mikudagur 20. mai 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020
SOSIALURIN 42
30
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
40. partur
Í
august í 1933 fekk Tvøroyri
eina ógvuliga forvitnisliga
vitjan. Tað var amerikan
arin Charles Lindbergh,
sum saman við konuni vitjaði við
sínum flogfari. Lindbergh gjørd
ist heimskendur í 1927, tá ið hann
sum tann fyrstu fleyg úr Amerika
til Europa í einum strekki. Tað var
eisini nógv gjørt burtur úr hesum
í føroysku bløðunum.
Og nú var hann aftur á ferð, og
tað frættist at hann møguliga fór
at millumlenda á Tvøroyri. Hetta
var sjálvandi ógvuliga spennandi.
Suðuroyarblaðið Føroyatíðindi
gjørdi eisini nógv burtur úr. Her
skal endurgevast brot úr grein í
blaðnum.
Lindbergh lat bíða eftir sær, og
fólk vóru farin at ivast, men
”Kl 5 modtoges Telegram, at
Lindbergh kom, og samtidig med,
at Telegrammet blev læst, hørtes
Motorens Brummen.
Denne truende Brummen
havde en ganske ejendommelig
Indflydelse paa de fleste Borgere
og Borgerinder. Den var ligefrem
magnetiserende. Man fór rundt
mellem hinanden. Staa stille var
der ikke talen om. Selv ældre og
adstadige Borgere kunde man
se i halsbrækkende Fart ned ad
Kongevejen, medens andre hæs
blæsende arbejdede sig op ad
Kongevejen, nogle i Øst andre i
Vest. Det saa noget lignende ud
som naar en Høg slaar ned i en
Hønsgaard”.
Tað bleiv nógv gjørt burtur úr
vitjanini, men Lindbergh hjúnini
vildu ikki gera ov nógv burturúr.
Tey vóru framvegis merkt av
sorgarleikinum, tá ið teirra eitt
ára gamli sonur, Charles, varð kid
nappaður og myrdur í 1932.
Ringt álit á fjølmiðlarnar
Tá ið eg tann 22. august kom
suður við Smirli, lá flogfarið hjá
Lindbergh á fjørðinum. Hann var
komin umvegis Grønland og Ís
land. Eg fekk høvi til at tosa við
tey, men Lindbergh vildi fyrst
hava trygd fyri, at tað, sum vit
báðir prátaðu saman, ikki skuldi
í nakað blað. Hann vildi ikki tosa
við blaðfólk, tí tað var hansara
roynd, at tað, hann segði, javnan
var snarað til okkurt annað.
Um kvøldið var døgurði hjá
reiðaranum, Gudmundi Mort
ensen, har Lindbergh og konan
gistu. Tað var heldur ikki nøkur
smáligheit hjá Gudmundi og
konu hansara Paulu við slík høvi.
Lindbergh segði í síni borðtalu,
at tað var av fagrasta veðri, tá ið
hann kom yvir Føroyar, og tað
kendist, sum at Føroyar vóru
grønari enn onnur støð, hann
hevði sæð.
Dagin eftir fleyg hann víðari
til Lerwick í Hetlandi. Við sær
hevði frú Lindbergh ein hóp av
blómum, sum hon hevði fingið á
Tvøroyri.
Stríðið um búnaðar
lóggávuna á tingi
Í løgtingsarbeiðinum hevði eg
ovmikið at gera. Eg var limur
í ikki færri enn 11 ymiskum
nevndum. Tann nevndin, sum
var mest arbeiðskrevjandi, var
búnaðarnevndin við øllum
teimum uppskotum um bygnað
arbroytingum, sum lógu har.
Patursson var ímóti øllum
broytingum av týdningi á búnað
arøkinum. Tá ið hann var á fundi
var úrslitið ofta langar røður.
Hesar kundu taka langa tíð, og
tað kravdi stórt tol at leiða hesa
nevndarfundir.
Ein dagin festilógin var til
viðgerðar, upplýsti Patursson
við fundarbyrjan, at hann hevði
fingið bræv frá einum professara,
Volgast, í Leipzig í Týsklandi, sum
gav Patursson viðhald í hansara
sjónarmiði um rættindini hjá
kongsbóndunum.
Hetta gav mær høvi til at við
merkja, at fyri at taka Volgast
fyri fult, so mátti ein eisini vita,
hvussu fyrispurningurin til hans
ara var orðaður.
Her føldi Patursson seg raktan,
hann og hann østi seg upp. Tað
frættist sama dag um tað rok,
sum hevði verið í nevndini í
hesum sambandi.
Tingsetan endaði 10. oktober.
Teir síðstu dagarnar hevði verið
drúgt kjak um skattalógirnar, ser
liga millum Andrass Samuelsen
og Jóannes Patursson, men tað
bleiv eisini nógv tosað um onnur
mál. Formaðurin, Johan Poulsen,
gjørdi einki fyri at avmarka
orðaskiftið.
Tað var ein lætti at koma heim
og sleppa frá øllum hesum mál
unum.
Trolaraskipari skeyt
móti bygdini
Aftaná, at eg var farin til songar
22. oktober, fekk eg boð frá full
trúanum Larsen, at tað var skotið
móti húsinum hjá pápa hansara
frá einum skotskum trolara.
Tað eydnaðist at koma umborð
á trolaran og at koma upp á
brúnna, har tað stóð ein lødd rifla.
Hana tók eg við mær og fór niður
í skiparakahúttina og bankaði á
hurðina. Eg hoyrdi, at onkur var
innanfyri. Eg gav viðkomandi boð
um at koma út. Hann kom upp á
Uppgávurnar hjá Kristiani
vóru mangar. Ein av teimum
var at hitta tann tá heimsgitna
flogskiparan Charles Lindbergh,
sum vitjaði á Tvøroyri
SIÐSØGA
FLOGSKIPARIN
LINDBERGH Á VITJAN
Á TVØROYRI
Kristian Djurhuus:
Anne og Charles Lindbergh
Flogfarið hjá Lindbergh