mikudagur 20. mai 2020síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020
SOSIALURIN 42
31
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Kristian Djurhuus m.a.
frá, at hann stuðlaði kravinum hjá arbeiðarum
at fáa lønina í hondina.
brúnna og greiddi frá, at hann
var skiparin. Eg segði honum, at
hann var skuldsettur fyri at hava
skotið við skørpum móti málum í
býnum, og at hann hevði rakt eini
hús. Tað var bara heppið, at eingin
var raktur.
Viðkomandi viðgekk eisini, at
tað var hann, sum hevði skotið.
Hann helt, at onkur frá landi
hevði ætlað at troka seg umborð
hjá honum, og hetta var tí eitt
ávaringarskot. Eg segði honum, at
nú fór eg í land við hansara skot
vápnum, og um ikki meira hendi,
so skuldi hann sleppa við eini bót
fyri ófrið. Hann fekk eisini boð
um at møta á míni skrivstovu
morgunin eftir.
Hann møtti eisini sum ásett
saman við sínum umboðsmanni.
Hann fekk eina bót, sum hann
rindaði beinanvegin. Hann bað
um at fáa rifluna aftur, men hes
um noktaði eg. Eg havi hana enn.
Eg fekk annars upplýst, at
skiparin hevði luttikið í fyrra
heimsbardaga, og at hann ofta
var frá sær sjálvum. Hann sá
”spøkilsir”, tá ið hann hevði
drukkið, og tá kundi hann nýta
byrsuna uttan skil. Eg helt tó
ikki, at hann var drukkin hetta
kvøldið. Hann virkaði ógvuliga
nervøsur og spentur, og hann
skalv sum eitt bókablað.
Grønlandsmálið
spøkti framvegis
Í Tingakrossi var í november ein
grein um eitt føroyskt skip, sum
ein sunnudag hevði verið inni í
Godthaab. Tá ið manningin frætti,
at tað skuldi vera gudstænasta
við donskum presti, bóðu teir um
loyvi at fara í kirkju, men svarið
var korta nei frá fútanum, Svane.
Eg fekk ongantíð uppklárað,
um hetta veruliga var rætt. Men
um so var, so var hetta ein tápulig
og vanvirðislig hending.
Víst var tað støðan hjá Staun
ing og donsku stjórnini, at upp
runafólkið í Grønlandi skuldi
verjast fyri fremmanda ávirkan.
Men spurningur er, hvussu nógv
hetta sjónarmið er vert, har út
sendir danir førdu seg fram uttan
atlit til upprunafólkið.
Skarnið skuldi kannast
Tann 22. november var eg í Hovi
saman við økislæknanum, Ras
mussen, og sóknarfútan í Vági
fyri at boða fólkinum har frá, at
tey máttu lata heilsumyndugleik
unum royndir av teirra skarni, so
tað kundu sendast til starvsstovu
í Keypmannahavn til kanningar
fyri bakteriur. Orsøkin var tann,
at í fleiri ár vóru fleiri tilburðir av
tyfus í bygdini, og tað kundi vera
ótti fyri, at millum bygdarfólkið
vóru frískir smittuberarar.
Tey flestu í bygdini skiltu hetta
væl, og teir vildu gjarna vera við
til at uppklára hesa sjúku.
Óvæntaður jólagestur
Nýggjársaftan gjørdi eg eitt lítið
upprit um farna árið. Fyrst skal
sigast, at Várharra hevur signað
okkum stórliga.
Fyri føroyska samfelagið hevur
eisini gingist væl. Fiskaprísirnir
eru hækkaðir 25-33% í mun til
árið frammanundan.
Politiskt hevur árið verið
merkt av, at sambandsflokkurin
hevur havt reinan meiriluta á
tingi.
Á jólum 1933 fingu vit ein
óvæntaðan gest. Tað var Johan
Hendrik Poulsen úr Skúvoy,
sum hevði verið giftur við systk
inabarn pápa mín, Armgarð í Áar
stovu. Hon doyði, meðan børnini,
Hákun og Edith, vóru smá. Tey
fingu eftirnavnið hjá mammuni,
Djurhuus. Johan Hendrik var
fiskimaður og húsmaður. Børnini
vóru farin heimani frá, so nú búði
hann einsamallur í Skúvoy. Nú
skuldi hann halda jól hjá soninum
Hákuni, sum var lærari í Klaksvík.
Hann skuldi við Smiril umvegis
Tvøroyri til Klaksvíkar. Men
vegna vánaligt veður strandaði
hann á Tvøroyri á jólum. Tí kom
hann at halda jól hjá okkum. Vit
gjørdu eisini, hvat vit kundu, fyri
at gera honum jólini so hugnaligt
sum gjørligt. Johan Hendrik
var ikki nakar keðiligur gestur.
Hann dugdi væl at greiða frá, og
synirnir lurtaðu við áhuga eftir
honum.
Ein dramatisk søga var úr
Dali fyri einum 300 árum síðani.
Har vóru tvey grannahús, í
Malthúsi og í Klæmintshúsi. Her
var skiftivís vinskapur og tað
mótsatta, tá ið sonurin úr øðr
um húsinum fekk skuldina fyri,
at sonurin í hinum húsinum datt
oman og doyði. Eisini var trøll
dómur og gandur, sum var ein
partur av søguni.
Hetta var rættiligt undirhald
fyri okkara synir.
Meira millum
himmal og jørð
Nú koma vit til 1934. Eg byrjaði
dagbókina fyri 1934 við hesum
orðum: ”Nú byrjar eitt nýtt ár
í Jesu navn. Hvat tað goymir
av gleði og sorg veit eingin, alt
stendur í Harrans hond”.
Tað eru nógvar frásagnir, um
at tað er meira millum himmal og
jørð, enn vit skilja. Ein søga er um
skiparan Mortan á Mýrini, sum
hevði verið í Hvalba og Sandvík
og biðið fólk, og hann fór á nátt
aftur til Tvøroyri úr Hvalba.
Hann hevði víst hoyrt, at við
nýmána var tað ikki ráðiligt at
ganga í fjøllunum, men slíkum
trúði hann ikki.
Men eina ferð á leiðini, tá
hoyrdi hann floytan. Hann hugs
aði, at hetta kanska var onkur
røktingarmaður, sum var í hag
anum, og sum nú floytaði eftir
seyðahundinum. Men tá hann
løtu seinni aftur hoyrdi floytan
uttan at síggja ella hoyra nakran
mann, varð hann illa við. Hann
hevði ein dolk uppi á sær og tók
hann fram, samstundis sum hann
rópti, at hann vildi verja seg við
dolkinum, um onkur vildi gera
seg inn á hann, samstundis sum
hann rópti, at hann var í lógligum
ørindum. Beinanvegin hoyrdi
hann eina rødd, sum svaraði hon
um: ”Gakk tú bara”, men hann sá
einki. Hann kom skakaður heim
og lovaði sær sjálvum, at hann
ikki fór aftur á fjøllini á náttartíð.
Kommunulæknin Vanborg
hevði eisini upplivað okkurt
merkiligt á fjøllunum á náttartíð,
og tað ergraði hann, at hann ikki
kundi finna eina náttúruliga frá
greiðing.
Hann hevði havt viðtalu í
Hvalba, og hann var vanliga
ikki liðugur fyrr enn á midnátt,
tá hann fór aftur til Tvøroyrar.
Fólk í Hvalba ráddu honum frá
at fara einsamallur. Hann kundi
koma til skaða, og so var tað tað
ónáttúrliga. Men hetta tók hann
ikki so tungt. Men so var tað eina
náttina, tá sá hann knappliga
eina ljósglæmu, sum tyktist at
koma frá onkrum aftanfyri hann.
Hann hugsaði fyrst, at hetta var
ein maður sum kom aftaná hann
við eini lummalykt. Hann vendi
sær og sá einki. So hugsaði hann,
at hetta mundi hava onkra nátt
úruliga forkláring og helt leiðina
fram. Men beinanvegin var ljósið
aftur, men tað var framvegis
einki at síggja. So hann helt fram
leiðina til Tvøroyri. Men hann
undraðist framvegis um, hvat
hetta kundi vera.
Presturin Vilhelm hevði eisini
sagt Margrethu, at á Hvalbiar
fjøllum var ikki alt, sum tað eigur
at vera.
Konubrot á útróðri
Tann 4. januar skuldi 75 ára
gamla Anna Sofie Wang í Froðba
fara til gravar, men veðrið var so
vánaligt, at jarðarferðin varð út
sett til dagin eftir.
Presturin Gullak Gullaksen
helt eina hugtakandi talu yvir
deyðu konuna. Hann mintist
hana, sum eina kvinnu við ”sjæld
en energi og dygtighed”. Hon var
ung, tá ið hon fyrstu ferð bleiv
einkja. Hon átti fleiri smá børn,
og tá var einki sum æt almanna
hjálp. Einasti møguleiki var at
fara ”á kommununa”, men tað
vildi hon ikki.
Hon skaffaði sær sess á einum
áttamannafari, og tveir vetrar
róði hon út við tí, og hennara
partur á ikki eftir. Hon var við í
mongum baldruta andróðri.
Hon var eisini til arbeiðis í Ís
landi fyri at lívbjarga sær og sín
um.
Hon var røsk at forvinna pen
ing til dagsins krøv. Hon var av tí
gamla skúlanum, og vildi ikki fáa
skuld. Tað er fortalt mær, at hon á
heysti í bølamyrkri fór í fjøruna í
Hvannhaga at veiða svøvnskarv.
Hetta kallast skarvur, sum um
næturnar kundi standa og sova.
Verður gingið varisliga kann ein
taka teir i svøvni og kippa teir.
Her kundi Anna Sofía útvega
sínum børnum nógvar máltíðir.
Hon giftist aftur 70 ára gomul
við Julius Wang, sum var einkju
maður. Tingakrossur hevði eisini
vøkur minningarorð um hana.
Jóannes Patursson á síni skrivstovu. Hann og Kristian drógu ikki altíð somu línu.
Tað var ikki unniligt at ganga millum Hvalba og Tvøroyri
sum framvið Káragjógv, tá ið tað var nýmáni.
Johan Hendrik úr Skúvoy var ein hugnaligur
gestur, sum visti nógv at siga frá.