina vøru, og ein vøra kann jú altíð blakast burtur! Solidar­ it­etur er og verður tessvegna altíð ein moralsk­ur spurningur! Hóast sjónleikurin Dreigro­schenoper er um gangstarar, tjóvar, alfonsar og alskyns órudd, veit áskoðarin væl, at Brecht við samfelagsranguni vil vísa, at tann sociala darwinisman er minst líka fúl í erva sum í neðra. Metodurnar eru bara øðrvísi: At kvala spakuliga við mjúkum floyals­handskum er líka so brutalt sum at fletta við knívi ella skera á háls! Støðan í dag Í mínum studentadøgum t.e. umleið 1960 vóru sjónleikir hjá Brecht nógv vitjaðir, og hartil vælfagnaðir, sjálvt av tí borg­ara­ skapinum, sum hann bøðilsflongdi á sjón­ leik­arapallinum. Nú privatkapitalisman um ársskiftið 2008/09 einaferð enn skal hava inter­nation­ ala almannahjálp, eisini í Føroyum, fyri ikki at nevna Ísland, hevði verið forvitnisligt at tikið Brecht framaftur undan væðingini, tí tann gløggi dramatikarin forstóð intuitivt kapitalismuna og varnaðist gjøllari enn tey flestu, hvussu farligt tað er, tá ið ein ótamd og illastýrd økonomi idealiserar ósolidariskan atburð og eggjar til egocentriska pengagrískheit og hedon­ ist­iska havisjúku! Hóast bæði størri og smærri kreppur hava eyðkent kapitalismuna við ca. tretivu ára millumbili í meira enn 250 ár, so vilja fin­ ans­dreingir og borgarligir politikarar aldri er­kenna, at fíggjarligt kollaps er organiskt innbygt í sjálvari konstruktiónini. – Tí para­ doksið er, at kapitalisman noyðist at hokna av síni egnu framgongd, so leingi sum tað er grádigheitin, sum stýrir henni! Í dag hevur staturin í teimum flestu londum nógv størri fíggjarmegi enn í 1929, men kortini hevur tað verið eitt tungt tak at koma aftur umaftur og skulla fíggja roulettuspælið hjá pengajassunum. Í 1929 vóru statskassarnir so veikir, at tað hevði slett ikki verið ráð til tær f inansgávur, sum nú verða pakkaðar til bankarnar. Blandingsøkonomiin tann triðji vegurin ber tað til at tálma og stýra kapitalismuni? Ja, socialdemokratiskir flokkar hava dúg­ liga víst á tann triðja vegin millum kapital­ ismu og kommunismu, nevniliga ta so­ nevndu blandingsøkonomiina, har tann tamda kapitalisman er undir strongum eftir­liti av einum krútsterkum statsvaldi. Teir javnaðarmenn, sum serliga umboðaðu bland­ingsøkonomiina aftaná kríggið, vóru dansk­arin Viggo Kampmann, týskarin Willy Brandt og svenskarin Olof Palme fyri bara at nevna tríggjar. Teir vildu ikki beina fyri kapitalismuni, men teir vildu hava effektivt tamarhald á henni, soleiðis at hon bara slapp framat, har prof ittmotivið ikki gjørdi skaða. Teir friðaðu nógv øki undan henni, t.d. heilsusektorin, transport og sjálv­andi allan tann sociala sektorin! Tað var altavgerandi, at staturin kundi syrgja fyri at útjavna kreppusveiggini við mið­vís­ um f inanspolitikki. Men so kom Friedmann og lokkaði menn at flyta tann økonomiska politikkin frá stjórnini yvir til tað gramma bankalagið og privatismuna! Síðani tá hava allir banka­ stjór­ar havt millionérskriða og kravt astro­ nom­iskt óforskammaða løn! Teir eru ikki í høg­um kursi beint nú! Í Onglandi missioneraðu konservativir Thatcherdreingir í 70unum fyri ný­liber­al­ ismuni og fortaldu sentimentalar søgur um pengapolitikk og privatisering, og ein løgin javnaðarmaður í Onglandi, harra Tony Blair loftaði hesum møsninum í 80unum og gjørdi tað til eingilskan Labourpolitikk. Hetta sjuskuta mótafyribrigdið breiddi seg tíverri til fleiri javnaðarflokkar, eisini í Før­oyum – og tað gjørdist ein katastrofa fyri rørsluna. Javnaðarmenn gloymdu sína solid­arisku stevnu og fóru at smáfríggja við hvørvisjónum og hedonismu hjá mappu­ dreingjum. Vaksnir menn settu seg í daga­ vís sum skikkiligir skúlanæmingar at gera gruppu­arbeiði um eina Hvørvisjón 2015, sum skuldi gera okkum til fremsta(og rík­ asta) land í verðini! Hetta var ikki sjón­leik­ ur, men føroyskur politikkur í 2006! Nógv­ ir føroyskir javnaðarmenn mistu heilt orient­eringina av privatiseringsrúsinum og fóru eisini uppí dansin um bankakálvin saman við ráum plutokratum og stupidum nationalistum. Teir blivu so garvillir av dans­inum, at teir foreraðu bæði ein banka og eitt flogfelag burtur. Og harafturat premi­eraði man íslendskar dólgar við eini stór­ari pengagávu, sum akkurát svaraði til hallið á fíggjarlógini! Endiliga er rúsurin av, og menn eru plágaðir av herviligum ideo­ log­iskum ”timburmonnum”. Tað íslendska skuldareyvamodellið Tað eru avgjørt ikki bara javnaðarmenn, sum hava grund til at vakna við kaldan dreym aftaná tað stóra almenna gávugildið, men fyrst og fremst allir teir fjølmiðladólgarnir, sum vælsignaðu festina og harafturat runnu um geilarnar og missioneraðu fyri tí íslendska túsundársríkinum, har sum tann plutokratiska psykosan var nógvar ferðir fúlari enn í Føroyum. Hóast skandinaviskir analytikarar í fleiri ár høvdu víst á, at íslendsk økonomi var ein katastrofa, so blivu føroyskir journalistar og nationalistiskir politikarar við at trútta, at vit skuldu kopiera Ísland, har flestøll kundu liva av permanentum bankalikviditeti, heit­um vatni og lýggjari luft. M.a. ýldu teir um tað sonevnda íslendska modellið, sum bæði skuldi vera nýtt og genialt. Men tað sonevnda modellið var steinaldargamalt og sjáldsama óbegávað. Tað var tann klassiska leiðin til armóð og fordervilsi, nevniliga tað at amortisera gamla skuld við nýggjari (ofta útlendskari) skuld. Henda konvertering gongur bara so leingi, sum bankarnir tora og vilja, men hon ber fyrst og fremst til har, sum man hevur púra ódugiligar ella passivar politikarar, og teimum hevði man nógvar av í Íslandi. Teir sótu og fnisaðu hendur í favn og gjørdu einki fyri at steðga ørskapinum – tvørt­ur­ ímóti, teir góvu bankunum somikið blátt stempul, at teir kundu senda vælklæddar penga­dreingir út um alt Europa at ”ræna”. – Hvør minnist ikki tann hjálparleysa stats­ ministaran Davið Oddson, sum bleiv spark­ aður uppeftir til seðlabankastjóra. Tað var verri enn at seta ein rev til at goyma at gásum! Undir honum fór íslendski national­bankin at minna um spælibankan í Monte Carlo. Er nakað, sum hjálpir móti ideologiskum timburmonnum? Føroyingar skullu í dag vera takksamir fyri, at teir ikki lótu seg lokka av vitloysinum í Íslandi. Íslendingar høvdu annars f ingið nógvar at renna skitin ørindi fyri seg. Tíbetri vóru fleiri føroyskir politikarar, sum høvdu so mikið av realitetssansi, at teir ongantíð fóru heilt uppí dansin um Gullfoss, men tann politiski bindiklubburin, sum í dag kallar seg tjóð­ veldi, føldi seg kortini sera freistaðan av tí íslendska galskapinum. Nú teir fíggjarligu timburmenninir herja um landið, mugu vit tó ikki gloyma tann sonevnda Íslandssáttmálan, sum var ein ólukkulig farca. Vit eru eisini noydd til at minnast aftur á eitt løgið skald**, sum í tí pubertila organinum Fregnir í álvara skjeyt upp, at vit sum sjálvbodnir trælir áttu at leggja okkum undir Ísland og íslendskan valuta í eini 50 ár. Soleiðis sum íslendska krónan hevur tað beint nú, hevði verið fátæksligt hjá tí uppfinnsama skaldinum! Tað er uppá tíðina, at vit sleppa okkum av við Íslandssjúkuna, og geva íslendskum sambandsmonnum durafjórðingin. Tað tykist næstan, sum um íslendingar hava instruerað sín samfelagsliga harmaleik eftir manuskriptinum til Dreigroschenoper! Brecht meinar jú, at har fyrst grádigheitin slepp­ur at seta dagsskránna, verður landsins stjórn líka amoralsk sum und­ ir­verð­in við sínum gangstarum. Alt tað privat­kapitalistiska samfelagið verður stutt sagt gjøgnumsúrgað úr erva av økonom­ isk­um ábyrgdarloysi og primitivari havi­ sjúku. Visti tann ironiski Bertolt Brecht um Ísland í dag, hevði hann flent leingi og kon­staterað, at Mack mit Messer er ein kriminellur amatørur í mun til teir ráð­ andi íslendsku mappudreingirnar, sum hava svansað seg fram á teimum bonaðu gólv­unum í øllum Europa. Visti Brecht um Før­oyar, hevði hann bara gemytliga brosað og sagt, at tað er ótrúliga farligt at lata seg tøla av plutokratiskari megalomani, og teir, sum vilja eta kirsuber við teimum stóru, fáa ofta steinarnar í eyguni! Men hvussu lofta javnaðarmenn sær, rakna við og f inna aftur á beint ? Hvussu sleppa vit av við teir herviligu timb­ur­ menn­inar, nú pengarúsurin er av? Ja, tað finst ein gamal og hollur eleksirur – hann eit­ur solidaritetur. Tað er tann einasta verndin móti tí gríska og misantropiska ego­centrisiteti, sum kapitalisman byggir á. * Aftaná kríggið fekk tað navnið ”Berliner Ensemble” ** Tað sigur sjálvt, at tað er Føroya størsta skald. VIÐMERKING